Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 14 Sosialurin Lestrarblaðið Hvussu eitur tú? Mirjam Absalonsen Aldur? 26 Hvaðani ert tú? Tórshavn Hvat lesur tú ? Eg lesi til lærara á 6. semestri í Keypmannahavn á Metropol lærer ud dannelserne. Verði væntandi liðug summarið 2012. Hvar hevur tú verið í starvsvenjing? Í fjør var eg í starvsvenjing í Sao Paulo, Brasilia í 3 vikur. Hvussu kanst tú lýsa skúlan/ undirvísingina? Skúlin var ein av dýrastu privat skúlunum í býnum. Av tí sama var støðið høgt, og tey høvdu sínar mát ar at gera tingini uppá. Hetta hevði við sær, at vit ikki sluppu at standa fyri undirvísingini, men luttóku og eyg leiddu, meðan teir fæstu lær ar nir undirvístu. Skúlin var bilingual/tví máls ligur. Næmingarnir fingu undir vís ing á portugisiskum fyrra part og á enskum seinnapart ella øvugt. Næm ingarnir fingu tí undirvísing í teimum ymsu fakunum á tveim um málum. T.d. støddfrøði og nattúru tøkni gingu fyri seg á báð um málum. Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið? Eg fekk ikki júst tað burturúr sjálv ari starvsvenjingini sum eg ætlaði, men bleiv gripin av brasilianskari mentan sum heild. Havi sjáldan upp livað eitt so fyrikomandi fólka slag og øll, sum eg møtti, vildu gera sítt til, at eg skuldi fáa eitt fantast iskt upplivilsi í teirra landi. Á skúlanum tóku tey sær sera væl av okkum, eisini í frítíðini. Eg brúkti umleið 30 tímar á skúlanum um vikuna, sjálvt um kravið frá læraraskúlanum einans var 13-15 tímar um vikuna. Men hinvegin skuldi eg heldur ikki fyrireika meg til at undirvísa, so tað gekk upp í síðsta enda. Fyrimunir við at lesa har tú vart? Fyri meg er tað altíð ein fyrimunur at læra um aðrar mentanir. Tað er tá, man veruliga lærir um sína egnu mentan, og hví vit gera tingini, sum vit gera. Eg lærdi hvussu brasilianarar gera tingini og sjálvt um tað ikki altíð gav meining, so var eg bara noydd at góðtaka tað. Vansar við at lesa har tú vart? Áðrenn eg kom til Brasil, dugdi eg ikki eitt orð á portugisiskum, og tað førdi til nógvar "frustrationir" í handlum, matstovum osfr. Eitt nú brúkti eg ein heilan dag uppá at keypa talutíð og noyddist í 3 ymiskar handlar, áðrenn tað eydn aðist. Á skúlanum dugdu øll enskt, so har var vóru eingir sam- skiftis trupuleikar. Eg slapp ikki at standa fyri undirvísingini og tí heldur ikki at royna tey tingini, eg læri á skúlabonki, men hinvegin havi eg fingið eitt upplivilsi fyri lívið sum eg ikki vildi verið fyri uttan. Eg ætli mær avgjørt aftur til Brasilia einaferð í framtíðini, vónandi HM 2014. Hvussu eru arbeiðsmøguleikanir í Føroyum, tá lesnaðurin er liðugur? Tá eg fór undir læraraútbúgvingina var tørvur á lærarum bæði í Danmark og í Føroyum. Seinastu 2-3 árini eru nógvar sparingar gjørdar á skúlaøkinum, og tað er vorðið torførari at finna arbeiði. Eg verði liðug um hálvtannað ár, og um eg ikki fái arbeiði tá, fari eg undir víðari lesnað. Tú kanst skriva til Mirjam og spyrja um læraraútbúgvina í Keypmannahavn ella uppihald í Brasilia á: mirjam_84@hotmail.com Hvussu eitur tú? Bogi Bech Jensen Aldur? 33 ár Hvaðani ert tú? Úr Tórshavn Hvat hevur tú lisið? Eg byrjaði við at lesa verkfrøði á Fróðskapar setri num og flutti síðan til Onglands, har eg læs sivil verkfrøði (M.Sc.) og tók síðan eina Ph.D. Hvar hevur tú lisið? Eg læs á Newcastle University í Onglandi og eri nú lektor á DTU í Lyngby. Hvussu kanst tú lýsa skúlan/ undirvísingina? Undirvísingin sjálv var nokkso traditionel, men tað vóru góðir møguleikar fyri at arbeiða við spennandi verkætlanum. Eg kom at arbeiða í einum bólki, sum hevði tætt samstarv við fleiri altjóða fyritøkur. Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið? Ógvuliga dynamiskt og internationalt umhvørvi við stórum úrvali av aktivitetum. Av tí at eg eri giftur og havi børn, so tók eg ikki líka stóran lut í aktivitetunum, sum onkrir av mínum lestrarfeløgum. Fyrimunir við at lesa har tú vart? Fleiri av undirvísarunum vóru millum allar fremstu granskarar í heiminum. Eg fekk tí atgongd til - og kundi luttaka í - fremstu granskingini innan mítt øki. Ongland er eisini rættiliga bíligt land at liva í, serliga nú pundið er lágt, og SU kemur í donskum krónum, so man hevur væl ráð at liva, meðan man lesur. Vansar við at lesa har tú vart? Ikki lætt at koma til og frá Føroyum. Hvussu eru arbeiðsmøguleikarnir í Føroyum við tíni útbúgving? Teir skuldu verið góðir, men eftir at hava arbeitt nøkur ár í Onglandi, fór eg til Danmarkar at arbeiða, so eg havi ikki kannað møguleikarnir í Føroyum Skriva til Boga og spyr um lesnaðin ella skúlan á: bbj@elektro.dtu.dk Hvussu eitur tú? Maria Meinhardsdóttir Jakobsen Aldur? 25 ár Hvaðani ert tú? Úr Søldarfirði Hvat lesur tú? Eg gangi á fyrsta ári á læknaskúla. Amerikanska skúlasystemið krevur fyrst fýra ár av bachelor áðrenn læknaskúla. Eg bleiv liðug við mína bachelor í maj og byrjaði læknaskúlan í august og verði væntandi liðug um summarið 2014. Hvar lesur tú? Eg lesi í Grenada í Karibiska havinum. Skúlin eitur St. George's University, School of Medicine. Hvussu kanst tú lýsa skúlan/ undirvísingina? Vit eru umleið 500 næmingar í hvørjum flokki. Vanliga hava vit fyrilestrar fýra tímar um dagin. Vit hava ikki møtiskyldu og kunnu hyggja at fyrilestrunum heimanífrá á telduni, um vit ynskja. Nakrar ferðir um vikuna koma vit saman í smærri bólkum, og tá hevur hvør bólkur ein útbúnan lækna aftrat sær. Hetta er óvanligt fyri aðrar amerikanskar skúlar, og tað er ein stórur fyrimunur, sum vit hava her. Av teimum fýra árunum í læknaskúla eru tvey ár á skúlabonki og tvey ár á sjúkrahúsi. Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið? Lestrarlívið er ógvuliga hart. Skúlin krevur nógv av næmingunum, og fyri at klára royndirnar krevst eitt C, sum svarar til 70% rætt. Vit fáa eisini bert trý ár at gera tey fyrstu tvey árini liðug, og tey sum ikki náa tað verða koyrd úr skúlanum. So tað vil siga, at eg lesi tað mesta av degnum. Fyrimunir við at lesa har tú ert? Tann størsti fyrimunurin er at búgva í einum feriustað. Grenada hevur fleiri ótrúliga flottar strendur, og hitin liggur vanliga um 30 stig. Ein annar fyrimunur eru møguleikarnir, vit hava her. Tað fyrsta árið kunnu vit velja at taka her í Grenada ella í Newcastle, Onglandi. Aftaná tey fyrstu tvey árini kunnu vit síðan velja at taka klinisku rotatiónirnar í sjúkrahúsi í USA ella í Onglandi. Maður mín, Sámal Jakobsen, bleiv liðugur við tey fyrstu tvey árini á jólum og ger nú klinisku rotatiónirnar á sjúkrahúsi í London. Vansar við at lesa har tú ert? Skúlagjaldið! Skúlagjaldið er hægri enn stuðulin, føroyskir næmingar fáa. Hvussu eru arbeiðsmøguleikanir í Føroyum, tá lesnaðurin er liðugur? Táið tú søkir heim til Føroya at arbeiða aftaná lidnan lestur (lestur+sergrein) skalt tú søkja um danska autorisatión frá Sundhedsstyrelsen. Eftirsum tú ert útbúgvin í einum 3. heimslandi skal tú fylgja reglum fyri 3. heimslond. Hesar reglur merkja, at tú fyrst mást søkja fyribils autorisatión, har tú innan 24 mánaðar skal royndarstarvssetast í 2x3 mánaðir og taka 4 royndir, áðrenn tú kanst søkja um varandi autorisatión og harvið rætt til at virka sjálvstøðug/ur. Hetta tekur ofta 1-2 ár. Síðani kanst tú søkja um at fáa tína sergrein virðismetta fyri at kanna, um tær tørvar supplerandi útbúgving, skeið o.a. Hetta er serliga galdandi fyri tey, sum velja at gera sína sergrein í USA. Tey sum velja at gera sína sergrein í Onglandi kunna vænta sær lættari kor og møguliga sleppa at søkja um arbeiði sum ES lækni, heldur enn 3. heimsland lækni. Hetta kemst av, at sergreinin ofta verður roknað sum serskild útbúgving frá læknaútbúgvingini. Um tú vilt spyrja Mariu meiri um skúlan ella um at lesa í Karibia, kanst tú senda henni t-post á: mariameinj@ gmail.com ella meimar@sgu.edu Hvussu eitur tú? Silja Rógvadóttir Aldur? 20 ár Hvaðani ert tú? Vestmanna Hvat lesur tú? Eg lesi Occupational Therapy, sum er nøkulunda tað sama sum Ergoterapy. Eg eri júst byrjað uppá 2. árið út av teimum 5 árunum, sum útbúgvingin tekur. Hvar lesur tú? Eg lesi í Buffalo, USA. Tey fyrstu 2 árini av útbúgvingini gangi eg á Erie Community College, har eg taki grundfag sum t.d. rokning, enskt, psykologi osv., men álíkavæl við støði í Occupational Therapy. Tey síðstu 3 árini taki eg so á University at Buffalo, har eg einans taki Occupational Therapy klassar. Hvussu kanst tú lýsa skúlan/ undirvísingina? Mær dámar væl undirvísingina. Hon er eitt sindur annaðleiðis enn tað, sum vit eru von við heima í Føroyum. Sum lesandi gert tú títt egna skema - tú fært at vita, hvørjar lærugreinar tú hevur brúk fyri, fyri at fáa tína útbúgving. Tá tú gert títt skema, kanst tú velja professara, hvønn dag tú vilt taka tær ávísu lærugreinarnar, og nær á degnum tað passar tær best. Eg gangi í skúla týsdag, mikudag og hósdag, tí soleiðis passar tað mær best. Tað vil siga, at sum lesandi gongur tú ikki í einum ávísum flokki við teimum somu fólkunum, men saman við teimum sum hava valt somu lærugrein, sama professara og sama tíðspunkt sum tú. Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið? Lestrarlívið er øgiliga skiftandi. Tað kann koma fyri, at eg havi 3 royndir og 2 stórar uppgávur eina viku, og so einki tær næstu. Men hettar er nokk eisini vanligt í Føroyum. Eg havi gingið eitt ár í student í Føroyum, og haldi higartil ikki at hettar er meira arbeiði enn student. Men eg veit, at tá eg skal byrja á universitetinum, verður hettar nokk ikki sannleiki. Fyrimunir við at lesa har tú ert? Tað, sum mær dámar best við at lesa her er, at eg kann gera mítt egna skema. T.d. taki eg tveir psykologi klassar á einum øðrum campus, tí eg fekk at vita at teir lærarnir sum høvdu hesar báðar psykologi klassarnar á mínum vanliga campus, ikki vóru góðir. Eisini dámar mær væl allar teir møguleikar, sum ein lesandi hevur her. Vansar við at lesa har tú ert? Tann størsti vansin við at ganga her, er tað sosiala lívið. Av tí at eg allatíðina skifti flokksfelagar, er tað ikki lætt at fáa vinfólk. Og frítíðin ímillum lærugreinarnar verður brúkt uppá at ganga frá høli til hølið, so har er ikki tíð at tosa saman. Hvussu eru arbeiðsmøguleikarnir í Føroyum við tíni útbúgving? Eg havi ikki kannað arbeiðsmøguleikarnar í Føroyum, tí tað liggur mær fjart enn. Men eg rokni ikki við at eg siti arbeiðsleys, tá eg komi heim aftur um 3-4 ár, av tí at tað er stórur eftirspurningur eftir ergoterapeutum. Eg gleði meg at gerast partur av føroyska samfelagnum, og vónandi verður tað ikki nakar trupulleiki, tá eg komi heim aftur. :) Skriva til Silju, spyr um lestur í Buffalo á: Email: ajlis90@hotmail.com, Skype: silly-ja, so eri eg eisini at finna á facebook :) Lagt til rættis: Eydna Skaale