mikudagur 23. februar 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Anfinnur Olsen, sum er ein
av trimum pørtum aftanfyri
Framherja og sum nú er
annar av stjórunum í nýggja
samtakinum, segði herfyri,
at nýggja samtakið fer at
hava sína egnu søludeild, og
at hendan verður skipað á
høvuðsskrivstovu felagsins,
sum verður í Runavík.
Hetta
segði
hann
í
samrøðu við Dimmalætting.
Høv uðsskrivstovan
hjá gamla Faroe Seafood
lá í Havn - á fyrrverandi
Bacalao, men hetta virkið
var ikki við í keypinum hjá
nýggja samtakinum.
Nú
verður
so
høvuðssætið
hjá
nýggja
samtakinum altso í Runavík
- og ikki í Havn.
Grannavirki
Av teimum fýra virkjunum,
sum
nýggja
samtakið
keypti,
er
fyrrverandi
Lynfrost
í
Saltangará
og fyrrverandi Nykur á
Toftum.
Í Runavík hevði Faroe
Seafood flakaframleiðslu,
serliga úr upsa, og á Toftum
hevur í nógv ár verið
saltfiskaframleiðsla.
Øll tey seks skipini, sum
eru við í keypinum, hava øll
árini siglt út av Runavík,
eins og tey hava lagt veiðina
upp á landingarmiðstøðini
Kongshavn í Saltangará
Skipini eru soleiðis farin
og komin um havnalagið hjá
Runavíkar havn. Manningin
er
komin
úr
ymiskum
heraðshornum í landinum.
Kongshavn
Enn
veit
eingin,
hvussu
verður
við
l a n d i n g a r m i ð s tø ð i n i
Kongshavn, sum ikki er
insolvent, men skal seljast,
eins og allar aðrar ognir,
sum vóru undir hattinum
hjá
Faroe
Seafood-
samtakinum.
Eini 25-30 fólk hava
havt
sítt
tilknýti
til
landingarmiðstøðina, sum
nú aftur hevur landað
nøkur skip eftir steðg í ein
mánaða ella so.
vilmund@sosialurin.fo
Høvuðs
sætið verður
í Runavík
Nú tað eru tvey feløg í Eysturoy, Varðin og
Framherji, sum saman við Bacalao hava stovnað
nýggja felagið, ið kemur at reka trý fiskavirki
og seks ísfiskatrolarar, verður høvuðssætið hjá
fiskivinnurisanum flutt úr Havn og inn til Runavíkar
Høvuðsskrivstovan hjá gamla Faroe Seafood lá í Havn - á fyrrverandi
Bacalao, men hetta virkið var ikki við í keypinum hjá nýggja samtakinum.
Nú verður so høvuðssætið hjá nýggja samtakinum í Runavík
Mynd: Vilmund Jacobsen
oysa øll
si vikuni
Gongst, sum ætlað hjá
nýggja samtakinum, loysa
fýra ísfiakatrolarar í dag
– og Anfinnur Olsen, stjóri,
væntar, at tey, sum ikki
loysa í dag, loysa í morgin
Mynd: Vilmund Jacobsen
eigararnir áttu skipini. Skipið
er klárt, men skal sýnast av
Skipaeftirlitinum,
áðrenn
tað kann loysa aftur til
fiskiskap.
Hann væntar, at sýnið
fer fram í dag og gongst,
sum ætlað, skuldu Rókur og
Lerkur eisini verið klárir at
loysa í dag ella í morgin.
Skipini fyrst
Tá nýggja samtakið keypti
skip og virkir, varð sagt, at
skipini fyrst skuldu fáast
aftur til fiskiskap, meðan
virkini bíða eitt sindur.
Anfinnur Olsen sigur, at
felagið fer at hyggja upp á
virkini, tá skipini eru komin
útaftur.
- Beint í løtuni kann eg
ikki siga, nær fyrstu virkini
lata uppaftur, men hesum
partinum fara vit at taka
okkum av, nú skipini hava
lagt frá bryggju, sigur stjórin,
Anfinnur Olsen.
vilmund@sosialurin.fo