Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 Sosialurin Lestrarblaðið í Føroyum Tekniski skúlin í Havn og Klaksvík Húsasmiður Húsamiðurin fæst við at smíða sethús, virkisbygningar og onnur byggiarbeiði. Arbeiðið fevnir um forskalling, gólv, útveggir og takverk. Eisini bjálving, klæðing av húsum, uppseting av køkseingum og øðrum. Víðari ber til at læra til byggitekninkara, byggifrøðing, byggiverkfrøðing og arkitekt. Tekniski skúli í Havn Stálskipasmiður Stálskipasmiðir fáast fyrst og fremst við at byggja stálskip, men gera eisini arbeiði á virkjum og innan flutning og byggivirksemi. Arbeiðið fevnir millum annað um tilgerð av konstruktiónum úr plátum, rørum og profilum í ymsum tjúgdum. Útbúgvingin endar við sveinaroynd. Víðari kann lærast til: maskinmeistara, framleiðslu tøkning og verkfrøðing Tekniski skúlin í Havn Plátu- og kontruktións smiðjur Plátu- og konstruktiónssmiðurin er tann smiðurin, »sum dugir alt«, og hevur eina breiða vitan um alt smiðjuøkið. Plátu- og konstruktiónssmiðurin arbeiðir í høvuðsheitum við at umvæla og framleiða úr stáli, jarni og øðrum metallum. Arbeiði fevnir m. a. um plátuarbeiði úr tunnum og tjúkkum plátum. Til hetta arbeiði verða nýtt bæði hondamboð, automatiskar og teldustýrdar maskinur. Víðari ber til at útbúgva seg til: maskinmeistara, framleiðslutøkning og verkfrøðing Tekniski skúli í Klaksvík Matvøruútbúgving Matvøruútbúgvingin er ein nýggj útbúgving, sum Tekniski skúli bjóðar. Í summar verða fyrstu matvørunæmingarnir lidnir. Útbúgvingin er skipað sum eitt støðisár, sum gevur næmingunum førleika at koma í læru sum gastronomihjálpara. Ætlar tú at fara víðari eftir fyrsta støðisárið, krevur tað, at tú hevur eitt lærupláss. Hevur tú tað, kanst tú taka eina knapt trý ára langa yrkisútbúgving innan matvøru, har skúlaparturin tó er í Danmark. Tekniski skúli hevur avtalu við Aalborg Food College um skúlagongdina á framhaldsútbúgvingunum. Tey, ið hava tørv á matvøruútbúgvingini eru kokkar, tænarar, smyrji breyðs jomfrúir, bakarar og føðsluhjálparar. Tekniski skúli í Klaksvík HT- útbúgvingin Á tekniska skúla í Klaksvík eru umframt SIT og vanligu lærlingaútbúgvingarnar eisini ein HT-útbúgving. Hetta er ein trý ára long útbúgving, sum serliga er ætlað teimum, ið hava áhuga fyri at arbeiða við tøkni, bæði verkliga og ástøðiliga. Útbúgvingin er skipað við kravdum lærugreinum og vallærugreinum. Útbúgvingin er í stóran mun myndað av verkætlanum. Djúpt inni í Dalsfjørðinum í tí norska fylkinum Sogn og Fjordane liggur ein lítil bygd nevnd Flekke, har umleið 250 fólk liva friðarliga og virka fyri dagligt breyð. Ein skuldi ikki trúð tí, tá ein koyrir eftir tí kringluta veg num framvið bygdini, men smáar 2,5 km norðan fyri lítla bygda sam­ felagið finnur tú ein heilt serligan skúla, nevniliga Red Cross Nordic United World College, styttur RCNUWC. Á RCNUWC ganga á leið 200 næm ingar frá fleiri enn 80 londum, alt frá Nepal til Peru og sjálvandi eisini úr Før­ oyum. Í 1996, tá skúlin varð settur á stovn, gjørdi Føroya Landsstýri av, at Føroyar eisini skuldu taka lut í samstarvinum. Ein før oyskur næmingur verður valdur á hvørjum ári, soleiðis at tveir næmingar altíð ganga á skúlanum í tí 2 ára útbúgv­ ingini. Fyri at sleppa inn á 2 ára útbúgvingina mást tú vera lið ugur við fyrsta árið í eini gymnasialari miðnáms útbúgv­ ing. Skúlin virkar fyri, at út­ búgv ing skal vera ein megi, ið sameinir fólk. Hann er merktur av, at fólk úr øllum heiminum eru savnað fyri at læra og liva saman. Næmingarnir eru hýstir 5 í hvørjum kamari, og teir eru settir saman tvørtur um landa mørk. Hetta merkir, at ikki einans skulu næmingarnir læra seg at taka hædd fyri mentunarligum ymiskleikum í arbeiðsumstøðum men eisini í vanligum sosialum lívi. Fólk úr Kanada og Tanzania verða tínir tættastu vinir og familja. Lærararnir eru somuleiðis úr øllum heiminum, og búgva teir saman við teirra familjum á skúlans øki. Fakliga støðið á skúlanum er høgt. Lestrarætlanin er løgd eftir Inter national Baccalaureate (IB) fortreytum, ið er eitt krevjandi tvey ára pen sum. At lesnaðurin er krevj andi, merkir ikki bara, at tú hevur fleiri fakta at minn­ ast, fleiri bøkur at lesa og fleiri skúlatímar enn á øðrum skúl­ um. Áherðsla verður eisini løgd á m.a. at duga at seta krevjandi spurningar og at læra um sjálvt tað at læra, soleiðis at tú verður brynjaður til víð ari lesnað. Harafturat snýr út­ búgvingin seg um meiri enn tað, sum stendur á endaliga próv num. Tað verður kravt av tær, at tú letur teg draga inn í til tøkini, ið fara fram uttanfyri skúlan (EACs), og sum hava nógv at týða fyri, hvussu tín útbúgving verður myndað. Eins ymisk og vit menniskju eru, so ymisk eru tey tiltøkini, ið tú kanst velja ímillum. Tú kanst t.d. velja at skipa fyri fríggja dagscaféini Snikkarbua, spæla kamartónleik, skipa Reyða Kross og Amnesty virk­ semi, spæla sjónleik; stutt sagt er hugflogið tann einasta av­ mark ingin, tí næmingarnir hava stórt frælsi til at gera verk ætlanir, ið teir sjálvir brenna fyri. Nettupp frælsi setur sín dám á skúlan, tí umstøðurnar eru snøgt sagt stak góðar. Skúlin hevur høli til tónleik, sjónleik og málningalist, framúr góða útgerð til náttúruvísundarligu lærugreinirnar, svimjihøll, fitness sentur, og Noreg gevur tær møguleika til at standa á skí stóran part av skúla ár­ inum. RCNUWC savnar ungfólk úr øllum heiminum, hvørt við sínum sjónarmiðum á hvussu heimurin sær út, í tí vón, at hesi ungfólkini í framtíðini kunnu gera eitt arbeiði, ið onkurs­ vegna kann gera ein mun. Næm ingarnir eru í roynd og veru ambassadørar fyri teirra lond. Skúlin hevur til endamáls at útbúgva næmingar, ið eru tilvitaðir um umhvørvislig og menn iskjalig greiðsluevni, og sum vilja involvera seg í sam­ felagnum. Tolsemi og sam­ kensla eru eginleikar, sum skúl in leggur dent á at leggja í næm ingar nar við tí vón, at tað ber til at skapa ein betri heim. United World College í Noregi Ingilin Strøm, næmingur á RCNUWC í Noregi Mentamálaráðið rindar fyri ein føroying árliga Næmingar, sum ganga á 1. ári á eini gymnasialari útbúgving kunnu søkja Mentamálaráðið um upptøku á RCNUWC. Umsóknarblaðið fæst á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum. Ein føroyskur næmingur fær árliga stuðul at ganga á United World College, soleiðis, at tað altíð eru tveir føroyingar á skúlanum: ein á fyrra árinum og ein á seinna árinum. Seinasta freist at søkja er 7. mars 2011. Ingelin Strøm og Halla Jacobsen, føroyingar á Wold College