Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 Sosialurin Lestrarblaðið etur Føroya www.setur.fo Søgu- og samfelagsdeildin: Samfelags­ frøði Á søgu- og samfelagsdeildini ber til at lesa bachelor í sam felags frøði. Hetta er ein samantvinning av bæði søgu og stjórnmálafrøði. Sam- felags frøði kann nýtast sum ein útbúgving fyri seg, men til ber eisini til at lesa víðari, og tá fara inn á eina meiri stjórn málasliga kós. Til ber at lesa bachelor í sam - felags frøði, lesturin er skip- að ur við tveimum støðis ár um og einum BA ári. Upp tøkutreyt er mið náms- prógv ella samsvarandi útbúgving. Lestrarbyrjan er august 2011. Søgu- og samfelagsdeildin: Søga Á søgudeildini lesur tú fleiri yms ar lærugreinar, men dent ur verður lagdur á søgu. Tvey tey fyrstu árini eru yms- ar grundlærugreinar, og trið- ja árið ber til at leggja dent á tað, tær dámar best. Til ber at lesa bæði bachelor og master í søgu. Lesturin er skip að ur við tveimum árum av støðisnámi og einum bachelor ári, og um tú ynskir at fara víðari, eru tvey ár av mast er lestri. Upptøkutreyt er mið náms- prógv ella samsvarandi út- búgv ing. 30 lesandi verða tikin inn árliga, og lestr ar- byrjan er august 2011. Føroya Læraraskúli: Lærara­ útbúgvingin Læraraútbúgvingin tekur 4 ár og er í tveimum stigum. Fyrri partur er 3 ára út búgv- ing á bachelorstøði. Dent ur verður lagdur á, at tey les andi fáa eitt gott fakligt grund- arlag í lærara yrk i num, t.d. at skilja grund leggjandi tættir í á støðil ig um arbeiðisháttum, læra virðini, lærarayrkið bygg ir á, nema sær ta frá- læru ligu, námsfrøðiligu og sálarfrøðiligu vitan og teir førleikar, lærarin hev ur brúk fyri og savna hug an um ta breiðu fakligu vitan- ina, ið krevst at undir vísa í annaðhvørt hug- ella náttúrvísindaligu læru grein- unum Triðja árið verður fyrra linjan lis in. Linjulestur er miðvís bók lig og praktisk fyrireiking til at undirvísa í einari av læru grein um fólkaskúlans. Bachelor uppgáva verður eisini skrivað hetta árið. Annar partur - fjórða árið - er yrkisrættað. Onnur linjan verður lisin, og tey lesandi fyrireika seg til lærarayrkið. Starvslæran er týdningarmikil liður í útbúgvingwni. Upptøkutreyt er prógv frá miðnámsskúla, ella annar skúli ella royndir. Førleikakrøvini hjá hesum umsøkjarum verða mett í hvørjum føri sær. Lestrarbyrjan er august 2011 Føroya Læraraskúli: Náms frøði Námsfrøðingaútbúgvingin tekur 4 ár og er í tveimum stigum. Fyrri partur er 3 ára útbúgv- ing á bachelorstøði. Dent- ur verður lagdur á, at tey les andi fáa gott fakligt grund ar l ag í námsfrøði, t.d. at skilja grundleggjandi tætt ir í ástøðiligum arbeiðis háttum, læra virð- ini, námsfrøðingayrkið bygg ir á og nema sær ta námsfrøðiligu og sálar- frøðiligu vitan og teir før- leik ar, ein námsfrøðingur brúk ar í gerandisdegnum. Triðja árið savna tey les- andi seg um eitt ávíst námsfrøðiligt øki, og bachelor uppgáva verð- ur skrivað. Annar part- ur - fjórða árið - er eitt yrkisrættað ár. Tey lesandi fyrireika seg til námsfrøðingayrki. Starvslæran er týdningarmikil liður í útbúgvingini. Upptøkutreyt er prógv frá miðnámsskúla, ella annar skúli ella royndir. Førleikakrøvini hjá hesum umsøkjarum verða mett í hvørjum føri sær. Lestrarbyrjan er august 2011 Søgu- og samfelagsdeildin: Stjórn­ málafrøði Á søgu- og samfelagsdeildini lesir tú fleiri ymsar lærugreinar, men dentur verður lagdur á stjórnmálafrøði. Til ber at lesa bachelor í stjórnmálafrøði. Lesturin er skipaður við tveimum árum av støðisnámi og einum bachelorári. Lestrarbyrjan er í august 2012 Upptøkutreyt er miðnámsprógv ella samsvarandi. Gransking Fróðskaparsetrið er ein granskingar og undirvísingarstovnur, sum tekur lut í bæði heimligari og útlendskari gransking. Granskarnir á Fróðskaparsetrinum samstarva við starvsfelagar á útlendskum universitetum um verkætlanir. Eisini er nógv samstarv millum teir føroysku granskingarstovnarnar. Herfyri varð ein føroyskur granskingarpolitikkur orðaður, sum skal tryggja føroyskum granskarum betri karmar og møguleikar. Alment skeið í føroyskum Til ber at taka eitt styttri próvskeið í føroyskum -og skeiðið er fyri øll. Skeiðið økir um førleikarnar í føroyskum bæði viðvíkjandi arbeiði, gerandislívi og hægri lestri. Dentur verður lagdur á mállæru, og nógvar praktiskar venjingar styðja tað, sum gjøgnumgingið verður. Eisini verða ymsir tekstir tiknir fram, sum skulu lesast, greinast og tulkast. Undirvíst verður í 18 vikur og kostnaður er 2.800 kr + próvtøkugjald á 700 kr. Skeiðsbyrjan er 26.09.11