Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 18 Sosialurin Páll Poulsen lærari Kjak Dimmalætting hevur á for­ síðuni grein um Tórshavnar Kommunuskúla við yvir­ skriftini ”Kommunu-skúlin í skammikrók”. Henda yvir­ skriftin er ikki sørt misvís­ andi, tí Kommunuskúlin hevur als onki at skammast fyri, men tað hevur eigarin av Kommunuskúlanum har­ afturímóti, so skal nakar í skammikrók, má tað vera Tórshavnar Býráð. Sum lærari í Kommunu­ skúlanum havi eg verið errin, hvørja ferð skúlin og næmingar fáa rósandi um­ røðu í fjølmiðlum, tað er sera hugaligt og tílík herðaklapp gera meg glaðan og ernan um starvið sum lærari. Tí er tað so hugstoytt, tá Býráðið ikki kann fáa upp í lag at seta skúlan í ein rímiligan stand. Tíverri eru tað fleiri, sum meta tær atfinningar, sum starvsfólk, næmingar, foreldur og eisini arbeiðs­ eftirlitið hevur at støðuni í tí gula bygninginum frá 1956 sum tað reina fjas, ið erkvisnir lærarar og grenjut foreldur finna upp á. Men kom tú ein túr í Tórshavnar Kommunuskúla ­ gakk tú norðan fyri skúlan, og tú sært eitt serligt litspæl á vegginum. ­ Einaferð var hann ivaleyst gulur, men nú skyggir hann eisini í nógvum grønum litum av øllum algu­ vøkstrinum. Hevði talan verið um sjálvlýsandi algur kundu gøtuljósini har gott verið slókt, og kommunan soleiðis spart nakrar krónur. Innan í garðinum er bygn­ ingurin ikki stórt frægari: Finerplátur eru skrúvaðar í vindeyguni, sum eisini eru fest við fleiri jarnbesløgum, so tey ikki detta úr og volda til skaða á fólk, sum eru stødd í skúlagarðinum. Hesar pláturnar skuldu vera ein fyribilsloysn til tann nógv umtalaða heildarloysnin var framd, men nú hevur hendan fyribilsloysnin vart í umleið 2 ár, og pláturnar eru farnar at flusna, so vatn sleppur inn í millum, so rot og soppur er komið í. Uppskot um heildar­ loysn er gjørd, men so er stígur komin í. Hyggur tú at betonggrund­ ini og aðrastaðni á veggi­ num við, sært tú so nógvar mosagrónar rivur, at tað kundi væl verið nýtt til undir­ vísing í plantulæru. Sama skilið er uppi á takinum, tað er ikki reinsað í áratíggjur, so nú er ikki bert mosi á tí, men fleiri áragomul løg av mosa er vorðin til reina mold, kanska kundu næmingarnir í heimkunnleika fingið eina fitta eplaveltu har uppi. Inni í skúlabygninginum sær ikki út til at vera so ringt, men veruleikin er, at bæði næmingar og starvs­ fólk kenna seg illa og fáa eyðkenni fyri ovurviðkvæmi í tí vánaligu inniluftini í stov­ unum. Sjálvt um næmingar­ nir eru úti hvørt fríkorter, og stovurnar verða luftaðar út ímeðan, er hetta ikki nøkt­ andi. Bankar tú á pussið á vegginum, hoyrir tú at opið er innanfyri og í tí opinum eru bestu lívstreytir fyri soppar: Lívrunnið evni, væta og hiti. Sjálvt um alt hetta hevur verið kendur veruleiki í fleiri enn trý ár nú, og kommunan hevur fingið boð frá arbeiðs­ eftirlitinum um at fáa skil á, so er als onki hent. Tá soppur var funnin í rúsuni, var hon stongd beinanvegin, tá soppur var staðfestur á politistøðini var hon stongd beinanvegin. Soppur er staðfestur í fleiri skúlum, men ongin teirra er beinleiðis stongdur, kanska halda myndugleikarnir at næmingar og lærarar tola betri sopp enn løgreglan og rúsukundar. Nei, nú haldi eg tað er nóg mikið bíða: Tórshavnar Býráð: Takið tykkum um reiggj og setið umvælingina av kommunu­ skúlanum í gongd uttan drál! Mentamálaráðið: Tit hava rætt til at seta tílík arbeiði í gongd fyri eigarans rokning – Gerið tað! og ábyrgdið Býráðið fyri forsømilsi tess. Skeiv yvirskrift í Dimmu Fyri meg var, og er tað framvegis, ikki so avgerandi, um flokkurin var vinstra­ ella høgravendur, tí báðar gravirnar eru líka vanda­ miklar. Tað finst eisini ein harðrendur politikkur í slíkum hugsjónum, um vit ikki vísa hógv. Hetta er nógv tengt at, hvør persónurin er, sum myndar politikk flok­ sins, og hvussu langt við­ komandi fær loyvi at fara. Góðar fyrimyndir Eg minnist við virðing limafundirnar á Klaksvíkar Sjómansheimi saman við nevndarlimunum í Norð­ oya Tjóðveldisfelag, m.a. Jóhannes Thomsen, Jósup Henriksen, Jóhann Simon­ sen, Kristian og Regin Hvidbro, Jógvan og Finnboga Isaksen, Holgar Poulsen, Linda Gardar, Hans Jacob Justesen, Fridtjof Joensen og Esbern Frederiksberg, væl stuðlaðir av konum teirra. Allir hesir eru farnir inn í ævinleikan, og so tey, sum enn eru ímillum okkum, sum gingu á odda og myndaðu og samlaðu felagið við báðum beinunum á jørðini. Hesir persónar lupu ikki so framav, sum alt ov nógv hendir í dag. Vit ungu kendu okkum væl millum teirra og blivu eggjaði av teimum og lærd at hava virðing fyri hvørjum øðrum, eisini teimum, sum ikki eru av somu sannføring. Tað var m. a. saman við hesum monnum og kvinnum, eg fekk kjølfesti í hugsjón floksins. Vit kunnu spyrja, er nakað broytt í flokkinum, og er tað til gagns ella til ógagns. Sterkar hugsjónir Tað er onki at taka seg aftur í, at burtursæð frá tjóð­ skaparliga stríðnum, var hjartamál floksins fiskivinn­ an, sum var, er og verður vinnuligi hjartatátturin í samfelag okkara, og tað var alt umráðandi at tillaga fiskivinnuna soleiðis, at hon skapti góð livikor hjá okkara kæru landsmonnum saman við teirra kæru og tjóð okkara. Vit minnast, hvussu Erlendur Patursson sáli bardist fyri korum fiski­ manna, og mangan stóð nógv á. Stríðið um fiskimarkið var ikki tað lættasta, men tað bar á mál. Erlendur haltaði ikki til báðar síður; hansara sann­ føring var sterkari enn so. Sjálvandi megnaði hann tað ikki einsamallur, men hann gekk undan, og hetta var ein týðandi liður í at gerast enn meiri sjálvbjargin. Gævi, vit kundu varðveitt hesar sterku hugsjónir, sum góvu rúmd og fortreytir fyri at byggja land uttan per­ sónligan vinning fyri eyga og uttan egin áhugamál, sum mangan hava ávirkað støðutakan politikaranna. Virðing skapir álit og trivnað Tað standa stórar avbjóð­ ingar fyri framman, og týdn­ ingarmikið er, at vit lata eyguni upp fyri tørvinum hjá okkara borgarum, úr vøggu í grøv. Tey, ið slóðaðu undan okkum, hava uppiborið góð kor, “tá lívskvøldið kemur og sól fer í kav”. Tíðir broytast, og vit verða rivin við tíðarrákinum, sjálvt um tað mangan hevur ómetaliga óhepna ávirkan á tjóð okkara. Tí mugu vit vera á varðhaldi og ikki svølgja øllum rátt og taka við tí, sum kemur á okkum uttanífrá, men søkja vísdóm fyri politisku støðutakan okkara, bæði kommunalt og landspolitiskt. Vit eru føroyingar við okkara serligu siðbundnu mentan, sum kanska ikki altíð hóskar so væl til nýmótans útlendska tíðar­ rákið. Tó kunnu vit leggja okkum eftir altjóðagerðini, uttan at missa okkum burtur sum serstøk tjóð. Vit fara ikki illa av tí, heldur tvørturímóti. Virðing skapir álit og trivnað, sum aftur kveikir hugin til íverksetan og at taka tøk. Tí er so umráðandi fyri okkum at vit leggja okkum eftir at hava og vísa virðing fyri hvørjum øðrum sum einstaklingum, og at vit læra at standa saman um felags fosturland okkara og tey virði, vit her eru felags um at eiga og røkja. Steinbjørn O. Jacobsen Tú trívist har tú verður møttur við virðing Sum flest øllum kunnugt eri eg í politiskum høpi tjóðveldismaður og havi verið tað, síðan eg sum ungur fekk áhuga fyri politikki og bleiv bitin av tjóðveldishugsjónini, sum hesin flokkur stóð og stendur fyri