mikudagur 23. februar 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
Sosialurin
Lestrarblaðið
at verða avbyrgdur frá dønum, men
eisini føroyingum, sum búgva aðra
staðni.
Sum dømi nevnir Heini, tá teir
fara at spæla fótbólt á lítla asfalt
vøllinum í garðinum.
– Tá eru vit bara føroyingar, sum
búgva her. Eg haldi meg hava eini
60 nummur, sum eg kann ringja
til á kollegiinum, fyri at manna lið.
Men eingin okkara kundi funnið
uppá, at fingið onnur fólk, sum
búgva beint við kollegie, upp í part,
tí tey eru onkursvegna uttanfyri,
sigur Heini meðan hann flennir at
støð uni.
Súsanna greiðir somuleiðis frá,
at ynskja tey at vitja fólk, so er lætt
asta loysnin at vitja fólk á kollegi
inum.
– Ikki minst tá vit hava børn, tí
so sleppa vit frá at lata Miriam í
og kunnu ganga í inniskóm yvir til
vinfólkini, sigur hon.
Føroysk ávirkan
Júst hetta, at tað er so lætt og
ómaka sleyst at detta inn á gólvið
hvør hjá øðrum, er eisini við at gera
Oyrasundskollegie so sjarmerandi.
Drekkamunnsmentannin er í há
sætinum og fólk ganga bara inn hjá
hvørjum øðrum.
Og mongu føroyingarnir hava
eisini sett sín dám á kollegie á ann
an hátt. Í grillbarrini fært tú nú
soya til kipsini. Tað er annars ikki
vanligt, men ein dagin fyri nøkrum
árum síðani hevði ein føroyingur
fingið nokk av kipsum uttan soya.
So hann gjørdi ikki mætari enn at
geva fólkunum í grillbarrini eina
fløsku av soya við boðunum um, at
so leingi føroyingar búðu á Oyra
sundi, skuldu tey altíð hava soya til
kipsini.
Eitt annað dømi um føroysku
ávirkanina, er sunnudagsskúlin,
sum Heini og Súsanna skipa fyri á
kollegiinum hvønn sunnumorgun.
Hesin savnar eina rúgvu av før
oyskum børnum, og eisini foreldur
uttanfyri kollegiið koma við børn
um sínum.
Avmarkað privatlív
Men mongu føroyingarnir merkja
eisini, at tað er ógvuliga trupult at
liva eitt lív, har eingin leggur merki
til tín og tað, tú gert. Føroyingar eru
jú allastaðni kring teg.
– Allir okkara nærmastu grann
ir eru føroyingar. Yvirbúgvin, undir
búgvin, grannin til høgru og grann
in til vinstru. Øll eru føroyingar,
flennir Ella, meðan Helgi leggur
aftrat, at privatlívið er ógvuliga av
markað á Oyrasundi.
– Tað ber ikki til, at hava nakað
privatlív. Her kanst tú ikki goyma
teg og øll vita, hvat tú gert, sigur
hann. Helgi er tó skjótur at leggja
aftrat, at tíðin á Oyrasundi ivaleyst
er ein asta tíðarskeiðið í lívinum,
har tú kemur at liva so tætt upp at
so nógv um fólkum, sum tú kennir.
Tí snýr tað seg um at njóta Oyra
sund við øllum sínum fyri mun um,
og so annars bera yvir við rest ini,
meðan tú býrt har.
rolant@sosialurin.fo
– Vilt tú spyrja onkran fremmandan um okkurt á Oyrasundi,
so spyrt tú fyrst á føroyskum. Riggar tað ikki, royn so á
enskum og at enda á donskum, siga nakrir av føroyingunum,
sum búgva á Oyrasunds kollegiinum á Amager.
Mynd: Rólant Waag Dam
Eg søkti bara Oyrasund.
Tað var ikki eitt must, at tað
skuldi vera tað, men har búðu
øll hini, sum eg kendi tá
Allir okkara nærmastu
grann ir eru føroyingar.
Yvirbúgvin, undir búgvin,
grannin til høgru og grann in
til vinstru
FAKTA:
Súsanna Kass Kristiansen
og Heini Kristiansen
25 og 24 ára gomul og eiga
tvey ára gomlu dóttrina Miriam
Nes og Skála
Súsanna lesur til farmaseut
og Heini á CBS
Búð á Oyrasundi síðani 2008
Ella Joensen
24 ár
Kollafjørður
Lesur lívfrøði og ítrótt
Búð á Oyrasundi síðani 2010
Helgi Justinussen
29 ár
Havn
Lesur á CBS
Búð á Oyrasundi síðani 2004