Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 20 Sosialurin Johan Dahl landsstýrismaður Kjak Sum eitt fjarskotið oyggja­ samfelag mitt í Norður­ atlantshavi eru vit enn avskorin frá at vera saman­ bundin við elveitingarkervið á meginlandinum, og tískil er okkara elnet sera viðkvæmt og ein “isolerað” skipan, sum setir stórar avmarkingar í nýtslu okkara av óstøðug­ um orkukeldum, sum t.d. vindorku. Okkara net, sum leiðir streymin til hvørt virki og hvørt húsarhald í Føroyum, krevur stórar íløgur, um tað skal nøkta tørvin í sambandi við, at samfelagið verður elektrifiserað, soleiðis at vit verða leys av oljunýtslu til upphiting av sethúsum og virkjum og eisini yvir tíð kunnu nýta elrikin akfør ístaðin fyri verandi akfør, ið nýta bensin og diesel. Hyggja vit eftir samlaðu nýtsluni í Føroyum við miðaltølum fyri árini 2000­ 2009, so hevði eykanýtslan av el, um virkir, hús og ferðslan nýttu el í staðin fyri fossil brennievni, verið sum niðanfyri standandi tabell vísur í Gwh í mun til oljunýtslu: Sí talvu 1 Hetta yvirlit sigur ikki so lítið um okkara framtíðar avbjóðingar. Eitt kunnu vit gera okkum greitt, og tað er, at vit høvdu spart meira enn eina hálva milliard krónur í innkeypi av brennievni av ymsum slagi, um vit løgdu um til varandi orkukeldur. Eisini høvdu vit havt eitt nógv minni Co2 útlát, sum er okkara mál at fáa minkað við 20% í mun til útlátið í 2005 fram til 2020 ­ hetta sjálvandi treytað av, at vit gera íløgur­ nar í varandi orkukeldur. Um vit ikki gera stórvegis broytingar, men halda áfram við verandi gongd og einari framskriving av elnýtsluni við 3% um árið, so koma vit í 2020 at hava ein eltørv um árið upp á umleið 400 Gwh, t.v.s. um 140 Gwh meira enn í 2010. Um vit útbyggja vatn­ orkuna so nógv sum møguligt er, so ber til at fáa í mesta lagi 135-150 Gwh um árið afturat tí, vit hava í dag frá vatnorku, frá hesi orkukeldu. Tá er ikki tikin hædd fyri, at vit kunnu útbyggja sonevndar “pump to storage” skipanir, har hetta er møguligt. Til vatnorkuútbygging er at siga, at tey best egnaðu økini longu eru útbygd, og útbygging av írestandi økjum er sera kostnaðarmikil, um­ framt at hon ger stór inntriv í nátturu okkara, og eiga vit tí at venda eygunum eftir øðrum útbyggingar­ møguleikum. Sera ivasamt er um hetta er leiðin at fara. Sí metingar niðanfyri, ið gjørdar eru av Jarðfeingi, yvir ymisk scenario fyri orkunýtsluna fram til 2050: Sí talvu 2 Gongd I: Seinastu 10 árini hevur vøkst­ urin í elframleiðslu/nýtslu verið umleið 3 % um árið. Blái grafurin vísir nýtsluna, um hendan gongdin heldur fram til 2050. Gongd II: Helvtin av ídnaðinum lagt um til el – javnt í tíðarskeiðinum 2011­2020, síðani 1% vøkstur um árið fram til 2050. Upphiting løgd um til el – javnt í tíðarskeiðinum 2011­ 2020, síðani 0% vøkstur fram til 2050 orsakað av bjálving. Ferðsla á landi løgd um til el – javnt í tíðarskeiðinum 2015­2030, síðani 0% vøkstur fram til 2050 orsakað av effektivari motorum. 2% elvøkstur um árið frá 2010 til 2050 til alt annað. Gongd III: Helvtin av ídnaðinum lagt um til el – javnt í tíðarskeiðinum 2011­2020, síðani 1% vøkstur um árið fram til 2050. Upphiting løgd um til el – javnt í tíðarskeiðinum 2011­ 2030, síðani 0% vøkstur fram til 2050 orsakað av bjálving. Ferðsla á landi løgd um til el – javnt í tíðarskeiðinum 2015­2040, síðani 0% vøkstur fram til 2050 orsakað av effektivari motorum. 2% elvøkstur um árið frá 2010 til 2050 til alt annað. Stóra avbjóðingin er stutt sagt, at: • Í 2020 kemur væntaði el­ framleiðslutørvurin at verða millum 380 ­ 550 GWh/ár. • 75% varandi orka svarar til 290 – 410 GWh/ár, ella ein meirframleiðsla av varandi orku: 180 – 300 GWh/ár. • Í 2050, um gongdin er, sum hon hevur verið sein­ astu mongu árini, so er el­ framleiðslutørvurin umleið 900 GWh/ár. Hvussu megna vit hesar av­ bjóðingar, og hvussu stórur partur kann verða framleidd­ ur við varandi orkukeldum? Møguleikarnir eru fleiri fyri at fáa skilagóðar loysnir, og hevur undirritaði, ið varðar av Elveitingarøkinum saman við landsstýriskvinnuni í orkumálum, eftir fund við elframleiðarar og kommunu­ feløgini, gjørt av at fáa sett skjóttarbeiðandi arbeiðsbólk við fakfólki at kanna og lýsa, hvørjar av niðanfyri nevndu møguleikum mælt verður til, at vit seta segl á fyri at fremja í verki. Loysnir, sum kunnu setast í verk í nærmastu framtíð (1­5 ár) • Vindorka beinleiðis á netið • Vind/vatn pumpuskipanir (PTS) • Vind/battarí skipanir • Kjarnorka Loysnir, sum kunnu setast í verk longur inn í framtíðina (5­10 ár) • Sjóvarfalsorka • Kaðalsamband • Vatnorka Eg meti, tað er sera áhuga­ vert at kanna møguleikan við vindmyllupark á landi í Føroyum, sum umvegis kaðalsamband til megin­ landið kann framleiða el at nýta á evropeiska elkervi­ num og harvið geva okkum: • Møguleika at útflyta el og harvið skapa nýggja vinnu. • Loysir okkara trupul­ leikar við at vera ein isolerað skipan og harvið trupulleikan við óstøðugum streymi. • Vil viðvirka til, at vit kunnu halda elprísin á rimiligum støði, sum ikki darvar okkara kappingarføri og leggur eyka byrðar á húsarhaldini. • Kunnu keypa el frá meginlandinum til Føroyar. • Ger okkum leys av fossilum brennievni til elframleiðslu. Fyri at gjøgnumføra slíka ætlan krevjast stórar íløgur, og verður ivaleyst neyðugt at fáa stór og fíggjarliga sterk orkufeløg við til at fremja hetta í verki. Hetta krevur eisini, at okkara net hevur framt neyðugar útbyggingar, og at tær intelligentu skipanirnar, sum stýra framleiðslu og fordeiling, eru framdar, soleiðis at veitingin er støðug og íkki órógvar elnetið. Umráðandi er, at allir partar samstarva fyri at finna bestu loysnirnar. Vit eru øll í sama báti og hava eitt aðalmál, ið er at veita støðuga og trygga elveiting til samfelagið fyri rímiligan kostnað fyri brúkaran. Ein tann størsta samfelagsliga avbjóðingin er framtíðar elveiting Hvussu fremja vit hetta á skilabestan hátt? Talva 1