Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 Sosialurin Ítróttur Sunset Deildin Kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Stjørnan 18 514 421 93 30 2 Tjaldur 18 513 426 87 28 3 Neistin 17 461 394 67 24 4 VB 18 455 441 14 20 5 Kyndil 18 417 434 -17 14 6 VÍF 18 406 497 -91 7 7 StÍF 17 329 482 -153 1 Hilmar Jan Hansen Í allan vetur hava kvinnurnar hjá Neistanum blandað seg upp í odda­ stríðið, har tær hava kappast við Stjørnuna og Tjaldur. Okkurt skifti hevur Neistin enntá verið fremst í bestu kvinnudeildini í hond bólti, men í løtuni er Neistin seks stig frá oddasessinum og fýra stig frá ein­ um FM­finalu sessi. Neistin hevði møguleikan at styrkja sína støðu sunnudagin, tá tað tó ikki eydnaðist at halda fast og vinna á Stjørnuni í Klaks vík. Nú bert seks umfør eru eftir í Sunset­ kappingini, koma ikki nógv fleiri kjansir sum tann, Neistin misbrúkti sunnu dagin. Ein er tó í annaðkvøld klokk an 19, tá StÍF kemur á vitjan í ítróttar­ høllini í Havn. Undan hesum dyst­ inum hava hesi bæði liðini spælt ein dyst færri enn hini, og hav andi oddastøðuna í Sunset­kapp ing ini í huga, er hetta ein lykla dyst ur hjá Neistanum. Við einum sigri kann Neistin minka um munin upp til Tjaldur, so hann bara verður tvey stig, og mót­ støðan skuldi á pappírinum eisini verið yvir komilig, tí StÍF er aftast á stiga talvuni við bara einum stigi. Hinvegin kann eitt tap hava við sær, at Neistin dettur niður ímillum, so FM­finalan mestsum longu tá kann sigast at skula verða ein uppgerð mill um Stjørnuna og Tjaldur, sum hava spælt FM­final­ urnar síðstu tvey árini. hilmarjan@sosialurin.fo BERA ELLA BRESTA Tá Neista-kvinnurnar í annaðkvøld á heimavølli taka ímóti StÍF, ræður um at vinna, tí annars er kjansurin fyri einari FM-finalu svunnin burtur í næstan einki Mynd: Álvur Haraldsen Síðsta útkall Neistans HondBóLTuR Skal Neistin fylgja við í oddastríðnum í Sunset- kappingini, krevst ein sigur, nú StÍF í annaðkvøld vitjar í Havn Hilmar Jan Hansen Óalmenna FM­kappingin í inniróðri, sum hevur almenna heitið, Formula­kappingin, verður nú leygardagin. Sjálv FM­kapp ingin verður í aulini í Eystur skúlanum, men røðarar­ nir fáa góðar møguleikar at hita upp í fimleikahøllini. Tá tilmeldingarfreistin var úti á midnátt, høvdu 21 konu­ fólk og 68 mannfólk meldað seg til, umframt sjey kvinnulið og 11 manslið. So her er heilt fitt av fólki til at kappast í teim um mongu bólkunum, ið eru hesa ferð. Fyri at fáa fleiri konufólk við til kappingina, høvdu fyri­ reikararnir aftur í ár gjørt eina stafett bara fyri konufólk, har tað bara eru konufólk, ið kapp ast ímóti hvørjumøðrum. Harumframt eru eisini gjørdir fleiri bólkar, so javnaldrar kapp ast ímóti hvørjumøðrum. Hjá teimum yngru eru fýra bólkar hjá konufólkum og fýra hjá mannfólkum, og bara ein vektbólkur er fyri hvønn bólk. Tey, sum eru 12 ár og yngri rógva 500 metrar, tey 13 til 14 ára gomlu, og bólkarnir 15 til 16 ár og 17 til 18 ár, rógva 2000 metrar. Við í fleiri bólkum Opnu bólkarnir hjá kvinnum og monnum rógva eisini 2000 metrar, men har eru tveir vekt bólkar fyri hvønn. Hjá kvinn um er lættvektsbólkurin 61,5 kilo ella minni og tung­ vektsbólkurin 61,5 kilo ella meira, og hjá monnunum eru tilsvarandi kilotølini 75 kilo ella minni og 75 kilo ella meira. Somuleiðis eru bólkar hjá bæði kvinnum og monnum, 35 ár og eldri, ið rógva 2000 metrar, men har er bara ein vekt bólkur. Í bólkinum, ið kallast 500 metrar sprint, rógva kvinnur og menn samstundis, og her verður úrslitið roknað út eftir kyni, aldri og vekt. Brúktur verður ein serligur út rokn­ ingar frymil, so tí kann ein kvinna saktans vinna á ein­ um manni, hóast maðurin rør skjót ari, tí tíðirnar verða lut­ fals ligar. At enda eru so liðkapp ing­ arnar hjá kvinnum og monn­ um, sum eru í tveimum bólk­ um. Í øðrum bólkinum eru bara kvinnur og í hinum kunnu bæði vera kvinnur og menn. Hvør røðari rør 500 metrar, og eis ini her verður serligi út­ rokn ingar frymilin brúktur, so tíðir nar kunnu vera saman­ beriligar. Røðarar kunnu vera við í fleiri kappingargreinum, so tað eitt nú ber til at rógva 500 metr ar í sprintkappingini, 2000 metr ar í opnum bólki og 500 metr ar í liðkappingini. hilmarjan@sosialurin.fo FM í inniróðri leygardagin InnIRóðuR Tá freistin var úti á midnátt, høvdu 89 røðarar og 18 lið meldað seg til óalmennu FM- kappingina í inniróðri, sum verður í Eysturskúlanum leygardagin Hilmar Jan Hansen – Tað er eingin ivi um, at var talan um eina stevnu, vit ikki plaga at fara til, so høvdu vit valt hana frá. Hetta eru lítið sømilig kor fyri eina so mikið dýra stevnu sum Oyggjaleikir, sigur Rókur í Jákupsstovu frá Svimjisambandinum, nú fyrireik­ ararnir av svimjingini á Isle of Wight hava boðað frá, at svimjihylurin, ið skal brúkast á Oyggjaleikunum í summar, er nakrar millimetrar ov stuttur. At hylurin tí ikki lýkur altjóða FINA­krøv, kemur illa við hjá bæði Svimjisambandinum og føroysku svimjarunum, tí svimjararnir ganga ikki bara høgt uppí at vinna heiðurs merki, men satsa eisini nógv upp á sjálvar tíðirnar, sum á Oyggja leikunum ofta eru bæði persónlig og føroysk met og kunnu brúkast sum tilmeldingartíðir til eitt nú EM­ og HM­kappingar. Hetta hevur gjørt, at Svimji­ sambandið noyðist at endurskoða luttøkuna á Isle of Wight, hóast tíðin er knpp, so illa ber til at sleppa luttøkuni. Men hóast svimj ararnir fegnir vilja halda fram við góðu úrslitunum og mongu heiðurs­ merkj unum á Rhodos og í Álandi, kann hetta fáa ávirkan: – Tað er væl hugsandi, at summir av okkara bestu velja Oyggjaleikir frá, og spurningurin er tí, um Svimji­ sambandið heldur skal senda eitt breiðari lið, fyri at royna at vinna so nógv heiðursmerki sum gjørligt, heldur enn at satsa uppá, at nakrir fáir úrmælingar taka gullið, sigur Rókur í Jákupsstovu. hilmarjan@sosialurin.fo Hylurin ov stuttur SvImjIng Av tí at hylurin á Isle of Wight er millimetrar ov stuttur, kunnu góð úrslit á Oyggjaleikunum í summar ikki brúkast sum met – hvørki í altjóða FINA-høpi ella sum føroysk met