mikudagur 23. februar 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
10
Sosialurin
Lestrarblaðið
Um tú ert á berajólum:
•
Ynskir tú tær eina langa, eina
stutta ella eina miðallanga
útbúgving?
•
Hugsa
um,
hvat
motiverar
teg. Lat vera við at hugsa um
ítøkiligar útbúgvingar og hugsa
í staðin um, hvat tú tímir, og
hvat hevur tín áhuga. Tímir tú
tøl, mál ella alis- og evnafrøði?
Hava menniskju, djór ella list
tín stóra áhuga? Vilt tú hava
stóra ábyrgd, hava skiftandi
arbeiðstíðir ella arbeiða 8-16?
Hugsa um, hvat hevur týdning
fyri teg.
•
Hygg í bókina »Hvad kan jeg
blive«, sum væl kann pe ila teg
inn á hvat øki, tú hevur áhuga
fyri.
•
Ynskir tú tær eina bókliga
útbúgving, eina praktiska, ella
skal tað vera eitt sindur av
hvørjum?
•
Vilt tú útbúgva teg í Føroyum,
vilt tú til Danmarkar ella vilt
tú longri út í heim? Hvussu
við málsligum forðingum ella
avbjóðingum?
•
Práta við ymisk fólk, sum lesa
ella sum hava lisið, og hoyr
hvat tey hava at greiða frá um
útbúgvingina. Spyr eisini fólk
um, hvørjum tey arbeiða við,
og hugsa um, um tú heldur tað
ljóða áhugavert.
Tá tú skalt peila teg inn á
nakrar fáar útbúgvingar:
•
Kanna
hvørjar
útbúgvingar
innihalda tað, tú tímir, og
peila teg spakuliga nærri inn
á nakrar fáar. Um tú til dømis
tímir at fáast við mál, skalt tú
so lesa føroyskt, spanskt, til tolk,
retorik, journalistik ella okkurt
heilt annað? Hvat sær mest
áhugavert út?
•
Kanna hvørjir møguleikar eru,
spyr ein lestrarvegleiðara á
miðnámskúlanum, á Altjóða
Skrivstovuni ella á teimum
ymsu lærustovnunum.
•
Summar
útbúgvingar
snúg-
va seg í stóran mun um bólka-
arbeiði, meðan aðrar ikki gera
tað. Summar hava smá hold,
meðan summi hava heilt stór.
Hevur hetta nakran týdning fyri
teg?
•
Kanna hvørjar útbúgvingar tú
kanst sleppa inn á við tínum
prógvi og/ella royndum. Ynskir
tú onkra útbúgving, har tú ikki
lýkur krøvini, umhugsa so, um
tú hevur hug at supplera og
økja møguleikarnar, ella um tú
heldur skalt velja okkurt annað.
•
Kanna
hvussu
nógv
verða
upptikin á kvotu 2, um tú ikki
lýkur krøvini til kvotu 1.
•
Leita
á
heimasíðunum
hjá
ymsu útbúgvingarstovnunum
og les lýsingarnar av ymsu
útbúgvingunum.
•
Kanna hvørjar karrieru- og ar-
beiðs møguleikar tær ú tbúgv-
ing arnar, tú kundi hugsað tær
at farið undir, hava. Minst til,
at útbúgvingin bert tekur fá ár,
men tú skalt arbeiða restina av
lívinum.
Tá tú skalt søkja:
•
Lat vera við at vera søkja í
seinastu løtu! Byrja at hugsa
um umsóknir í góðari tíð, tí tað
kann altíð vera okkurt prógv,
sum tú ikki finnur ella aðrir
trupulleikar, sum stinga seg
upp.
•
Lat vera við at snýta! Seinastu
ferð onkur snýtti við próvnum,
kostaði tað 4.000 kr, tríggjar
mánaðar fongsulsrevsing og
viðkomandi varð eisini tveittur
út av útbúgvingini.
•
Umhugsa, um tú kanst søkja
við kvotu 1 ella tú skalt søkja
við kvotu 2. Um tað vísir seg, at
prógvið er nóg gott at sleppa inn
við kvotu 1, men tú hevur søkt
við kvotu 2, so missir tú ikki
møguleikan, tí umsóknin verður
bara løgd yvir í kvotu 1 bunkan.
•
Søkir tú við kvotu 2, umhugsa so,
hvussu tú skrivar umsóknina.
Ger tær ómak og fá onkran at
rættlesa hana.
•
Tosa við fyrrverandi arbeiðs-
gevarar í góðari tíð, tí tað kann
taka bæði dagar og vikur at fáa
arbeiðsváttanir og -ummæli frá
teimum.
•
Vilt tú bara søkja eina út-
búgving, ella vilt tú heldur søkja
fleiri ymiskar?
•
Søkir tú bert eina útbúgving,
kanst tú søkja um stand-by
pláss, soleiðis, at tú sleppur til,
um onkur annar gevst aftur
innan fyrsta mánaðin (og tú ikki
slapp inn í fyrsta umfari). Søkir
tú stand-by pláss sleppur tú við
vissu inn árið eftir, um tað ikki
lukkast hesuferð.
•
Søkir tú fleiri ymiskar útbúgv-
ingar, hugsa so um raðfestingina.
Hvat vilt tú allarhelst, hvat vilt
tú næsthelst og so víðari.
Um ikki gongst sum ætlað:
•
Um lesturin als ikki vísir seg
vera tað, tú hevði væntað, so
er eingin skomm at gevast og
royna okkurt annað.
•
Hugsa tó um, hvørt tú skalt
halda á í eina lestrarhálvu og fáa
nakrar próvtøkur við, soleiðis at
tú kanst merit-yvirføra tað til
eina aðra útbúgving, ella um tú
vilt gevast umgangandi.
•
Sleppur tú ikki inn á nakað, tú
hevur søkt, ber til at fylgja við,
tá restplássini verða kunngjørd.
Tað eru altíð nøkur pláss eftir
á ymsum útbúgvingum, og tá
er øllum frítt fyri at søkja. Tað
kundi hent, at okkurt tiltalaði
teg har.
•
Kanna, um tú kanst gera nakað
fyri at bøta um tínar møguleikar
inntil komandi ár, og so søkja
aftur tá.
Hvussu skal eg
velja útbúgving???
Lagt til rættis: Eydna Skaale