mikudagur 23. februar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
4
Sosialurin
Lestrarblaðið
Tá eg gekk í skúla gleddust vit um hvønn frítíma. Tað
fyrsta vit gjørdu hvønn einasta morgun, var at vita,
um nakar lærari mundi vera sjúkur, so vit fingu frí. Í
Hoydølum høvdu vit javnan trappustreykur, tá vit ikki
tímdu at hava undirvísing.
Øll 13 árini í føroyskum skúlum var hetta hug burð
urin hjá teimum allarflestu næmingunum. Vit tímdu
ikki so mikið sum at klíva uppum, har garðurin var
lægstur, nei, vit leitaðu eftir portrum, sum stóðu á víð
an vegg fyri okkum.
Tá eg nú spyrji skúlabørn um, hvussu tað er at vera
í skúla, tykist hugsanin um skúlan vera tann sama.
»Tað er keðiligt«. »Feriurnar eru ov stuttar«. »Eg tími
ikki skúlan«.
Eg veit ikki júst nær hesin hugburðurin kemur, tí
børnini gleða seg at fara í 1. flokk. Men onkustaðni á
leiðini gerst tað ókul at dáma at ganga í skúla. Tey, sum
eru íðin, gera skúlating og skara framúr, eru nørdar. Og
tað er ikki positivt at vera nørd.
Tá eg kom á universitetið í Keypmannahavn, fekk
eg annað at síggja. Har vóru næmingar, sum brendu
fyri útbúgvingini. Tey vildu skúlan, og tey tímdu hann.
Umframt øll skúlatingini, sum sjálvandi vórðu gjørd,
lósu fólk eina rúgvu eyka við síðunar av. Tey vóru
sum svampar, sum sugu vitan til sín. Tey vóru aktiv
og intiativrík, og tað var ókul at møta ófyrireikaður til
undir vísing. Tað var kul at vera nørd.
Altjóða búskaparfrøðingar eru á einum máli um, at
so hvørt sum miðalútbúgvingartíðin hjá fólki økist við
einum ári, økist BTÚ við 610%.
Hóast alt fleiri føroyingar fara undir útbúgving, so
liggur framvegis ein skúlanirðandi hugburður í okkara
samfelagi. Tú hoyrir framvegis fólk siga í ramasta álvara,
at tey, sum lesa, nassa. At tey eru dovin. Og ikki tíma
at arbeiða. Sjálvt umboð fyri hægstu myndugleikarnar
eru talsfólk fyri hesum hugburðinum. Herfyri hoyrdu
vit í útvarpinum, at: »Fólk við útbúgving skulu slett
ikki koma heim aftur, tí tey skapa onki virði fyri
samfelagið«.
At vit so javnan hoyra niðrandi útsagnir um skúlar
og tey lesandi, kann kanska vera ein av orsøkunum til,
at næm ingarnir í Føroyum leggja seg eftir at halda hánt
um skúlan. Teir leggja seg eftir IKKI at vera nørdar. Tí
í Føroyum er tað ikki kul at vera nørd. Hesin hug burð
urin kann eisini vera ein av orsøkunum til, at tey klók
astu høvdini ikki tíma heimaftur eftir loknan lestur.
Vit hava heimsins bestu lestrarskipan. Vit hava
allan heimin sum lærupláss. Vit hava allar møguleikar
opnar. Tað er bara spell, at hugburðurin ikki heilt fylgir
við.
Tað er kul
at vera nørd!
Tí veruleikin er, at tað ER kul at vera nørd!
Eydna Skaale
redaktørur
4
Klumma: Tað er kul at vera nørd
6
Vilja samstarva við føroyskar fyritøkur
8
Pisa – og hvat so?
10
Hvussu skal eg velja?
12
Fróðskaparsetur Føroya
14
Fylg dreyminum – ikki streyminum
16
Ymsir skúlar og útbúgvingar í Føroyum
18
Fá allar heimsins møguleikar
18
Býr á Oyri – lesur í Boston
20
Teknisku skúlarnir
21
United World College
22
Okkara Oyrasund
24
Jú fleiri hava útbúgving – jú ríkari gerst landið
26
Spyr um alt á ASK
26
Hentar heimasíður
26
Hvar lesa føroyingar?
28
Fylg dreyminum – ikki streyminum
30
Ymisk lestrartíðindi
30
Ymisk lestrartíðindi
31
At rokna um frá 13 stiganum til 12 stigan
InnIHAldSYVIrlIT:
Redaktør:
Eydna Skaale
Blaðfólk:
Eydna Skaale
Eyðun Klakstein
Rólant Waag Dam
Uni Arge
Vilmund Jacobsen
Fotografar:
Álvur Haraldsen
Jens Kristian Vang
Umbróting:
Tekniska Deild á Sosialinum
Lýsingar:
Eyðun Samuelsen
Forsíða:
Sosialurin
Útgivið:
Sosialurin 23. februar 2011