mikudagur 23. februar 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
Sosialurin
Lina 95 ár: Ein av okkara bestu
ambassadørum í Íslandi
Í morgin 24. februar verður
Lina Jónsson 95 ár. Hon er
ættað úr Froðba, men hevur
búð meginpartin av síni tíð í
Íslandi.
Men tilknýtið til Føroyar
er framvegis so mikið stórt,
at hon heldur føðingardagin
í Føroyum.
Tað kann hon saktans
gera, tí Lina hevur alla sín
tíð havt so mikið av samband
til Føroyar, at her hevur hon
nógvar vinir, sum fegnir vilja
fagna henni, nú hon er komin
higar at hava føðingardag.
Tað eru ótaldir føroy ing ar,
sum hava sitið væl inni hjá
Linu og Baldvin í Reykja vík.
Tey eru tiltikin blíð og góð
við øll, sum kom á gátt.
Tey hava tikið sær sera
væl av føroyingum, sum
hava verið í Íslandi. Tað vóru
ser liga nógvir fiskimenn í
50-unum. Ein av hesum var
Henry hjá Poulinu, systk ina-
barn Linu, og Palla Jarnskor
úr Norðragøtu. Henry sigldi
í 50-unum í Íslandi, og kom
á gátt hjá Linu, tá tað lá fyri.
Og Henry tekur framvegis til
blíðskapin, sum hann møtti
hjá teimum, har hann eisini
føldi seg sum heima.
Lina plagdi eisini at fara
oman á keiuna, tá skip ini vóru
inni, at vita, um hon kundi
finna onkrar før oy ingar, sum
hon kundi bjóða heim.
Ættað úr Froðba
og Gøtu
Pápi hennara var Jógvan
Joensen
úr
Froðba,
og
mamman var Olevina f. Poul-
sen hjá Liða Dáva í Norðra -
gøtu. Tey vóru 9 systkin:
Leon, sum vaks upp í Norðra-
gøtu, Hans, Lina, Martin,
Jacob, Emil, Maria, Olaf og
Elias. Í dag er bert Lina eftir.
Systir hennara greiddi frá,
at Lina dugdi so sera væl at
fáast við ull, og hon spann
nógv sum ung genta.
Sum onnur ung fór Lina
út at arbeiða, tá farið var úr
skúlanum. 17 ára gomul kom
Lina til Havnar at tæna. Hon
tænti hjá Guttorm Eysturoy,
og seinni eisini hjá Hildu,
dóttir Guttorm. Hon var
eisini hjá Jens Simonsen,
Bomm-Jens,
ættaður
úr
Norðragøtu. Har hon tænti,
gjørd ist hon eisini vinur við
húsfólkini í fleiri ættarlið.
Lina arbeiddi á hospi-
tal inum í Havn í nøkur ár.
23 ára gomul fær hon sonin
Herolv
Andreassen,
sum
seinni gjørdist ein av okkara
fremstu sangarum.
So til Íslands
Í 1946 fara Lina og Herolvur til
Íslands, og fór hon at arbeiða
á tuberklahospitalinum á
Vifilstøðum
í
Garðabær.
Har
arbeiddi
ein
onnur
kend føroysk kvinna, nevni-
liga Maria hjá Líggjasi á
Fløttinum í Syðrugøtu. Tær
arbeiddu saman í mong ár
og gjørdust eisini vinkonur
fyri lívið.
Lina ætlaði bert at vera í
Íslandi nakrar fáar mánaðir,
men tá hitti hon Baldvin
Jónsson, og tey giftust 28.
november 1947. Lina kom
tískil at verða búgvandi í
Íslandi,
meðan
Herolvur
kom heim aftur til Føroyar
at búgva í 1948. 20. desember
1947 fingu tey sonin Jón.
Baldvin
hevur
arbeitt
í nógv ár á Hampiðjuni,
sum er ein trolverkstaður í
Reykjavík. Fyrsta starv Lina
hevði eftir, at hon giftist,
var á Reykjavíkar apoteki.
Her var hon í 5 ár. Síðan fór
hon at arbeiða á katólska
sjúkrahúsinum
Landakoti,
og her var hon til hon gavst
at arbeiða.
Í 1953 flutti tey í nýbygd
hús í Breiðagerði 11 í Reykja-
vík, og her eru tey enn.
Lina hevur eisini fing-
ið eitt sera lætt sinni í
vøggu gávu, og tað hevur
givið henni nógvar vinir.
Í
Føroyingafelagnum
í
Reykja vík hevur hon sett
sín dám á. Henni dámar
væl at dansa, og væl dugur
hon at kvøða. Hon hevur
eisini lært Baldvin stev, so
hann stendur ikki aftanfyri
nakran føroying í føroyskum
dansi. Hittinorðað er Lina
sum fáur, so tað er mangan
látur, har Lina er. Hetta er
eitt ættarbregði!
Lina er heiðurslimur í
Føroyingafelagnum, og hon
hevur eisini verið í nevndini
hjá felagnum í 5 ár.
Eisini hava tey verið fastir
gestir, tá ið tiltøk hava verið á
føroyska sjómansheiminum
Ørkin í Reykjavík, og nógvir
føroyingar hava hitt tey har.
So tað kann sigast, at betri
sendimann hava føroyingar
neyvan havt í Íslandi.
Tók hond um
ommubørnini
Lina fekk at kenna nógva
sorg, báðir synirnir doyðu
ungir. Jón doyði í 1992 og
Herálv í 1999. Hetta neit sera
meint, men Baldvin hevur
verið henni ein so fram-
úrskarandi maður og stuðul.
Hon kom tá saman við
Baldvin á ein fyrimyndarligan
hátt at taka hond um tey
fimm
sonarbørnini.
Tað
verð ur eisini tikið til, hvussu
góð barnabørnini eru við tey
bæði, ikki minst nú Lina og
Baldvin eru farin at eldast.
Tað eru eisini fá børn, sum
hava so nógv at takka fyri,
sum tey. Baldvin er 88 ár.
Annars er tað stuttligt at
síggja ta sterku ættarkenslu,
sum er í ættini hjá Linu, eisini
í Føroyum. Her hevur verið
nógv ferðast millum londini,
og tey sum koma úr øðrum
landinum, hava altíð verið eru
sera væl móttikin í hinum.
At Lina nú er einsamøll eftir
av systkjunum ger ong-
an mun, nú hon kemur at
halda føðingardag. Nú eru
tað børnini hjá systkjunum,
sum taka ímóti við opnum
ørmum, og sum eisini skipa
fyri
føðingardegnum
hjá
teirra kæru fastur og mostir.
Tann sum skrivar hesar
reglur
vil
eisini
ynskja
Linu hjartaliga tillukku við
hennara kempualdur, sum
nóg illa sæst á henni. Heilsan
verður eisini send Baldvin
og øllum teirra. Tey eiga 22
langabba og langommubørn.
Tað koma fýra sonardøtur við
maka og eitt langommubarn
við til Føroya at halda dagin
saman við Linu.
Dagurin
verður
hildin
nú leygardagin í hølinum
hjá
p/f
Poul
Michelsen,
Hoyvíksvegur 74, har tað frá
kl. 14 verður høvi til at heilsa
uppá Linu og hennara.
Óli í Tjørnustovu
Lina og Baldvin.