mikudagur 23. februar 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
Sosialurin
Lestrarblaðið
Fiskivinnuskúlin
Fiskivinnuskúlin í Vestmanna er ein alternativ mið
náms útbúgving, sum leggur serligan dent á náttúru
og til feingi og gevur atgongd til víðari lesnað á hægri
læru stovnum í Føroyum og uttanlands.
Skúlin húsast í nýggjum hølum á gomlu ferju
leguni í Vestmanna. Eftir nógv ár í trongum hølum
er Fiskivinnuskúlin nú sera nýmótans, og hann er
útgjørdur við øllum hugsandi hentleikum.
Umframt vanligu skúlaundirvísingina verður eisini
farið út í vinnuna og út í náttúruna av og á. Til dømis
verður vitjað á almennum stovnum og virkjum av
ymsum slag.
Útbúgvingin gevur eitt HIFprógv, sum kann
sammetast við HH og HTprógv. Felags fyri hesar
tríggjar útbúgvingar er, at talan er um yrkisgymnasialar
útbúgvingar. Prógvið gevur sostatt førleikar bæði
til vinnulívsarbeiði og hægri lestur. Undirvísingin er
skipað soleiðis, at fyrsta árið er eitt støðisár og síðani
eru tvey ár við bæði vallærugreinum og kravdum
lærugreinum.
Á Fiskivinnuskúlanum verður undirvíst í yrkis
gymnasialum lærugreinum á C, B og Astigi,
men annars leggur skúlin serligan dent á tilfeingi,
náttúru, íverksetan og verkætlanararbeiði. Fiskivinnu
skúlin tekur ein flokk inn árliga, og hann byrjar eftir
summarferiuna. Tað vil siga, at 24 næmingar byrja
hvørt summar.
www.fiskvest.fo
Klaksvíkar
Sjómansskúli
Sjómansskúlin í Klaksvík bjóðar tríggjar útbúgvingar.
Skiparaútbúgvingin tekur 1,5 ár.
Skiparaútbúgvingin gevur rætt til at vera stýrimaður
og skipari á øllum støddum av fiskiskipum. Eisini gevur
skiparaprógvið rætt til at vera stýrimaður ella skipari á
handilsskipum upp til 3000 BT.
Fyri at sleppa inn á skiparaútbúgvingina krevst 12
mánaða samlað siglingartíð við skipum yvir 20 BT,
tó 3 mánaðir av hesum við fiskiskipum yvir 20 BT.
Harumframt krevst sjón og hoyrnarroynd (bláa bók), ið
er yngri enn 3 mánaðir. Hevur tú tikið Sjóvinnuskúlan,
so gevur tað 9 mánaða siglingartíð.
Frálæra á sjóvinnuflokkinum tekur seks mánaðir, og
tikið verður inn í januar og í august. Útbúgvingin svarar
til tað, sum í Danmark eitur Søfartsskolen, og sum í
Danmark er kravt fyri at kunna mynstra. Her heima
verður útbúgvingin í stóran mun tikin av teimum, ið
ætla sær víðari til navigatør. Hetta skúlaskeiðið gevur
gott grundarlag undir víðari nautiskari útbúgivng. Fleiri
av næmingunum taka umframt sjóvinnuflokkin eisini
dugnaskapasskeið í sigling, sum gevur loyvi at føra
bátar upp til 100 tons út á 30 fjórðingar.
Kokkaútbúgvingin, sum hevur verið á Klaksvíkar
Sjómansskúla er tikin av, og í staðin ber til at taka
matvørútbúgvingina, sum Tekniski Skúli í Klaksvík
bjóðar. (sí opnuna um Tekniska skúla)
www.klaknav.fo
Kvøldskúlin
Tórshavnar Kvøld og Ungdómsskúli hevur eina
ørgrynnu av ymsum skeiðum, bæði bókligum og
kreativum. Flestu skeiðini eru ársskeið, sum byrja
eftir summarferiuna, men nøkur eru eisini, sum byrja
eftir nýggjár. Alt fleiri ynskja styttri skeið, ið eru
ymiskar tíðir á degnum, og sum skifta ofta. Tí bjóðar
Kvøldskúlin eisini fram eina røð av styttri skeiðum,
vikuskiftisskeiðum, morgunskeiðum og skeiðum fyri 2
ættarlið
Skeiðini eru býtt í tríggjar bólkar: »Almenn frítíðar
undirvísing«, sum er fyri øll yvir 14 ár. »Serstøk
frítíðar undirvísing«, sum fevnir um royndarfyrireikandi
undirvísing, serundirvísing og yrkiskenda undirvísing
fyri øll, sum eru fylt 14 ár. At enda bjóðar kvøldskúlin
eisini »frítíðarvirksemi«, sum er fyri børn og ung
undir 25 ár. Kvøldskúlin skipar harumframt eisini fyri
undirvísing fyri tilflytarar, eins og nakrar lærugreinar
eru fyri fólk við skerdum førleikum. Millum nýggju
tilboðini eru skeið fyri orðblind, fyri skrivi og lesiveik
og skeið í teknmáli.
Á kvøldskúlanum kanst tú ganga til alt frá ættar
gransking, foto, glaslist, ymisk mál, blindskrift,
svimjing, smíð, matgerð, ja, har eru heilar 183 ymsar
lærugreinar í at velja. Skúlaárið fylgir í stóran mun
fólkaskúlanum, tó við ávísum undantøkum. Til
dømis eru á hvørjum ári ymisk summarskeið. Skeiðini
á almennu frítíðarundrivísingini enda við eini stórari
framsýning pálmasunnudag.
Skeið við próvtøku:
Kvøldskúlin bjóðar eisini sonevnd "royndarfyrireikandi
skeið". Hetta eru lærugreinar á bæði 9. og 10.
floksstigi, umframt ymsar lærugreinar á HF stigi.
Hetta er eitt tilboð til teirra, ið vilja bøta um próvtalið,
soleiðis, at tey kunnu sleppa undir víðari lesnað. Tey,
ið hava vánaligt prógv, kunnu sostatt fáa ein eyka
møguleika á kvøldskúlanum. Møguleiki er eisini at
supplera, um tær manglar onkra lærugrein fyri at
sleppa inn á dreymaútbúgvingina. Skeiðini verða
tillagað alt eftir, hvør áhugin er.
Eisini skipar kvøldskúlin fyri skeiðum fyri
orðblindum, soleiðis, at tey fáa lættari við at koma
víðari.
Á martima økinum bjóðar kvøldskúlin
Dugnaskaparroynd í sigling og VHFskeið.
Skeiðini í serstakari frítíðarundirvísing enda við
próvtøku.
Tórshavnar Kvøld Ungdóms og Listaskúli er bæði í
Havn, Kollafirði, á Velbastað og í Nólsoy.
www.kvoldskulin.fo
Studentaskúlar:
Føroya Studentaskúli og HFskeið
www.hoydalar.fo
Studentaskúlin og HFskeiðið í Eysturoy
www.shey.fo
Miðnámsskúlin í Suðuroy
www.midnam.fo
Skúlin við Áir
Skúlin við Áir er stovnaður fyri at geva vinnutarnaðum
møguleika at skúla ella umskúla seg til at fara
útbúgvingarvegin.
Skúlin er fyri tey, ið hava rørslutarn og/ella lættari
persónligar, sinnisligar ella sosialar trupulleikar.
Skúlin strembar eftir at menna næmingarnar og sjálvsálit
teirra, so at teir kunnu koma aftur í tær avbjóðingar, sum
samfelagið býður, og at teir har kunnu kenna seg væl.
Alt virksemi er vent móti føroyska samfelagnum soleiðis,
at næmingarnir skulu kunna koma aftur á føroyska
arbeiðsmarknaðin.
Skúlin hevur mangar og drúgvar royndir við endurbúgving,
og tað er út frá hesum fyritreytum, at farið verður til verka.
Skúlin við Áir bjóaðr fráfaringarroynd fólkaskúlans (9. ella
partvíst 10. floks prógv) og støðisútbúgving innan handil og
skrivstovu (FHS prógv) Møguleiki er eisini at taka einstakar
lærugreinar.
Skúlin er kostskúli og møguleiki er at búgva á kostdeildini.
www.dugni.fo
Handilsskúlar:
Føroya Handilsskúli á Kambsdali
www.fhk.fo
Føroya Handilsskúli í Havn
www.fh.fo