mikudagur 23. februar 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
10
Sosialurin
Randi Jacobsen
Myndir: Álvur Haraldsen
Tað hvílir ein serligur friður
yvir hvíldarheiminum Naina
í Gundadali í Havn. Hvíldar
heimið minnir ikki um nakr
an stovn. Har valdar heimligt
ró.
Lakeraðu
trappurnar
skína, og stovurnar eru
hugna ligar við sínum vakra
innbúgvi og nógvum máln
ingum á bróstunum.
Naina stendur har beint
upp at viðarlundini í eini
grøn ari lagd við vøkrum út
sýni.
Í dag eru 75 ár liðin, síðan
Naina læt upp, og tað verður
hátíðarheildið við móttøku,
har Tórshavnar Manskór fer
at syngja.
Naina, sum merkir eitt
vak urt stað, er uppkallað
eftir
donsku
kvinnuni
Naina Scharla Nielsen, sum
í 20árunum kom til Føroya
at undirvísa í húsarhaldi.
Áhug an fyri Føroyum fekk
hon, tí hon í Danmark hevði
fleiri næmingar úr Føroyum,
og so hevði hon eisini hug at
uppliva nakað.
Í 1929 bygdi hon ein húsar
haldsskúla í Havn, og eftir at
hava verið runt í landinum
og sæð, hvusu ússaligt lív
nógvar familjur livdu, fekk
hon tað hugskot at stovna
eitt hvíldarheimi við húsar
haldsnæmingum sum ar
beiðs megi og á tann hátt
halda útreiðslunum niðri.
Hetta var meðan ruberklarnir
gingu, og kvinnurnar áttu
upp í 16 børn. Kvinnurnar
vóru illa fyri.
Naina Scharla Nielsen
kom ikki á mál við síni
ætlan, tí hon doyði í 1934 av
bróst krabba einans 41 ára
gomul. Ætlanin við at hava
næmingar sum arbeiðsmegi
kundi ikki rættiliga brúkast.
Nógvar gávur
Men hon hevði ein góðan
hjálpara, sum æt Alma Juhl
ert, sum setti sær fyri at
fullføra ætlanina hjá Nainu.
Naina hevði testamenterað
sínar ognir til ætlanina, men
tá ið arvingarnir høvdu fing
ið sítt, vóru bara 5.600 krónur
eftir. Og tað var langt frá
nóg mikið til at byggja eitt
hvíldarheim fyri.
Alma Juhlert fór so til
verka. Í Danmark eydnaðist
henni at savna 25.000 krónur
inn m.a. frá vælviljaðum fyri
tøkum og einstaklingum, og
hon syrgdi eisini fyri at fáa
sement úr Danmark fyri
hálvan prís. Hon fekk ein
byggimeistara at koma til
Føroya at standa fyri bygg
ingini, tí føroyingar vóru tá
ikki vanir við betongarbeiði.
Timbrið varð somuleiðis
keypt bíliga.
Skjótt og gott verk
Fyri at sleppa bíligari varð
søkt eftir handverkarum,
sum vildu koma at gera ar
beiðið fyri hálva løn, og tað
stóð ikki á at fáa nóg mikið
av fólki.
Arbeiðið byrjðai í juni, og í
september sama ár var húsið
longu takt. 23. februar 1936
var húsið klárt at flyta inn í.
Tað gingu sostatt bara níggju
mánaðir, frá tí at arbeiðið
byrjaði, til húsið stóð liðugt.
Samstundis fór inn savn
ing fram í Føroyum, og hóast
vánaligar tíðir, komu 15.000
krónur inn. Av teim um komu
800 krónur frá skúla børn
um.
Heimið fekk nógvar gávur
frá høgum og lágum. Lánið
var einas 5.000 krónur.
Eitt kall
Maður Almu æt Ehrenfryd
Juhlert, og hansara partur lá
ikki eftir.
Tey vóru missiónsfólk
og sóu tað sum eitt kall við
hvíldarheiminum Naina.
Tey trúðu fult og fast
uppá, at Várharra helt hond
ina yvir heiminum, tí hvørja
ferð tað stóð á, kom ein
óvæntað hjálp.
Tá ið handverkararnir
skuldu hava løn, var eingin
pen ingur tøkur.
Beint tá kom ein maður
framvið av tilvild og beyð
sær at keypa húsini hjá Almu
og Ehrenfryd Juhlert. Tað
var annars ikki lætt at finna
keypara, men hesin maðurin
legði peningin á borðið, og tí
bar til at gjalda monnunum
løn, greiðir Ása Olsen frá.
Tey bæði búðu so í kjall
aranum á hvíldar heiminum,
og tey fingu sær ikki løn frá
heiminum.
Eina aðru ferð var ein
blað maður á Berlingske Tid
ende og vitjaði fyri at skriva
um heimið.
Tá var vanligt, at fólk
seldu fisk, og tað kom blað
mann inum fyri oyrað, at
Eitt megnartak
at byggja Naina
Tvær danskar kvinnur eiga størsta heiðurin fyri, at hvíldarheimið Naina nakrantíð varð bygt. Við áhaldni fingu
tær pening til vega, tí tær sóu, at tørvur var á einum hvíldarheimi til fátækar og útstríddar kvinnur í Føroyum.
Hóast korini nú eru betri, er framvegis tørvur á hvíldarheiminum, sum í dag fyllir 75 ár, sigur Ása Olsen, leiðari
Her sita tey væl beint upp at viðarlundini
– Hetta húsið er so deiligt, at eg gleði meg hvønn morgun
at koma til arbeiåðis, sigur Ása Olsen, leiðari