mikudagur 23. februar 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
23
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
Meðan eg saman við politistunum
leita eftir sporum frá skotunum,
rennir hundurin seg niður í seks
ella sjey patrónhylstur. Hann hevur
so vitað, hvat hann hevur leitað
eftir. Tað var skjótt, at funnið varð
fram til, at hetta var lóður til eina
Stengun. Hetta var ein 9x10 mm
maskinbyrsa. Hesar vóru nógv
brúktar av mótstøðurørslunum í
Danmark og Noregi undir týsku
hersetingini 1940-45.
Øll vikan fór við at avhoyra vitni,
og tey mundu vera eini 150 í tali.
Men einki kom burtur úr hesum
avhoyringum.
So var farið at kanna, hvat ið
var hent fyrr av sama slag, og hvat
ið fólk høvdu hoyrt. Viðurskiftini
eru jú smá, so fólk fóru at tosa um,
hvør ið átti slíkt vápn og hvør, ið
ikki átti.
Slóðin gekk meira og meira út í
Froðba. Har skuldi vera ein maður,
sum átti slíka pistól.
Patrónhylstrini vórðu send til
ríkispolitiið. Tann, sum var leiðari
á viðkomandi deild, var kendur
um allan heimin sum serkønur í
skotvápnum.
Eina ferð fortaldi ein maður, at
hann mintist, at ein maður í Froðba
lýsti í Dimmalætting eina maskin-
byrsu til sølu. Tá fóru vit at avhoyra
fólk, sum búðu har úti. Tá fortaldi
eitt vitni, at hann hevði verið við
til at skjóta við eini maskinbyrsu,
sum viðkomandi átti. Teir høvdu
skotið kettlingar í einum hyli niðri
við sjóvarmálan.
Tá hann er farin helt kriminal-
politisturin, at vit skuldu farið at
leita, um vit funnu nakað hylstur.
Eg ivaðist. Tað vóru so mong ár
farin, og økið lá undir í brimi um
veturin. Men teir hildu, at tað var
líka mikið, hvussu lítil kjansurin
var, tað mátti roynast. Vit fóru so
út hagar, og viðkomandi vitni vísti
okkum, hvar hetta hevði gingið
fyri seg, at hann hevði skotið hesar
neyðars kettlingar. Vit leitaðu og
funnu einki. So sigur annar danin,
at hann, sum kann finna eitt hylst-
ur ella projektil, hann skuldu fáa
eina fløsku av snaps. Tá hendi tað,
at hann sum hevði fortalt um hetta,
vendi einum steini, og har lá eitt
hylstur.
Hetta varð eitt virðismikið prógv,
um tað kundi setast í samband við
skotini.
Hylstrið varð sent á politistøð-
ina í Keypmannahavn, og tað varð
staðfest við 100% vissu, at hetta var
sama byrsa, sum skotið varð við.
Kúlan samsvaraði við tómu patrón-
hylstrini. Maðurin, sum átti byrsuna
varð sjálvandi avhoyrdur, og hann
segði, at hann hevði søkt byrsuna
eitt hálvt ár frammanundan.
Maðurin varð eisini rættarsøktur,
men hann varð fríkendur »på bevis-
ets stilling.« Tað bar ikki til at
prógva, at tað var júst hesin maður,
sum hevði skotið.
Maðurin fór seinni til Grønlands,
og har hevði hann reypað av hesum.
Tað er ikki longur síðan enn seinasta
heyst, tá ringdi Marner á Kák, mín
gamli starvsfelagi. Hann var eina
tíð í Grønlandi, har hann arbeiddi
hjá fútanum. Hann fortaldi, at
hann hevði hitt ein mann, sum var
av Tvøroyri, og hann hevði sagt,
at hann hevði skotið. Men tá vóru
aftur so mong ár liðin.
Endin á málinum ergraði hesar
donsku
kriminalløgreglumenn.
Teir høvdu brúkt so nógva tíð uppá
hetta. Og tá tað var prógvað, hvat
vápn tað var, og tað eisini var prógv-
að, hvør ið hevði átt vápnið, at so
einki kom burturúr. Men tað bar
bert ikki til at mótprógva, at maður-
in segði seg ikki hava verið har.
Fjølbroyttar uppgávur
hjá sýslumanni
Uppgávan hjá einum sýslumanni
spennir nokk so vítt. Fyrst og fremst
er hann ovasti politimyndugleiki í
sýsluni. Av øðrum uppgávum kann
nevnast »landvesinkommissiónin«.
Her byrja allar útskiftingar, sum
ofta eru sera arbeiðskrevjandi.
Tað kundi eisini vera nakað sum
kallast
sýslupolitirættur.
Hetta
kundi umfata brot á veiðilógina.
Sýslumaðurin skuldi skipa fyri
grannastevnum. Hann var eisini
tollmyndugleiki. So var tað fúta-
rættur og skiftirættur. Fútarættur
er eitt øki, sum er vaksið sera nógv.
Hann viðvíkir nógv av teimum
mongu húsagangunum, sum hava
verið í Føroyum.
Eisini er tað ofta uppgávan at
royna semju millum fólk. Tað er
jú eitt kent fyribrigdi at »melda«
hvønn annan til sýslumannin. Hetta
varð eisini javnan brúkt sum ein
hóttan manna millum. Men slíkir
trupulleika kundu ofta greiðast
við at tosa partarnar til rættis, tá ið
teir vóru kølnaðir aftur. Kanska var
hetta meira í pápasa tíð.
Gudmund Effersøe var fyrst
settur sýslumaður í Hvalba, men
flutti seinni til Tvøroyri, har hann
bygdi í Heiðunum, sum tað verður
kallað. Tað er beint á markinum
millum Trongisvág og Tvøroyri
uttanfyri har, Keypssamtøkan er.
Hetta hevur vist verið í 1890-
unum. Hann sat so sum sýslumaður
til aldaskiftið. Tá tók Olivur, sonur
hansara, við. Hann gjørdist eisini
ein kendur politikari sum formaður
í Sambandsflokkinum og sum limur
í løgtinginum og fólkatinginum.
Oliver var so nógv burtur, at eitt
skifti mátti ein Mortensen loysa
hann av.
Eina tíð var Suðuroyggin býtt
í tvær sýslur, men nú er hon aftur
ein. Í Vági varð upprunaliga settur
ein »sóknarfúti«. Gunnar Dahl
Olsen, sum var vágbingur, var eina
tíð sóknarfúti, til hann gjørdist
sýslumaður í Vestmanna.
Tað var sum avloysari fyri sókn-
arfútan, at Suðuroyggin varð býtt
sundur sum sýsla, og tá varð hvørgin
sýslumaðurin ordiliga løntur.
Fluttu inn við Rangá
Vit fluttu inn her 31. okt. 1989 at
búgva fast. Hetta var ein ring byrj-
an. Dagin eftir skuldu vit suður til
Vágs til Smyril at heinta dóttrina
Heidi, sum var illa sjúk. Hon kom
suður í sjúkrabili, og hon doyðu 13.
januar, tveir mánaðir seinni.
Dagar við talinum 1 og 3 hevur
verið eitt merkiligt óeydnistal hjá
okkum. Beiggi mín Erling doyði í
januar 1986, og hann fór til gravar
13. Johan beiggi mín doyði 13. januar,
kona mín Sigga doyði 13. januar. Hans
Andreas tann næstelsti av okkum
beiggjunum doyði 31. januar, t.v.s. tað
øvugta av 13. So januar hevur verið
ein nokk so tungur mánaði.
Eg havi nú verið pensioneraður
í 20 ár, og eg royni at vera virkin.
Eg havi eisini seyð, sum er eitt gott
ítriv. Eisini havi eg verið virkin í
Lions í Suðuroy.
Børnini eru Heidi f. 1952, sum
doyði í jan 1990, Anni f. 1953, Bogi f.
1955, Kári f. 1957 og Randi f. 1959
Abbabørnini eru níggju, Svanna,
Rúni, Annika, Marin, Lávus, Egi,
Hjalti, Sára, Heidi
Langabbabørnini eru fýra, Bjarta,
Marita, Bastian, Anna Sofía.
Tøkk til Ejler
Nú er so komið til endan av hesi
frásøgn hjá Ejler á hesum sinni.
Hansara íkast til hesa greinarøð
hevur verið sera áhugavert. Her
skal bert skoytast uppí, at Marna
Joensen av Eiði, f. Nolsøe, ættað av
Tvøroyri, hevur greitt frá, at hon
passaði Siggu upp, tá ið hon átti tey
fyrstu trý av teirra børnum. Marna
letur sera væl at, hvussu góð tey
vóru at vera hjá. Sigga og Ejler vóru
bæði stásfólk.
Ejler Djurhuus:
Eingin dømdur fyri skotið móti sýslumanshúsinum
Í seinasta parti greiddi Ejler frá, tá ið tað í 1955 varð skotið inn í sýslumanshúsini.
Nógv og væl varð kannað, men eingin varð dømdur
Ejler t.v. seinast í 1940-unum
saman við húskallinum Marius
Ejler og Sigga á páskum 1989 saman við børnum,
verbørnum og barnabørnum
Lávus (sonur Kára) Anni Nielsen (dóttir) Svanna Nielsen (dóttir Anni)
smágentan Bjarta (dóttir Svannu) Egi (sonur Kára) Ejler, Kári Djurhuus
(sonur), smádrongurin Hjalti (sonur Kára), Heidi (dóttir Boga), Bogi
Djurhuus (sonur), frammanfyri, Unn Dimon (kona Boga) Sára (dóttir) Boga