mikudagur 23. februar 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
Sosialurin
Lestrarblaðið
vit vilja hava, og hvat innihaldið
í honum skal vera. Hetta eigur
kjak ið fyrst og fremst at snúgva
seg um, heldur Páll Isholm. Hann
hevur tí eisini fleiri ferðir sagt sína
hugsan alment um skúlaskap og av
bjóðingar í framtíðini.
– Eg sakni kjak og meiningar á
politiska pallinum um veruliga inni
haldið í undirvísingini. Tað tykist
vera nógv lættari at hava eina mein
ing um alt annað, t.d. bygningar,
skúla garðar, foreldrasamstarv, tíma
tal og leiðslubygnaðir, heldur enn
at hava meiningar um innihaldið
í tí, sum fer fram í skúlastovuni.
Tá meiningar hendinga ferð eru
frammi um innihaldið, snúgva
tær seg um bátasmíð, kvøðing og
kristni. Men vit tosa tá um at varð
veita mentan og siðaarv og ikki um
sovorðið, sum hevur við av bjóð
ingar í framtíðini at gera. Tað áttu
vit at tosað nógv meira um, sigur
Páll Isholm.
Hann skrivaði herfyri eina kro
nikk undir heitinum »Framtíðin í
bíðistøðu,« har hann m.a. vísti á, at
føroyingar vita væl, hvat er rætt at
gera innan skúlaøkið, men megna
ikki at gera tað. Vit gagnnýta ikki
tær milliardaíløgur, sum eru gjørdar
í samferðslukervið, og brúka ov
nógvan pening upp á skipanir, sum
tíðin langt síðan er farin frá. Vit
effektivisera okkum ikki og verða
tí ikki kappingarfør. »Vit halda
fast í eini farnari og dýrari fortíð,
sam stundis sum vit vilja inn í eina
effektiva og framskygda framtíð.
Hetta er eitt paradoks, sum ikki
letur seg gera, og sum kostar okkum
dýrt hvønn einasta dag. Bæði í pen
ingi og dygd,« skrivaði hann.
Sama lærara í 10 ár
Hann nevndi m.a., at í Eysturoynni
og Norðoyggjum eru sjey fram
haldsdeildir, sum hava eitt og sama
endamál, nevniliga at útbúgva ung
dómar í 8., 9. og 10. flokki. Mesta
fjar støðan millum hesar sjey fram
halds deildirnar er 35 kilometrar.
Kortini verður hildið fast við hesa
sundurbýting, og úrslitið er, at
kanska á ongari framhaldsdeild
er fakliga støðið nóg høgt og
menn andi. Hann skrivaði eisini,
at summa staðni verður enn hildið
fast við, at flokkar skulu hava sama
floks lærara í samfull 10 ár, ja, helst
helst eisini sama føroysktlærara
og
rokni lærara.
Einlærara skip
anin er sostatt framvegis í gildi, og
neyvan samsvarar hon við ný mót
ans námsfrøðilig krøv, helt hann.
»Ímynda tær felagsskapin av
børnum, sum ikki fekst at rigga í
barna garðinum, sum so fekk ein
vánaligan og kanska ótolnan floks
lærara í 1. flokki, ið tey hingu uppá,
líka til tey skuldu á miðnám. Hvussu
hava hesi børnini tað, hvussu hevur
skúlin og fyri tann skuld barna
garð urin megnað sína uppgávu?
Hvussu nógv føroysk børn hava
upp livað nakað líknandi í sínum
nær umhvørvi, og hvussu nógv
børn ynskja vit skulu uppliva hetta
í fram tíðini,« spurdi Páll Isholm í
kronikkini. Hetta og mangt annað
verður umrøtt á seminarinum, sum
Rigmor Dam, Helgi Rasmussen og
hann sjálvur skipa fyri á Føroya
Fólka skúla 10. mars.
ua@sosialurin.fo
FAKTA:
Rigmor Dam, Helgi Rasmussen
og Páll Isholm skipa 10. mars
fyri reflektiónsseminari á Føroya
Fólkaháskúla um fólkaskúlan
Tey vilja hava kjakið at snúgva seg
um annað enn tímatal, bygningar og
stríðsmál millum áhugabólkar. Hvussu
fæst skúlin at hóska til nútíðina, er
høvuðsspurningurin
PISA-kanningin í 2009 vísti, at føroyskir
næmingar eru ringast fyri av teimum
norðurlendsku. Føroyar vóru aftast bæði
í lesing, støddfrøði og náttúruvísindum
Í PISA-kanningini varð staðfest, at
støðan var javnt góð ella vánalig
í ymsu skúlunum. Tvær orsøkir til
vantandi innlæring vóru ónøktandi
undirvísingaramboð og órógv
PISA-kappingin í 2009 vísti eina
ávísa framgongd í lesing samanborið
kanningina í 2006, sum skelkaði alt
samfelagið. Men framgongdin var lítil
Tilvildarlig mynd