Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 22 Miðvikan Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 9. partur Torv úr Rituvík Vit skóru sjálvi torv eins og mong onnur havnarfólk. Men eg minnist eisini søkkladnar bátar koma úr Rituvík og Æðuvík við torvi. Hesir menn, sum komu rógvandi til Havn­ ar, vóru vanliga slíkir, sum vóru givnir at fara til skips. Hetta vóru pápar til teir menn, sum fiskaðu undir Íslandi. Nakrir menn máttu jú vera eftir í bygdini fyri at gera tað tyngsta arbeiðið. Men kvinnurnar høvdu eisini nógv um at vera, teirra partur lá so sanniliga ikki eftir. Eg minnist væl hesar »torv­ menn«. Prúðir stórlimaðir menn í myrkabláum troyggjum og stuttum buksum. Teir vóru í morreyðum hosum og húðarskóm. Allir høvdu væl røkt fullskegg. Andlitini vóru merkt av nógvum arbeiði. Við hvørjum báti vóru vanliga tveir menn, sum sótu og róðu millum stakkarnar av torvi bæði framman og aftan í bátinum. Alla ta ljósu summarnáttina høvdu menninir arbeitt við at bera torvið úr haganum oman í bátin, sum var bundin í ein beran klett. Teir høvdu ein turran bita við sær og góvu sær ikki stundir at fara til hús at fáa eina heita máltíð. Tá ið báturin var fullur, varð róð beinan­ vegin til Havnar. Tá ið komið varð til Havnar, varð báturin bundin so lagt inni á Eystaru Vág sum gjørligt. Menninir byrjaðu beinanvegin at tøma bátin, tí um veðrið helt sær, kundi vera møguleiki fyri at koma við eini last afturat í sama samdøgri. Menninir høvdu leypar við sær, sum stóð á toftubekki, meðan fylt var í teir. Síðan var torvið borið inn á Kongabrúnna. Teir menn, sum lótu torv til handilsmannin Evensen, fingu altíð mat frá honum, men hvussu tað var við øðrum keyparaum, sum til dømis embætis­ monnum, veit eg ikki. Menninir høvdu tó altíð mat við sær so sum skerpikjøt, drýl, turr­ an fisk og spik umframt ein dunk av mjólk. Høvdu menninir eisini handilsørindi í Havn, og hetta kundi taka tíð, vórðu bátarnir drignir uppá land. Sum kunnugt halda børn ofta, at fremmandur matur smakkar best. Vit kundu standa uppi yvir monn­ unum og munga, og tað var heldur ikki so sjáldan, at vit fingu ein bita, sum vit hildu smakkaði nógv betur enn maturin heima. Men hetta var sjálvandi bert innbilningar. Køstar Sum vanligt var tá, hevði hvørt hús sín køst. Hesir køstar vóru opnir míni fyrstu barnaár. Men so komu boð frá heilsunevndini um at lok skuldu leggjast á køstarnar. Hetta var eisini gjørt, hóast nakað av brumman um tær stóru óneyðugu útreiðslur, sum stóðust av hesum. Hildið varð eisini, at tøðini minkaðu í styrki í køstum við loki. Men mammu dámdi hetta sera væl. Hon hevði kanska ein annan hugburð um hetta enn fólk flest. Men annars var tað so, at tað vóru bert hús, sum høvdu neyt, sum høvdu køst. Onnur blakaðu bert avfallið á sjógv. Av teimum kúgvaleysu húsun­ um við Eystaru Vág var tað bert prentarin Long sum hevði køst. Hann slapp undan kravinum um lok, tí hann segði seg bert koyra øsku í køstin. Men tað var ivasamt, um tað var so. Míni foreldur hildu, at hann koyrdi eisini kasseraðar blýstavir frá prentsmiðjuni í køstin. Hetta gav okkum dreingjum hugskotið at fara at geva út eina avís fyri dreingir, og til hetta kundu vit nýta hesar blýstavir. Men tað kom ongantíð so vítt. Stavirnir hjá Long vóru nevniliga ójavnt slitnir. Tað restaðu eisini altíð nakrir bókstavir, og stórir vóru als ikki til at finna. Seinni, meðan eg gekk í skúla, var eg við til at útgeva eitt blað, sum tó einki eintak finst av í dag. Tað var skrivað við hond í tveimum eintøkum, og so gekk tað frá hond til hond. Kollvelting at fáa vatn Vit høvdu eisini hjall. Seinni bygdi pápi ein verkstað fast í hjallin. Frá Abbatrøð rann í mínum ungu árum ein lítil á undir verkstaðið og oman í Eystaru vág. Tá tað ikki var turkur, var nóg mikið av vatni í hesi á til neytini. Hetta var ein stórur lætti, tí annars skuldi farast eftir vatninum úr Havnará uppi við tinghúsið, har vatnið var reint. Niðanfyri tinghús­ brúnna vaskaðu konurnar klæði. Tað var ikki lætt, at farast skuldi so langan veg, tá brúk var fyri vatni. Alt drekkivatn varð heintað úr Havnará, har áin krossaði Tinghús­ vegin. Har var ein hylur, har tað var lutfalsliga lætt at fáa vatnbytturnar fyltar. Hesar vóru hongdar í oki um akslarnar, so hvør persónur kundi bera tvær byttur í senn. Tað skuldi berast nógvar byttur, og tað serliga til tey hús, sum høvdu neyt. Eitt sindur longur niðri í ánni var eitt vaskistað, har kvinnurnar kundu fara eftir eini trappu oman til ánna at vaska teirra klæði. Her stóðu konurnar við sínum bankitrøum og bankaðu klæðini rein. Tey hava verið kókað heima, og tað var skolingin, sum gekk fyri seg á hendan hátt. Tí var tað eitt stórt framstig, tá tað kom vatnleiðingur. Vit sum búðu á Kák, fingu ein vatnpost, har sum áin rann oman frá verk­ staðnum hjá pápa. Seinni kom so vatnið inn í húsini, og tað var enn eitt framstig. Kristian Djurhuus: Kollvelting at fáa vatn Kristian Djurhuus upplivdi so at siga alla menning av samfelagnum. Hann upplivdi tað stóra framstig, at vatnpostar vórðu settir upp og at húsini í Havn seinni fingu vatn innlagt. Og so kundi eisini keypast torv frá rituvíkingum Her við Stóradamm á Vaglinum fóru Havnarfólk eftir vatni Mynd: Fornminnissavnið Áarvegur og Niðari dammur, har kvinnur skolaðu klæðir Mynd: Andreas Ziska Tað var eitt stórt framstig hjá havnarfólki at kunna taka vatn frá vatnpostum ymsa staðni í býnum. Hetta er tann seinasti, sum var eftir. Hvør man drongurin vera? Mynd: Andreas Ziska Komandi partar verða bert frásøgn hjá Kristian Djurhuus. Í komandi parti greiðir m.a. frá prentaranum Georg Long og um lesiklubba hjá konum í Havn