Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 24 Sosialurin Lestrarblaðið Eydna Skaale Hóast føroyingar í alt størri mun út búgva seg, so eru framvegis nógv­ ar neiligar viðmerkingar at hoyra í al menna kjakinum ­ serliga um aka­ dem ik arar, sum ikki skulu halda seg vera. Men tað er ikki bara bert reyp av teimum, ið hava útbúgvið seg. Altjóða tøl vísa, at tað er greiður saman hangur ímillum, hvussu stór­ ur partur av fólkinum er útbúgv­ in, hvussu langa útbúgving tey hava í miðal, og so hvussu stór bruttotjóðar úrtøkan er. Tað verð­ ur millum annað útgreinað í bók­ ini "Introduction to Modern Eco­ nomic Growth" (2009) hjá Daron Ace moglu, sum er professari á MIT og ein av allarfremstu bú skapar­ frødingum í heiminum. Nógv granskað økið Jòannes Jacobsen, doktari í bú­ skapar frøði, er somuleiðis sann­ førd ur um, at útbúgvingin hjá fólki­ num hevur stóra ávirkan á BTÚ í ei n um og hvørjum landi. ­ Tað er semja í búskaparfrøðini um, at hvørt ár meira í miðal út ­ búgv ing ar s tøði hjá landsins íbúgv­ um økir brutto tjóðar úr tøku na fyri hvønn íbúgva millum 6 og 10 %. Men hvussu kann Jòannes vera vísur í, at tað er útbúgvingarstøðið, sum hækkar fyrst og at fíggjar støð­ an so fylgir eftir ­ og ikki øvugt? ­ Hvussu búskaparfrødingar greina hvønn veg kausaliteturin gong ur millum útbúgvingarstødi og inntøkustødi er torført at greida frá. Í stuttum kann sigast, at búskaparfrødi og sunn fornuft siga, at kausaliteturin gongur bádar veg­ ir, greiðir Jóannes frá. ­ Uppgávan er so at finna útav, hvussu stór ávirkanin er hvønn veg in. Til at finna útav, hvussu stór ávirkan in frá útbúgvingarstødi til inntøkustødi er, verda gjørdar ser­ lig ar statistiskar greiningar, sum júst royna at taka hædd fyri, at partur av positiva sambandinum mill um útbúgvingarstødi og inn­ tøku stødi gongur frá inn tøku stødi til útbúgvingarstødi heldur enn hin vegin. ­ Tad er trupult at greida nærri frá, hvussu hesar statistisku grein­ ing ar vera gjørdar uttan at blíva rættiliga tekniskur. Lat meg bara siga, at hetta er eitt øki, sum bú­ skap ar frødingar hava gjørt sera nógv vid, so 6 til 10 % er ikki bara eitt skot út í tokuna, sigur Jóannes Jacob sen. Í talvunum niðanfyri eru tøl úr øll um heiminum býtt upp í hvussu langa útbúgvingar fólk hava í miðal sett í samband við, hvussu stórt BTÚ er. eydna@sosialurin.fo 5  6  7  8  9  10  11  12  0  2  4  6  8  10  12  14  Logaritma av BTÚ fyri hvønn íbúgva  Miðal skúlagongd fyri íbúgvar 15 ár ella eldri (ár)  Útbúgvingarstøði og inntøkustøði  Jú fleiri hava útbúgving - jú ríkari gerst landið Altjóða tøl vísa, at BTÚ í stóran mun hongur saman við útbúgving. Jú fleiri fólk eru útbúgvin, og jú longri útbúgvingar tey hava, jú hægri verður BTÚ »Hvør hevur koyrt landið á heysin? Hvør sat í bankunum í 80'unum? Hvør sat í Eik? Hvør sat í bankunum í Íslandi? Útbúgvin fólk!« »Egningar­ skúrarnir hava altíð verið tey bestu universi­ tetini« »Akademikararnir suðuri í Havn gevast ikki, fyrr enn teir hava skolað samfelagið langt út á streymasjógv« »Útróðrarmenn sleppa ikki longur í tingið, tí lærarar og akademikarar hava yvirtikið landið.« »Fólk við útbúgving skulu slett ikki koma heim aftur, tí tey skapa onki virði fyri samfelagið« Tað sæst eitt greitt mynstur, at vesturheimurin, sum hevur langar útbúgvingar, eisini hevur hægst BTÙ. Myndin við prikkunum gevur eina greiða fatan av, at har er ein samanhangur. Sitatini eru frá føroyskum politikarum hoyrd á Tingsins røðarapalli og í føroysku miðlunum.