Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 22 Sosialurin Lestrarblaðið Rólant Waag Dam Tey eru øll frá ymsum støðum í Føroyum, hava ymsa bakgrund og kendu ikki hvønn annan, tá tey búðu í Føroyum. Men tað gera tey nú, eftir at tey øll eru flutt av land inum til Keyp mannahavnar í útbúgv ingar ørindum og búgva á Oyrasundskollegiinum á Amager – størsta kollegii í Norðurlondum við umleið 1500 íbúgvum. Tað finnist ikki nakað samlað yvirlit yvir, hvussu nógvir føroyingar búgva á Oyrasundskollegiinum, men tað ljóðar, at talið er millum 500 og 600. Fáa føroyskt netverk Millum hesar mongu føroyingar, teljast Súsanna og Heini, sum búgva á Oyrasundskollegiinum sam an við dóttrini. Tey fluttu niður í 2008 og beint á Oyrasund, uttan at søkja ella troyta aðrar møguleikar áðrenn. – Vit vildu búgva her, tá vit fóru niður við einum barni. Vit ynsktu, at tað skuldi vera trygt og hetta er perfekt til eina barnafamilju, greiðir Súsanna frá. – Tá tú hevur børn og ikki býrt tætt upp at familjuni, so hevur tú brúk fyri einum øðrum netverki. Tað hava vit her við øllum vinfólk­ unum, sum búðu her áðrenn vit komu, og sum vit eisini hava fingið síðani, leggur Heini aftrat. Tá Helgi flutti niður í 2004, var fyrsta adressan eisini á Dals lands­ gade, har Oyrasunds kollegiið er. – Eg søkti bara Oyrasund. Tað var ikki eitt must, at tað skuldi vera tað, men har búðu øll hini, sum eg kendi tá. Í ár eru tað sjey ár síð ani, eg kom her av fyrstan tíð og eg kundi ikki funnið upp á at flutt, sigur Helgi avgjørdur. Ein av orsøkunum er føroyska netverkið, sum Heini og Súsanna eisini vísa á. – Eg møti nýggjum vinum her, bygdafólk, sum eg annars ongantíð annars hevði lært at kent. So hóast tað bara eru føroyingar, eg havi lært at kenna her, so er tað kortini ein heilt nýggj verð. Vinmenninir, sum eg fylgist mest við í Danmark, eru fólk eg havi lært at kenna á Oyra­ sundi, fortelur Helgi. Oyrasund var ikki meiningin Søgan hjá Ellu er í so máta øðrvísi. Hon og sjeikurin, Høgni Hansen úr Tjørnuvík, fluttu niður í 2009, men búsettust á Frederiksberg. – Tá vit skuldu flyta har frá, høvdu vit aðrar ætlanir, men brádl­ iga var Oyrasund ein møguleiki, sum eisini var bíligur samanborið við so nógv annað, so vit valdu at royna tað, greiðir Ella frá. Flestu vinkonurnar hjá Ellu búgva eisini á Oyrasundi, so tær sær hon munandi meiri til, enn hon gjørdi áður. Ella trívist eisini væl á Oyrasundi, men dugir eisini væl at sígga, at tað ikki einans eru fyri munir við at búgva har. – Tað eru eisini vandar við hes­ um. Ein er, at tú ikki verður nóg væl integreraður í danska samfelagnum, sigur Ella og sipar til, at tað í stóran mun ber til at liva eina føroyska tilveru í danska høvuðsstaðnum. Tað eru nevniliga nógv dømi um fólk, sum búgva á Oyrasundi, spæla hondbólt, fótbólt ella flog bólt við ÍF Føroyum, ganga í Kristna stovu og Eliaskirkjuni ella í Føroya hús inum og Skarv. Tá er tað bara út búgv­ ingin, sum hálar teg inn í danska sam felagið av og á. Og á Oyrasundskollegiinum eru so nógvir hentleikar, at tað fyri so vítt ikki er neyðugt at fara út um matrikk ulin. Har er lesirúm, teldu­ rúm, venjingarhøli, borðtennis, sparki vøllur, fimleikahøll, ymisk verk støð, venjingarhøli til tónleik, veitslu høli, barr, vaskarí og ein grill barr við pitsa og øðrum grill­ vørum. Integratiónin var eisini ein orsøk til, at Ella valdi at spæla flogbólt við einum donskum felag, heldur enn at velja flogbóltsdeildina hjá ÍF Føroyum. Avbyrgd frá øðrum Heini og Súsanna og eisini Helgi duga væl at fylgja sjónarmiðunum hjá Ellu. Tey vísa eisini á, at á Oyra­ sundi ert tú ikki bara í vanda fyri Tá tú hevur børn og ikki býrt tætt upp at familjuni, so hevur tú brúk fyri einum øðrum netverki. Tað hava vit her við øllum vinfólk unum Okkara Oyrasund Ongastaðni í heiminum búgva so nógvir føroyingar á so fáum fermetrum, sum teir gera á Oyrasundskollegiinum á Amager í Keypmannahavn. Tað er staðið, har tú fært loyvi at vera føroyingur í Danmark, men samstundis er tað eisini har, at tú avbyrgir teg sjálvan frá Danmark, dønum og føroyingum, sum búgva aðrastaðni enn har. Heini, Súsanna og dóttirin Miriam búgva har, tað sama gera Ella og Helgi. Her greiða tey frá lívinum á Oyrasundi