mikudagur 23. februar 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
Sosialurin
Naina ikki hevði ráð henda
dag in at keypa fisk fyri eina
krónu.
Blaðmaðurin var forfard
ur og setti seg beinanvegin í
samband við danska blinda
stovnin, sum sendi heiminum
5000
krónur.
Afturfyri
skuldu sjónveik kunna koma
á hvíldarheimið, og tann
regla er framvegis galdandi.
Peningurin fór til ein
grunn, so ognarleysar konur
kundu koma á heimið.
Nógv vælvild
Ása Olsen sigur, at Naina
gjøg num árini hevur fingið
nógvar gávur, og fleiri fólk
hava testamenterað ognir
sínar til hvíldarheimið. Hetta
er eisini hent í nýggjari tíð.
Alma og Ehrenfryd Juhlet
lótu alt sítt til heimið. Nakað
av vakra innbúgvinum á
Naina var brúðargáva teirra
og tey góvu eisini heiminum
málningar.
Tá ið hann fekk starv í
Danmark sum postmeistari,
fóru tey av landinum aftur.
Men tey gloymdu ikki
Naina so. Í 1963 var Naina í so
svárari trongstøðu, at stýrið
valdi at lata heimið aftur.
Hetta harmaði tey bæði,
so tey komu aftur til Føroya,
og Kvinnufelagið í Havn gekk
saman við teimum á odda
fyri at fáa heimið at lata upp
aftur. Hetta eydnaðist í 1965.
Um hetta mundið var
Anna Danielsen leiðari, so
kom Ansa Djurhuus, Katrin
Dahl, og fyri átta áru m tók
Ása Olsen við sum fyri
støðukvinna.
Naina er nakrar ferðir
bygt út. Alt er líka væl gjørt
og væl hildið, so tey kenna
einki til blámusopp.
Alt gott
Fíggjarliga er heimið eisini
væl fyri. Starvsfólkini eru
sjey sjúkrarøktarfrøðingar,
økonoma og reingerðarfólk.
Húsavørð hava tey ongan,
tí starvsfólkini duga sjálv
at siggja, um okkurt krevur
ábøtur, og so verður ringt
eftir handverkarum.
– Vit hava ótrúliga góð
starvsfólk, sum ganga so høgt
uppí at hugna um og halda
húsið, at tað kundi næstan
verið teirra egna. Eingin er
bangin fyri at taka eitt eyka
tak. Vit eru fegin um at halda
føðingardag og samstundis
minnast tey menniskjuliga
virð ini í teimum fólkunm,
sum tóku stig til heimið,
sigur Ása Olsen.
Hetta húsið er so væl
signað, at eg gleði meg hvønn
dag at fara til arbeiðis, sigur
hon.
Fáa heilsubót
Upprunaliga var hvíldar
heimið fyrst og fremst ætl að
teimum forstríddu og veiku
konunum. Framvegis eru
tað mest kvinnur á hvíld
ar heiminum, men av og á
eru menn eisini har. Hetta
tulkar Ása Olsen sum, at tá
ið ein maður er sjúkur ella er
útskrivaður av sjúkrahúsi,
tekur konan sær av honum.
Sjáldan er tað øvugt, at mað
urin á sama hátt tekur sær
av konuni. Haraftrat duga
kvinnur illa at binda frið
heima.
Sjúklingarnir á Naina fáa
alt borið upp í hendurnar, tí
tey skulu binda frið. Men tey
kunnu altíð spáka sær ein túr.
Tað gevur eisini heildubót.
Tá ið fólk verða skurð við
gjørd á sjúkrahúsi, verða tey
nú beinanvegin skrivað út.
Ofta eru tey tá veik og verða
ávíst til hvíldarheimið.
Tað er púra beint, tí tey
koma nógv fyrr fyri seg her
enn á sjúkrahúsi, har vandin
fyri infeksjónum er nógv
størri, tí har eru sjúk fólk.
Her er friðarligt og ljóst, og
sjúklingarnir fáa fulla røkt
sigur Ása Olsen.
Ein song á sjúkrahúsi
kostar meira enn á hvíldar
heiminum.
Tað hendir meira enn
so, at kvinnur, sum hava
røktarkrevjandi mann heima,
koma á hvíldarheimið, tá ið
maðurin fer í umlætting, tí
tá tørvar kvinnunum hvíld.
Tað koma ikki so nógvar
barnakonur longur á Naina,
nú samferðslukervið er so
gott.
25 pláss eru á Naina, og
um 360 fólk eru har um árið.
List ger væl
Nógvir vakrir málningar eru
á hvíldarheiminum. Nakrar
hevur Mikines málað og
eru frá tíðini, tá ið hann var
á hvíldarheiminum. Onn
ur kend listafólk hava mál
að aðrar. Onkuntíð hava
sjúklingar
savna
saman
pen ing til málning at geva
Naina.
– Tað er gott við so nógv
ari list her. Øll fara ikki
til listaframsýningar. Her
eru málningar, sum gleða
sjúklingarnar og gera teimum
væl, sigur Ása Olsen.
Tað, sum hon veit um,
hava allir sjúklingar vrið væl
nøgdir, og hon hoyrir mang
an aftur frá fólki, sum minast
aftur á nakrar góðar vikur á
Naina.
Hvíldarheimið
Naina
verður fíggjað av landinum,
Helsutrygd og kommunum,
sum rinda størsta partin.
Litirnir á gongini eru valdir út frá stóra málninginum
Sjúklingarnir rósa himinum fyri at duga væl at fáa burturúr.
Einki fer burtur, og Thora Kúrberg bakar øll breyðini
Tvær stórar og ljósar uppihaldstovur eru á hvíldarheiminum
Vakurt er uttan um heimið í Gundadali
– Vit hava ótrúliga
góð starvsfólk, sum
ganga so høgt uppí
at hugna um og halda
húsið, at tað kundi
næstan verið teirra egna