Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 Sosialurin Lestrarblaðið Tilfeingisskúlin www.fiskvest.fo Les meira her! Fiskivinnuskúlin í Vestmanna er ein gymnasialur tilfeingisskúli, sum tekur trý ár. Her hevur tú flestøll miðnámsfak sum føroyskt, enskt og kunningartøkni, men tú lærir eisini onnur fak, sum tú ikki sært aðrastaðni. „ Fiskivinnuskúlin er ein góður skúli. Her eru varierandi frálæruhættir, og eg fái góðar møguleikar at útbúgva meg víðari. Eg kann fara beint út í vinnulívið, og eg kann eisini taka eina universitetsútbúgving í øllum teimum fakum, eg ynski mær.“ „ Eg vil avgjørt mæla øðrum til at fara á hendan skúlan. Hann er deiliga heimligur, næmingar og lærarar samstarva væl, og samanhaldið er genialt. Talið á næmingum er eisini akkra fyri. Man kennir øll og sær altíð onkra smekkra sild. Alt í alt amazing!“ „ Tað besta við skúlanum er fjølbroytnið í frálæruni. Her eru øll vanlig fak, men vit sita ikki inni 24/7. Vit fara eisini út á virkir, eru á laboratorium og uppliva náttúruna. Havi roynt annan miðnámsskúla, og tað kann slett ikki samanlíknast við hetta.“ „ „ „