mikudagur 23. februar 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
Sosialurin
Sum er kemur mestsum øll
orka í heiminum frá tveimum
høvuðskeldum: olju og kjarn
orku. Bróðurparturin kemur
frá olju. Hon hevur tann fyri
munin, at hon eisini kann
nýtast til flutningsfør, bilar,
skip og flogfør. Báðar nevndu
orkukeldur eru ikki varandi.
Tørvurin á olju er so stórur,
at prísurin nú bara økist. Tað
má ikki roknast av leið, at
oljuprísurin um 5 ár er 120
dollar fyri tunnuna. Í løtuni
er prísurin umleið 80 dollar.
Orsøkin til, at oljuprísurin
nú økist aftaná í nærum 80
ár mestsum at hava staði í
stað, er, at oljuframleiðslan
ikki klárar at nøkta tann
ovurstóra og bara vaksandi
tørvin. Lond sum Kina, India,
Brasilia hava risa búskap
arvøkstur.
Vøkstur,
sum
kemur at standa við. Tað
verður serliga oljunýtslan til
elframleiðslu og upphiting
av húsum, ið verða rakt av
vaksandi oljuprísunum. Tí
flutningsførini mugu hava
olju. Aðrir orkumøguleikar
eru til framleiðslu av el og til
upphiting av húsum.
Aðrar orkukeldur enn olja
og kjarnorka finnast. Nøkur
av
okkara
grannalondum
Norra, Svøríki og Ísland eru
vælsignaði við vatnorku í stór
um nøgdum. Hetta hevur verið
teimum til stóran fyrimun. Tey
hava í mong ár havt sera lágar
elprísir. Hóast bíliga elorku
eru tey tó noydd at innflyta
olju til flutningsfør. Nøgdin
av vatnorku er sera avmarka
í øllum heiminum. Bert nøkur
fá lond eru so heppin at hava
hesa orkukeldu. Føroyar eru
ímillum hesi.
Seinastu 30 árini hevur
verið gjørt nógv fyri at
gagnnýta eina aðra varandi
orkukeldu, nevniliga vind
orku. Vindorka finst í stórum
nøgdum í heiminum. Tí er
áhugin fyri henni so alstórur.
Men vindorka hevur tann
vansa, at viðhvørt er eingin
vindur, og ikki kann hon
goymast sum vatnorka. Tí er
vindorka ikki altíð tøk. Men
útbyggingarkostnaðurin fyri
hesa orku er tó kendur.
Aðrir
orkumøguleikar
eru ikki tøkir í Føroyum. Sól
er ov lítið av til sólarorku.
Sjóvarfallsorka
og
aldu
orka er bara tíðliga á menn
ingarstiganum, og kunnu tí
komandi nógvu árini ikki
gagnanýtast til kappingar
føran prís. Liggjast má tó ikki
á láni her heldur. Arbeiðast
má við at menna hesar orku
keldur á ein skilagóðan hátt.
Tann ósemja, sum í løtuni
er um orkuútbygginarnar hjá
SEV, snýr seg nevniliga í ein
stóran mun um kappingar
føran prís. Eitt sindur verður
tosa um verju av náttúruni.
Tosa vit fyrst um verju av
náttúruni, so er tað soleiðis, at
allar orkuútbyggingar ávirka
náttúruna á ein ella annan
hátt. Olja og kjarnorka hava
mest negativu ávirkanina.
Stráling
frá
kjarnorkuni,
og útlát av ymsum evn
um, carbonoxidum, nitro
genoxidum og svávuloxid
um,
umframt
dusti
frá
oljuverkum. Vindmyllurnar
skemma kanska náttúruna og
vatnorka ger, at minni vatn
er í ymsum áum umframt at
øki leggjast undir í vatni.
Tá ið hugsa verður um
tað ávirkan olja og kjarnorka
hava, so eru árinini av vind
orku og vatnorku ikki nevni
verd. Støðan er bara tann,
at eingin hevur tosa um tað
ógvusligu negativu ávirkan,
ið olja hevur á umhvørvi.
Fylgjurnar síggjast ikki við
tað sama. Í seinastuni er tó
CO2 útlátið komi við í útrokn
ingarnar. 3 kg CO2 fyri 1 kg av
brendari olju.
Viðvíkjandi gagnnýting av
náttúrini er sum heild at siga,
at um dyrkast kundi hveiti í
Føroyum, ja so var øll jørð í
Føroyum hveitiakrar. Men
sum Rasmus Effersøe yrkir:
”Har búnast ikki eik og fur,
ei búnast hveitiakrar”. Men
vit hava tó annað tilfeingi,
harímillum vatn og vind,
sum neyvan nakar hugsar
um sum eitt tilfeingi. Men
fara vit inn á Hagstovuna og
hyggja at innflutninginum,
so vóru í 2009 innfluttar fyri
500 mill. kr. í matvørum og
fyri 650 mill. kr. av olju. Í 2008
vóru tølini ávikavist 510 og
1050 mill. kr, tá oljuprísurin
var hægri. So vatn og vindur
eru eitt sera týdningarmikið
tilfeingið.
Matvørurnar
sleppa vit ikki undan at
innflyta, men orkuna hava
vit møguleika at framleiða
sjálvi. Oljuna til skipini tó
undantikin.
So kemur spurningurin
um prís. Hvørjar møguleikar
hava vit fyri at byggja út tær
báðar orkukeldurnar, ið tøkar
eru: vatn og vind? Viðvíkjandi
vatnorkuútbyggingum er tað
bara ein spurningur um prís.
Útbyggingarnar
eru
sera
dýrar. Neyðugt er at gera
okkurt munagott fyri at
minka um henda kostna. SEV,
land og komunur eiga at tosa
saman og finna aðrar hættir
at fáa vatnútbyggingarnar
framdar enn á verandi hátt,
ið er ovurdýrur. Nýggjar
útbjóðingarhættir, feløg, ið
átaka sær at byggja út, betri
fígging o.s.v.
Viðvíkjandi vindorku er
trupulleikin reglusemi, ið
neyvt sagt er sum vindurin
blæsir. Finnast má uppá
hættir at stabilisera vind
orkuna. Tosa hevur verið
um at pumpa vatn uppaftur,
akkumulatorgoymslu,
so
motorarnir á Sundi kunnu
startast, tá ið vindurin er
ov nógvur og ov lítil. Her
eru tíverri ikki nógvir møgu
leikar. Oljumáttur má tí altíð
vera í eini backup skipan.
Annað er, at hitapump
urnar hava fingið so høgt
nyttustig, umleið 3 kWh av
hita fyri hvønn kWh av el
orku. Hetta kundi gjørt tað
møguligt hjá SEV, at fari
at hugsa um at útbyggja
elorkuna til eisini at veita
alla orkuna til upphiting av
húsum í Føroyum. Hetta vil
tvífalda elorkutørvin (mín
fyrsta meting). Samstundis
høvdu vit sloppið undan
øllum innflutningi av olju
til
upphiting.
Stórdriftin
kann gera, at SEV kann
veita elorku bíligari. Hetta
er jú knúturin. Hvat verður
prísurin á hvørjum kilo
watttíma. Nevnda uppskot
krevur stórar útbyggingar
av varandi orku. Øll tøk vatn
orka má útbyggjast. Restin
má so koma frá vindmyllum.
Oljuverkið á Sundi má so
veita backup, tá ið einki
vatn og eingin vindur er. Á
henda hátt kunnu vit minka
almikið um tørvin á olju.
Koma elbilarnir, er hendan
loysnin enn betri. Tá sleppa
vit eisini undan øllum bensin
innflutningi til bilarnar.
Ein
orkuloysn
nakað
sum omanfyri nevnd kann
betra livilíkindini her á landi
munandi. So tað er bara at
bretta upp um armar og
fara í gongd við at rokna
uppá ymsu møguleikarnar,
alternativini.
Og so fáa útinnt nakað í
verki.
Nakað annað er, at neyðugt
er at tálma eksponentionella
(rentes rente) vøksturin í
orkunýtsluni. Verður tað ikki
gjørt er alt annað mestsum
til fánýtis.
Kristin Rasmussen
Orkuútbyggingar
– eitt ódnartak
Nú orðaskifti er um SEV og orkuútbyggingar, kundi tað verið
upp á sítt pláss at tikið saman um teir møguleikar, vit í Føroyum
hava fyri at fáa bíliga orku. Fyrst av øllum má sigast, at
møguleikarnir eru ikki fleiri, fyri ikki at siga ógvuliga fáir
Hósdagin 24. februar
Grýturættur / Krebinettir
Fríggjadagin 25. februar
Nakkasteik / Milliónbúff
Stoktur medistari
Leygardagin 26. februar
Rullusteik
Mánadagin 28. februar
Stokt flesk / Kókað neytakjøt
Týsdagin 1. mars
Svínakambur / Høsnarungabringa
Mikudagin 2. mars
Stoktur medistari / Kjøtfrikaleddur
-so eru tit við!