Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 24 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Leygardagin var triðja og seinasta steypakappingin í amboðsfimleiki í Fimi í Havn. Frammanundan høvdu kappingar verið leygardagin 5. febr­ uar og leygardagin 22. januar. Tó vóru tað bert konufólk, ið vóru við til ta fyrstu kappingina, so tí høvdu mannfólkini so mikið meira at gera í aðru kappingini, tí tá vóru tríggjar greinir á skránni hjá teim um ein og sama dag. Orsøkin til tað var, at tað eydn­ aðist ikki at fáa dómarar til kapp­ ingar nar hjá monnunum beinan­ vegin, so tí gjørdust tað bara tvær steypa kappingar hjá monnum, mans ung lingum, dreingjum og smá dreingj um. Niðanfyri hava vit tikið saman um allar tríggjar steypa kapp­ ingar nar, so ein hóming fæst av, hvørjir fimleikarar serliga hava út merkað seg. Harumframt hava vit eis ini aðrastaðni á hesi síðu úrs­ litini hjá trimum teimum bestu í hvørjari grein frá steypakappingini leygardagin. Kristina var best Hjá kvinnunum var Kristina Toftegaard úr Havnar Fimleika­ felag tann stóri vinnarin í steypa­ kappingunum, tí hon vann í trimum av fýra greinum. Leygardagin vann hon á gólvi, umframt at hon eis­ ini vann kappingarnar í lopi og á bita. Í forskotnari barr gjørdist tað hinvegin Katrin Wardum, somu­ leiðis úr Havnar Fimleikafelag, ið vann. Øssur Debes Eiriksfoss hevur verið tann drúgvasti hjá monn­ unum. Hann vann leygardagin bæði í ringum og lopi, umframt at hann fyrr hevði vunnið í rekk. Rósing Dam hevði frammanundan vunn ið á gólvi og í barr. Báðir eru úr Havnar Fimleika felag. Í steypakappingini leygardagin var Eyðvør W. Samuelsen úr Ljós­ inum best hjá kvinnuunglingum á gólvi, men annars eydnaðist Anniku B. Hansen úr Støkk at vinna bæði í for skotnari barr og á bita í undan farnu kappingunum, og Bára Persson úr Havnar Fimleikafelag vann ta einu kappingina í lopi. Kappingin hjá mansunglingum hevur verið millum tveir fimleikarar úr Havnar Fimleikafelag, Pætur Jacobsen og Sofus Andreasen, og teir hava vunnið aðru hvørja grein. Leygardagin vann Pætur í lopi og Sofus í ringum, men í fyrru kapp­ ingini vann Pætur vunnið á gólvi og í barr, og Sofus vann í rekk. Vann fimm av seks Marianna G. Eystberg úr Ljós­ inum vann á gólvinum hjá gentum leygardagin. Í aðru steypa kapp­ ingini vann Bjørt H. Joensen úr HF í forskotnari barr og lopi, og Lív B. Árting vann á gólvinum í tí fyrstu av teim um trimum kappingunum. Bartal Wardum úr Havnar Fimleika felag var stóri slúkurin hjá dreingjum, tí hann vann tilsamans fimm av seks greinum. Hann vann á gólvi, í rekk, barr, ringum og lopi, men leygardagin vann Rani Petersen úr Havnar Fimleikafelag í lopi. Hjá smádreingjum var Hannes Agnarson úr Havnar Fimleikafelag um vikuskiftið bestur í ringum og beinsveiggi, og í fyrru steypa­ kappingini hjá teimum vann hann eisini í rekk og barr. Aron Jacobsen úr Havnar Fimleikafelag var leygar­ dagin bestur í lopi, og hann vann eisini á gólvi í tí fyrru steypa kapp­ ingini. hilmarjan@sosialurin.fo Kvinnur (gólv) 1. Kristina Toftegaard, HF. . . . . . . . 13,55 2. Friðhild Norðgerð, HF . . . . . . . . . 12,50 3. Katrin Wardum, HF . . . . . . . . . . . 12,45 Menn (ringar) 1. Øssur Debes Eiriksfoss, HF . . . . . 12,45 2. Jóni Christiansen, HF . . . . . . . . . . 11,45 Menn (lop) 1. Øssur Debes Eiriksfoss, HF . . . . . 13,92 2. Jóni Christiansen, HF . . . . . . . . . . 12,83 Kvinnuunglingar (gólv) 1. Eyðvør W. Samuelsen, Ljósið . . . 10,45 2. Bára Persson, HF . . . . . . . . . . . . . 10,00 3. Bjarta Jansdóttir, HF . . . . . . . . . . . 9,80 Mansunglingar (ringar) 1. Sofus Andreasen, HF. . . . . . . . . . 10,30 2. Pætur Jacobsen, HF . . . . . . . . . . . . 5,25 Mansunglingar (lop) 1. Pætur Jacobsen, HF . . . . . . . . . . . 12,15 2. Sofus Andreasen, HF. . . . . . . . . . 12,07 Gentur (gólv) 1. Marianna G. Eystberg, Ljósið . . . 19,40 2. Lív B. Árting, HF . . . . . . . . . . . . . . 18,80 3. Heidi Bendtsen, HF . . . . . . . . . . . 18,70 Dreingir (ringar) 1. Bartal Wardum, HF . . . . . . . . . . . . 6,40 2. Rani Petersen, HF . . . . . . . . . . . . . 6,20 3. Tóri Atlason, HF . . . . . . . . . . . . . . . 5,10 Dreingir (lop) 1. Bartal Wardum, HF . . . . . . . . . . . 12,73 2. Tór av Skarði, HF . . . . . . . . . . . . . 12,43 3. Johan Petersen, HF . . . . . . . . . . . 12,07 Dreingir (beinsveiggj) 1. Rani Petersen, HF . . . . . . . . . . . . . 8,00 2. Johan Petersen, HF . . . . . . . . . . . . 7,80 3. Tóri Atlason, HF . . . . . . . . . . . . . . . 6,00 Smádreingir (ringar) 1. Hannes Agnarson, HF . . . . . . . . . 17,90 2. Rani A. Dalsgarð, HF . . . . . . . . . . 16,30 3. Heini Mohr Samson, HF. . . . . . . . 15,35 Smádreingir (lop) 1. Aron Jacobsen, HF . . . . . . . . . . . . 16,75 2. Hannes Agnarson, HF . . . . . . . . . 16,45 3. Ragnar Ey. Samuelsen, Ljósið. . . 16,35 Smádreingir (beinsveiggj) 1. Hannes Agnarsson, HF . . . . . . . . 12,50 2. Rani A. Dalsgarð, HF . . . . . . . . . . 10,90 3. Jákup Jørgensen, HF. . . . . . . . . . . 10,55 Triðja steypakappingin Hilmar Jan Hansen Fyri at kunna vera við á oyggja­ leikalandsliðnum í fimleiki, skalt tú vera 14 ár ella eldri, so tað eru bert fimleikarar, ið svara til tann aldurin, ið kunnu bjóða seg fram har. Tó hevur Fim leika sambandið gjørt av eisini at taka út eitt yngru dreingja lið, ið hevur eitt lægri aldurs mark, ið er sett til 11 ár. Ætlanin er, at oyggja leika­ landsliðið skal venja tríggjar ella fýra ferðir um mán aðin, og tað verður allar helst sunnu­ dagar. Annars fáa fimleikar ar­ nir boð frá venjarunum um, hvat arbeiðast skal við úti í feløgunum millum felags venj­ ingarnar. Sunnudagin, tá úttøkan til landsliðið verður, skulu eldru fimleikararnir gera øll seks amboðini, ið eru á skránni á oyggja leikunum, umframt at seriur eftir FIG­reglunum skulu gerast til amboðini. Hetta er tó ikki galdandi fyri teir yngru fimleikararnar, ið skulu takast út til dreingjalandsliðið. hilmarjan@sosialurin.fo Landsliðs- úttøka Fimleikur Sunnudagin skal landsliðið í amboðsfimleiki, sum í summar skal til oyggjaleikir á Isle of Wight, takast út Steypakappingar lidnar Fimleikur Tær tríggjar steypakappingarnar í amboðsfimleiki, sum plaga at vera tíðliga á árinum, eru nú farnar aftur um bak. Seinasta av teimum var leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen