Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 Sosialurin Farnu viku var nakað av kjaki um ger av nýggjum Hvalbiartunnli. Kjakið byrj­ aði eftir ein tíðindastubba, har ein blaðmaður hjá Sosi­ alinum hevði verið á kvøld­ setu hjá Fólkaflokkinum í Øravík. Eg var sjálvur til kvøldsetu hjá Fólkaflokkinum, men eg kenni onki til tað, sum hevur verið frammi um nýggjan Hvalbiartunnil. Annika Olsen, landsstýris­ kvinna, staðfesti, at tað ikki var eydnast at raðfesta Hvalbiartunnilin, og at hann tí ikki var at finna á løgu­ ætlanini, sum nú fyriliggur, fram til 2015. Umboðini fyri Fólkaflokk­ in harmaðist um, at tað ikki hevði borið til at raðfesta tunnilsarbeiðir kring landið, eisini nýggjan Hvalbiar­ tunnil. Tað var heilt greitt, og tað var ongin ivi um tað, at Fólkaflokkurin vil berjast fyri at raðfesta tunnils­ íløgur, bæði ímillum bygdir, herundir nýggjan Hvalbiar­ tunnil, og at halda áfram at binda landið saman við undirsjóvartunnlum. Teir báðir bygdaráðs­ liminir í Hvalba, Niels Olaf Eivindsson og Rúni Thomsen, sum hava havt viðmerkingar um Hvalbiar­ tunnilin, hava skeiva adressu, tá teir siga, at Fólkaflokkurin ikki tekur undir við at gera ein nýggjan Hvalbiartunnil. Teir kundu spurt í teirra egnu flokkum, hvussu undirtøkan er fyri at gera nýggjan Hvalbiartunnil. Tá tann eini av samgongu­ flokkunum hevur boðað frá »tunnel time­out«, og tað í flestu flokkum verður kappast um at gera íløgur í bygningar í Tórshavn, er ikki lætt at finna pláss fyri tunnlum. Vónandi eydnast tað Fólkaflokkinum at fáa gongd á tunnilsarbeiðir aftur, so vit í Hvalba fáa ein nýggjan tunnil, sum er altavgerandi fyri tað veksandi vinnulív, sum er í bygdini. Hvalbiartunnilin Niels Olaf Eyvindsson Nú eg eri komin inn í Tórshavnar býráð, vil eg gjarna siga mína hugsan um at byggja kirkju á Argjum, hvar hon skal liggja,og um hon skal byggjast á fríøkiunum við Sandá. Eg haldi ikki, at kirkjan skal byggjast við Sandá, og eri eg sera harmur um, at hetta málið er komið so langt, sum tað er. Eg kenni fleiri fólk, sum dagliga ganga túr fram við Sandá og njóta tað sera vakra umhvørvið, har er, um áin stillisliga tuttlar framvið, ella dagar har hon fer øsandi og larmandi á veg út á streymasjógv. Hetta økið er tað so nógv argjafolk, sum eru góð við, tí tað er frítt og vakurt, mitt millum hús, og vilja vit tí sjálvandi ynskja tað varðveitt, júst sum tað er. Um kirkja í heila tikið skal byggjast á Argjum, havi eg ikki tikið støðu til enn, men um so er, haldi eg hon hevði ligið vakurt og komið til sín rætt t.d. uppi á Hamrinum. Eg vil hervið ráða øllum øllum býráðs­ limum til at stemma nei til at byggja kirkju á fríøkinum við Sandá. Rúni Djurhuus býráðslimur Kirkjan á Argjum Tað er skelkandi at hoyra landsstýris­ kvinnuna endurgivna fyri at siga, at nýggjur tunnil millum Trongisvág og Hvalba ikki er á skrá fyrr enn eftir ár 2016. Hetta er onki minni enn ein niðurgerð og gíslatøka einum parti av Føroyum, ið er aftur úrsiglt. Spurningurin er, um hetta svarið hevur verið til politiska viðgerð í samgonguni? Gott hevði verið um allir floksformennirnir kundu váttað hetta alment! Um svarið er játtandi, so er møguleikin fyri at seta tiltøk í verk. Hugsast kann at undirskriftir verða samlaðar ella at nýggji politiski flokkurin, ið er á veg fær stuðil frá borgarum í Suðuroynni, ið ikki finnað seg í hesari niðurgerð, ið heldur framm. Okkara skjótt 50 ára gamla farleið er sera vandamikil og trongir til at verða dagførd beinanvegin. Vit eru nógv, ið koyra gjøgnum hesa tunnel hvønn dag, og er ikki gott at vita hvussu nógv 100 tons sita leys undir loftinum og bíða eftir høvi til at detta niður á bilar og fólk. Hetta er so veruleikin vit livað í, hvønn einasta dag. Tað verður einans gjørt við einari nýggjari tunnell millum Trongisvág og Hvalba. Hvalbiar kommuna hevur latið gjørt eitt uppskot til nýggja tunnel. Uppskoti kann síggjast á heimasíðuni hjá Hvalbiar Kommunu: www.hvalba.fo/pages/posts/nyggjur­ hvalbiartunnil­a­breddan48.php Løgið er at ein tunnel, ið ikki lýkur krøv um trygd og ikki er tíðarhóskandi, kann verða góðtikin sum farleið av myndugleik­ unum. Taka vit dømi við einum bili, ið ikki lýkur krøv frá m.a. Akstovuni, so missir bilurin pláturnar og fær koyribann. Men ein tunnil, ið fleiri hundrað fólk ferðast ígjøgnum hvønn dag verður góðtikin av landsstýriskvinnuni, ið hevur ábyrgd og ikki minst kemur at standa til svars fyri ein van­ lukku, ið vit ikki vóna verður. Sandvík og Hvalba eru umskorin, í ein stóran mun, frá restini av Suðuroynni. Farleið okkara er alt ov lítilog ótrygg, á allan hátt. So leingið, ið eingin nýggj tunnel er millum Trongisvág og Hvalba, skal lands­ stýriskvinnan, í/við innlendismálum, gloyma alt um at leggja kommunurnar Suðuroynna saman. Fólkið í Hvalba og Sandvík fer ikki at góðtakað at leggja saman við einum parti, ið tey, grundað á farleiðina, ikki føla seg verða ein part av. Eg minnist so væl at øll valevnini, ið bjóð­ aði seg framm, til løgtingsvalið í januar 2008, í Suðuroynni. Tað bleiv lovað at nú skuldi tunn­ il gerast millum Hvalba og Trongisvág. Mín spurningur er: Eru Suðringar gloymdir, ella minnast tit til okkum tá val verður aftur? Eitt er vist – hendir einki nú, so kunnu tit gloyma at koma við gyltum lyftum til næsta val. Minnist eg rætt, so er Hvalbiar Kommuna – einasta kommuna í landinum, ið hevur goldið stóran part í tunlunum, ið eru millum Hvalba og Trongisvág & Hvalba og Sandvík! Vónandi lesur onkur hetta, ið hevur eitt orð at siga. Hvør kann og torir at siga, eitt orð. Farleiðin Trongivágur – Hvalba ! Fríðálvur Jensen havi sitið í eini eygleiðandi støðu og roynt at finna útav hvørji alternativ eru til stuðul til mentanina – ONGI! Eg havi “jaglað” í áravís um hetta, at skal nøkur veru­ lig menning síggjast inn tónleika­ og mentanarliga økið, má tað almenna kenna ábyrgd og geva munadyggan styrk til mentanina, so vit øll fáa at merkja hvat slík kann bera aftur. Kann minnast, hvussu lítil fatanin innan økið var afturi í tíðini, tí tað var líkasum, at tónleikurin og mentanin var nakað, sum bara var har og mátti klára seg, so vit øll kundu undirhaldast av fólki, sum høvdu tað sera smátt. Tað er rætt, at vit eiga seta hvørjum øðrum rímilig krøv, men nú er tað einaferð so, at vit eru ein lítil tjóð við okkara avmarkingum, sum so eisini setur krøv til tey, sum vilja geva seg til at geva okkum gott og mennandi undirhald, tí slíkt skal eitt framkomið og virki samfelag hava at bjóða sínum borgar­ um – SJÁLVANDI! Ikki leggja so stóra orku í, hvat kan gerast øðrvísi, tí tað kann alt, í roynd og veru, jú altíð gerast, men lat okkara SKAPANDI fólk fáa at merkja, at her á oyggju­ num eru vit eitt fólk, sum vil OKKARA tónleiki og mentan ALT tað besta. Hetta snýr seg eisini at senda positiv, mennandi og jalig signal út til komandi ættarliðið – hetta, at hesi skulu føla seg trygg við at fara mentanarligu leiðina, sum førir tey longur fram, sum vit so kunnu føla okkum part av. Hvørja ferð eg síggi og hoyri eitt nýtt og mennandi sprot trína inn á pallin, føli eg eina kenslu av, at her er eitt talent, eg havi verið við til at kunna koma hagar, tí eitt lítið sindur av míni afturbering er farið til at hesi – TAÐ ER EIN GÓÐ KENSLA! Eg vil senda eina inniliga áheitan til játtandi myndug­ leikan, at geva tónleikinum og mentanini tað hon hevur uppiborið! Takk fyri! Skal mentanin stuðlast – hvat er alternativið? Niels Pauli Hammer