mikudagur 23. februar 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
20
Sosialurin
Lestrarblaðið
Teknisku skúlarnir
Lærlingaútbúgvingar krevja, at næmingarnir hava eitt
lærupláss og ein lærusáttmála. Síðani er útbúgvingin býtt
upp í tíðarskeið í skúlanum og tíðarskeið á læruplássinum.
Nógvar handaligar útbúgvingar eru at velja ímillum
Tekniski skúlin í Havn og Klaksvík
El-innleggjari
El-innleggjarin arbeiðir við at leggja sterk- og veikstreym í
t.d. sethús, skrivstovur, virki, skúlar og umborð á skipum. El-
innleggjarin fæst eisini við tele-, teldu-, og antennuinnleggingar.
Víðari ber til at læra til el-installatør, KT- og
elektronokktøkning, framleiðslutøkning, verk frøðing,
stærkstrømsteknikara, 1 ár HF + ingenør, IT- og elektronik
teknolog, byggitøkning og fram leiðslutøkning.
Tekniski skúlin í Havn
Hárfríðkanarfólk
Hárfríðkanarstarvið er fjølbroytt, og
arbeiðs møgu leikarnir eru nógvir. Flestu
sveinarnir arbeiða á hárfríðkanarstovum,
men til ber eisini at starvast innan sjónleik
ella í sjónvarpinum. Hetta er eitt øki, sum
broytist skjótt, tí mótin skiftir ofta. Tí eru
hárfríðkanarøkið merkt av nógvari menning
og skeiðsvirksemi.
Víðari ber til at læra til stylist,
kosmetikara, kostmetolog, make-up Artist
og manicurist.
Tekniski skúlin
í Havn og Klaksvík
Maskinsmiður
Maskinsmiðurin arbeiðir millum annað
við fresing, dreying, boring, sveising og
skrúvustiksarbeiði av maskinlutum og
øðrum stálkonstruktiónum.
Arbeiðið fevnir eisini um forritan og
framleiðslu við teldustýrdum maskinum,
umframt viðlíkahaldi av motorum og
automatikkstýrdum skipanum.
Víðari ber til at læra til
maskinmeistara, framleiðslutøkning og
verkfrøðing.
Tekniski skúli í Havn
Rørsmiður
Rørsmiðurin arbeiðir við nýgerð og
viðlíkahaldi av vatn-, hita-, gass-
og ventilatións-innleggingum í
sethúsum, virkjum og skipum.
Víðari ber til at læra
til: maskinmeistara,
framleiðslutøkning og verkfrøðing.
Tekniski skúlin í Havn
Bygningssnikkari
Bygningssnikkarin nýtir á verkstaðnum framkomnar maskinur at
gera t.d. hurðar, vindeygu, skáp og køkar og annars alt vanligt
uttan- og innandura snikkaraarbeiði.
Bygningssnikkarar gera eisini lakkarbeiði, umframt at leggja
gólv.
Víðari kann lærast til: byggiteknikara, byggifrøðing,
verkfrøðing og arkitekt
Tekniski skúli í Havn og Klaksvík
SIT
Teknisku skúlarnir bjóða eina miðnámsútbúgving,
nevnd SIT. Hetta er ein tvey ára long útbúgving, sum
leggur serligan dent á tað handverksliga, men eisini hevur
aðrar lærugreinar, sum føroyskt, enskt og støddfrøði.
í Havn ber til at taka SIT á træ-, el-, bil-, stíl & snið-
ella metaldeildini. Í Klaksvík ber til at fara á maskin-, el-
ella byggideildina.
Fyrsta árið snýr seg serliga um evni innan ta breytina,
tú hevur valt. Seinna árið er ofta merkt av ymsum
verkætlanum, har næmingarnir veruliga skulu royna seg.
Eftir fyrsta støðisárið ber til at fara í læru og fáa
eftirgivið nakað av lærutíðini.
Eftir lokna tvey ára SIT útbúgving ber til at
fara undir víðari lesnað eitt nú til maskinmeistara,
framleiðslutøkning, el-installatør ella byggitøkning.
Ætlar tú tær handverksliga vegin, liggur væl fyri
við eini SIT útbúgving. Til ber eisini at nýta SIT sum
grund undir ávísum akademiskum útbúgvingum, t.d.
inginørútbúgvingum.
Freistin at søkja inn á SIT-útbúgvingarnar er 15. mars.
Tekniski skúli í Havn
Byggitøkningur
Útbúgvingin til byggitøkning er ein tvey ára long
yrkisakademiútbúgving, sum samsvarar við tvey tey fyrstu árini
av byggifrøðingaútbúgvingini. Hetta er sostatt ein miðallong
hægri útbúgving.
Útbúgvingin miðar m.a. ímóti størvum í byggivinnuni,
virkjum, ið framleiða byggitilfar ella hjá ráðgevandi
verkfrøðingum. Útbúgvingin tekur 2 ár, og fevnir m.a. um
virkisrakstur, útrokningar, byggimálsviðgerð, projektstýring og
byggiframleiðslu.
TST hevur avtalur við danskar skúlar um víðari lestur eftir
lokna útbúgving. Sum byggitøknigur er møguleiki at lesa víðari
til bygningskonstruktør í Danmark (4. og 5. semestur í DK)
Møguleiki er at taka 6. og 7. semestur í Føroyum (praktikk og
endaligu verkætlanina)
Upptøkukrav er miðnámsútbúgving, SIT (2 ár) ella
lærlingaútbúgving.
Teksniski skúli í Havn
Framleiðslutøkningur
Framleiðslutøkningur er ein yrkisakademiútbúgving,
sum tekur 2 ár.
Sum lesandi fert tú í útbúgvingartíðini at
arbeiða nógv við nýskapan og menning. Undir
útbúgvingini lærir tú m.a at: Stovna og leiða eina
fyritøku, Samskifta innan- og uttanhýsis, analysera
trupulleikar og finna heildarloysnir, gera uppskot til
optimering av framleiðslu og menna starvsfólk
Byggitøkningur og Framleiðslutøkningur eru
báðar 2-ára Yrkisakademiskar útbúgvingar.
TST hevur avtalur við danskar skúlar
um víðarilestur, aftaná lokna útbúgving.
Sum framleiðslutøkningur er møguleiki at
lesa víðari til maskiningeniør og fáa eitt ár
góðskrivað av útbúgvingini, ella lesa víðari til
»Proffesionsbachelor í Produktudvikling og teknisk
integration«.
Upptøkukrøvini eru: miðnámsútbúgving,
SIT (2 ár) ella lærlingaútbúgving.
www.tst.fo
www.tsk.fo
Á teknisku skúlunum verður handverk tvinnað saman
við ástøði. Teknisku skúlarnir bjóða eitt breitt úrval av
útbúgvingum, sum eru ymiskar til longdar. Tveir tekniskir
skúlar eru í Føroyum, ein í Havn og ein í Klaksvík
Lagt til rættis: Eydna Skaale