Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 Sosialurin Uni Arge Mangan hava oddafólk í fe­ lagnum gjørt vart við áhuga­ mál felagsins í fjølmiðlunum, og meira enn so hevur fe­ lagið verið í verkfalli, so al­ menn arbeiðspláss hava lig ið púra lamin. Tiltikið er verk fallið vorðið, tá limirnir í Starvsmannafelagnum skip­ aðu fyri blokadu í Fíggjar­ mála ráðnum á Argjum, með an Karsten Hansen var landsstýrismaður við fíggjar­ málum. Ikki minni tiltikin er útsøgnin hjá Karsteni Hansen á kaiini í Leirvík, tá hann hann speiskliga hevði at øllum hesum blokerandi fólkunum, sum gingu og mólu millum húsini í Havn. Flent hevur mangan ver ­ ið at hesi útsøgn, tí hon var júst ein speisk við­merk­ ing um, at limirnir í Starvs­ mannafelagnum eru ikki júst tílíkir, sum hvønn dag standa upp ímóti hvøssum landnyrðingi og draga línu ella banka ís á fjarleiðum. Starvsmannafelagið er, sum navnið sigur, felagið hjá starvsfólkum á almennum stovnum og fyritøkum, og felagið er bæði stórt og sterkt. Felagið hevur eitt nú stásilig hølir og væl skipaða umsiting, og røddin hjá felagnum í almenna rúminum er sterk. Ótaldar ferðir hava oddafólk í felagnum sett daggskránna í fjølmiðlunum. Felag klovnaði Søgan hjá Starvsmanna­ fe lag num byrjar við, at heima stýrislógin verður sett í gildi í 1948. Tá gingu starv s fólk og tænastumenn hjá landinum saman í felag, ið eisini nevndist Starvs­ manna felagið. Á sumri í 1960 fór felagið so í verkfall, tí báðir starvsbólkarnir vóru ónøgdur við síni viðurskifti. Verkfallið var hart. Býráðið í Havn hótti við at senda fólk til hús, um tey ikki komu til arbeiðis, so tey møttu skjótt aftur. Landsstýrið helt verk­ fallið vera ólógligt og hótti eisini við at senda fólk til hús. At enda varð semja gjørd millum partarnar, og verkfallið endaði. Burtur úr verkfallinum komu lyfti frá landsstýrinum um ábøtur fyri báðar yrkis­ bólkarnar, men greitt var eftir verkfallið, at starvsfólk og tænastumenn høvdu so ymisk áhugamál, at tey vóru betur skipað í hvør sínari deild í felagnum. Tosað varð um at skipa eitt Meginfelag Starvs­ og Tænastumanna við einari deild fyri starvsfólk og einari fyri tænastumenn. Málið varð tikið upp á aðal­ fundi 8. februar í 1961, men onki kom burturúr. Tá lim­ irnir aftur møttu tann 16. februar, høvdu bæði starvs­ fólk og tænastumenn valt nevndir at umboða hvør sín yrkisbólk. Við hesum var felagið í roynd og veru farið í tvín­ ingar, og tá aðalfundurin varð tikin uppaftur 23. febr­ uar, varð skilnaðurin stað­ festur. Samstundis varð stað­ fest, at bæði feløgini vóru limir í Meginfelag Starvs­ og Tænastumanna, ið skuldi taka sær av felags áhuga mál­ um hjá feløgunum báðum. Hetta felagið var virkið eina tíð, men helt so uppat. Starvs manna felagið fødd­ ist sostatt burtur úr einum klovningi á almenna arbeiðs­ marknaðinum, men fekk væl burturúr, tí lønarvøksturin á heysti í 1961 var góð 50 prosent í meðal sammett við árið frammanundan. Stríðið heldur fram Forkvinna í Starvsmanna­ felagnum í dag er Selma Ellingsgaard. Hon tók við eftir Gunnleiv Dalsgarð, sum í fleiri ár var rættiliga sjónligur á almenna pallinum. Aðrir formenn í nýggjari tíð hava verið Erhard Jacobsen, Jákup Danielsen og Ernst Hansen. At mong kenna bæði verandi forkvinnu og fyrr verandi formenn sigur kanska alt um, hvussu sjón­ ligt Starvsmannafelagið er. Tað er sum oljubilurin í granna lagnum. Hann er ikki altíð har, men altíð onkun­ tíð. Í sambandi við 50 ára stovningardagin fegn ast Selma Ellingsgaard eisini um sigrarnar, ið Starvs manna­ felagið hevur vunnið. Handan hvønn einasta sigur, sum vunnin er, liggur tógvið stríð, samráðingar, samstarv og tíverri eisini lemjandi verkføll, vísir hon á í skrivi til fjølmiðlarnar. Enn sum áður er bulurin í felagnum limirnir, og álitið eru álitisfólkini, sum røkja uppgávuna sum bindilið millum leiðslur, limir og felag. Á rókini sita so nevndin og umsitingin og útinna viljan hjá limunum. Og júst soleiðis eigur tað at vera, heldur forkvinnan. Hon heldur 50 ára dagin vera eitt gylt høvi at líta aftur um bak og stinga nýggjar leiðir út í kortið. Og komið er ikki á mál, staðfestir hon. – Menningin í føroyska samfelagnum og í almennu umsitingini hevur verið stór hesi fimmti árini, felagið hevur virkað. Nútíðin krev­ ur, at vit alla tíðina laga og fyrireika okkum til framtíðar avbjóðingar, har kappingin við umheimin herðist í hvørjum. Her eiga vit ikki at gloyma siðbundnu stríðsøkini løn og arbeiðstíð, men eisini virka fyri trygd og trivnaði, støðugari førleikamenning og smidligari lønarskipanum. Sum árini eru liðin, eru al­ samt fleiri fakfeløg komin upp í Starvsmannafelagið. Tí er felagið í dag meiri eitt fakfelagssamtak enn eitt vanligt fakfelag, og marg­ feldið og støddin eru okk ara styrki, sigur Selma Ellings­ gaard. Starvs­ manna­ felagið stríðst í hálva øld Í dag hátíðarheldur Starvsmannafelagið sín 50 ára stovningardag. Felagið fór undir sítt virksemi sum sjálvstøðugt felag tann 23. februar í 1961. Frá 1948 vóru starvsfólk og tænastufólk hjá landinum í sama fakfelag, ið eisini kallaðist Starvsmannafelagið, men hetta felagið fór í tvíningar í 1961, tá starvsfólk og tænastumenn stovnaðu hvør sítt felag. Í dag eru 2200 limir í Starvsmannafelagnum Starvsmannafelagið varð stovnað 23. februar í 1961 Umleið 100 limir vóru í felagnum tá. Nú eru teir 2200 Limir í Starvsmannafelgnum eru starvsfólk í umsiting, stovnum og feløgum hjá landi og kommunum Forkvinna í felagnum í dag er Selma Ellingsgaard Hinir formenninir hava verið: Erling Djurhuus, Niclas Andrassen, Jógvan Jensen, Hans Thomsen, Ásbjørn Midjord, Atli Klein Olsen, Ernst Hansen, Andrass Skaalum, Erhard Jacobsen, Hartvig Hansen, Jákup Danielsen og Gunnleivur Dalsgarð Fakta Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum