mikudagur 23. februar 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
18
Sosialurin
Lestrarblaðið
Býr á Oyri –
lesur í Boston
Fjarlestur – Eg havi altíð hildið,
at tað besta er at sita á einum
skúlabeinki og læra, men tað haldi
eg ikki longur, sigur Árni Joensen
á Oyri, sum tekur ljóðútbúgving
á Berklee skúlanum í Boston
Eyðun Klakstein
Árni Joensen á Oyri tekur í
løtuni
útbúgving
á
Berklee
musikk skúlanum í Boston. Ikki
tí, at hann hevur skift Oyri út
við ameri kanska stór býin, men tí
hann um vegis fjarlestur er sloppin
fram at kenda ameri kanska skúl
anum.
Hann tekur í løtuni fyrsta part
av eini útbúgving í ljóðblandi og
master ing – Mixing And Master
ing. Út búgvingin tekur tríggjar
ferðir 14 vikur, og øll útbúgvingin
verður tikin umvegis internetið.
– Eg havi altíð hildið, at tað
besta er at sita á einum skúla
beinki og læra, men tað haldi eg
ikki longur. Eg eri imponeraður
av, hvussu væl tað ber til at taka
útbúgving um vegis inter netið,
og eg havi rættiliga fingið hug at
halda fram við hesum, sigur Árni
Joensen.
Avger sjálvur
Undirvísingin á fjarlestrinum hjá
Berklee gongur fyri seg á tann
hátt, at Árni Joensen skal arbeiða
sjálv støðugt við ljóði, og hvørja
viku skal hann avlevera eitt
projekt, sum hann byggir víðari
á. Í hansara føri er tað ein sangur,
sum hann arbeiðir við og leggur
afturat.
– Eg havi ein lestrarvegleiðara
knýttan at mær. Hann fylgir við í
tí, sum eg geri, og so er ein lærari
knýtt ur at okkum, sum taka
hetta skeiðið. Hvørja viku fái eg
viðmerk ingar frá læraranum, og
tað eru detaljer aðar viðmerkingar
um tað, sum eg havi gjørt. Eisini
fái eg ein karak ter hvørja viku, so
eg veit, hvussu tað gongur, greiðir
Árni frá.
Hvørt sunnukvøld skal upp
gávan latast inn, og hon byggir á
tað, sum Árni hevur lært ígjøgnum
vikuna.
– Hetta er ein góður máti at
taka eina útbúgving, tí eg kann
av gera sjálvur, nær eg lesi og
geri projekt, men tað er sjálv andi
neyð ugt at seta nakað av tíð av til
hetta og at av levera uppgávurnar
til tíðina, sigur hann.
Heldur fram
Árni Joensen er í holt við fyrsta
partin av útbúgvingini, og avger
sjálv ur, nær hann tekur restina,
men ætlanin er avgjørt at halda
fram við lesnaðinum.
– Eg vil gjarna hava eina út
búgving á hesum økinum. Eg havi
fingist nógv við tónleik og ljóð
bland og havi hildið meg vita alt,
men eftir at eg eri farin undir hesa
út búgv ingina, havi eg funnið út av,
at eg havi vitað lítið, og tí er hug
urin stór ur at læra meira, sigur
hann.
Hvørt skeiðið á útbúgvingini
hjá Árna kostar umleið 8000
krón ur, men tað krevst eisini, at
hann hevur nakað av útgerð og
for ritum, sum skulu brúkast til
út búgv ingina.
eydun@klakstein.fo
Eg havi altíð hildið, at tað besta er at sita á einum skúlabeinki
og læra, men tað haldi eg ikki longur, sigur Árni Joensen á Oyri,
ið er undir útbúgving á Berklee musikk skúl anum í Boston
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eydna Skaale
Umleið helvtin av teimum, sum fara
uttanlands í lestrarørindum siga,
at um tey høvdu havt møguleika
at lisið her heima, so høvdu tey ikki
farið av landinum. Tí er alneyðugt,
at stig verða tikin til, at ungdómurin
fær høvi at útbúgva seg í Føroyum.
Betri fjarlestrarmøguleikar eru
ein liður í ætlanunum um at fáa
ungfólk at vera verandi í Føroyum.
Serliga skeiva gongdin av ungum
kvinnum, sum hvørt ár hvørva út í
heim má steðgast nú, og eisini her
verður hildið, at fjarlestur er ein
loysn.
Lestrarstuðul til lesandi
Longu nú eru nakrir møguleikar,
t.d. hevur Føroya Handilsskúli
havt samstarv við Robert Gordon
University í Skotlandi, Náttúru
vísinda deildin á Fróðskapar setr
inum hevur havt samstarv við
Mittuniversitetet í Svøríki, umframt
at Handilsskúlin á Kambsdali hevur
bjóðað FHS og HH útbúgvingar
um vegis fjarlestur.
Nú skal útboðið tó víðkast, og
ætlanin er eisini at lata lestrar
stuðul til teirra, ið fara undir fjar
lestur. Tað er nevniliga ikki eitt
til boð í dag. Lestrarstuðulin fer at
verða latin í mun til hvussu nógvar
tímar, tú lesur. Ein leistur er, at tey
lesandi fáa lán, tá tey byrja, og so
hvørt sum próv tøkurnar koma í
hús, verður lánið strikað og umlagt
til stuðul.
Deplar kring landið
Ætlanin er at skapa nakrar deplar
fyri fjarlestri runt um í Føroyum.
Royndir uttanlands vísa, at tað
er týdn ingarmikið, at tey lesandi
kunnu koma saman, og tí er eitt
upp skot, at eitt fjarlestrarumhvørvi
í Før oyum kundi verið knýtt at mið
náms skúlunum.
Tað skal eisini vera lættari at
sam eina ymsar møguleikar, og at
seta eina útbúgving saman av nær
lestri á Fróðskaparsetrinum og
fjarlestri úti í heimi.
Nógv fleiri møguleikar
Við tað, at Fróðskaparsetrið og aðrir
útbúgvingarstovnar kunnu víðka
um síni útbúgvingartilboð, verður
helst sannlíkt, at fleiri føroyingar
fara at nema sær útbúgving her
heima umvegis fjarlestur. Hetta er
eisini eitt gott tilboð til teirra, ið av
ymsum orsøkum ikki kunnu fara
av landinum at lesa, og teirra, ið eru
komin eitt sindur upp í árini.
Hetta er eisini ein bílig loysn, sum
ikki kostar Fróðskaparsetrinum
nakað.
eydna@sosialurin.fo
Fá allar heimsins
møguleikar
Fjarlestur 60 % av føroyskum lesandi lesa uttanlands.
Bara helvtin av teimum koma heimaftur eftir loknan
lestur. Tí er nú ætlanin at fáa føroyingum góðar
útbúgvingarmøguleikar til Føroya. Loysnin er fjarlestur