mikudagur 23. februar 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
16
Sosialurin
Lestrarblaðið
ÚtbÚgvingar og
skÚlar í Føroyum
Føroya
Fólkaháskúli
Háskúlin skipar árliga fyri eini rúgvu av
skeiðum. Høvuðsskeiðið í 2011 varar eina
lestrarhálvu frá 16. august til 17. desember.
Umframt felagstímar og vallærugreinir eru
eisini evnisdagar og -vikur við krevativum
verkstøðum, filmi, námsferðum og
útnorðurbreyt, saman við grønlendskum og
íslendskum næmingum.
Á Háskúlanum ert tú í einum felagskapi,
har lívsroyndir telja líka nógv sum fakligur
førleiki. Tað er hugurin at læra, sum verður
dyrkaður. Tað er eingin próvtøka, og tú skalt
vera fyltur 17 ár, tá skeiðið byrjar.
Á Háskúlanum krevst, at tú rindar eitt
skúlagjald fyri vistarhald, undirvísing og
námsferðir, men landið letur eina knappa
helvt av skúlagjaldinum fyri hvønn næming.
Á várið 2011 skipar Háskúlin eisini fyri
sonevndum stuttskeiðum. Tey eru eftirfø
ðingarskeið,pensionistaskeið, seniorskeið,
familjuskeið og summarskeið fyri útlendingar
sum vilja uppliva Føroyar og læra um
føroyska mentan. Harumframt skipar
skúlin fyri telduskeiðum á byrjunarstøði og
ymiskum kreativum verkstøðum -
glasbrenning, skapandi skriving og øðrum.
www.háskulin.fo
Vinnuháskúlin
Vinnuháskúlin bjóðar fýra útbúgvingar: skipara, skips-
førara, maskinist og maskinmeistara, umframt fleiri ymisk
skeið.
Upptøka av næmingum fer fram tvær ferðir um árið,
eftir nýggjár og eftir summarfrítíðina. Somuleiðis er
próvtøka tvær ferðir um árið til allar útbúgvingar.
MaskinMeistari:
Maskinmeistaraútbúgvingin tekur 3 ár. Hon er bygd
upp sum ein modulskipan, har modulini vara eitt hálvár.
Hvørt hálvár verða undirvísingarmodul koyrd sum í flestu
førum enda við próvtøku við endan á hálvárinum. Næsta
hálvár eru onnur modul. Útbúgvingin gevur førleika til
at fáa sjóvinnubræv, tá ið krøvini um stravsvenjing eftir
manningarlógini eru lokin. Hetta gevur rættindi at sigla
sum maskinmeistari, samsvarandi starvsvenjing.
Maskinist:
Maskinistútbúgvingin tekur 9 mánaðir. Her ganga
næmingarnir fyrst í skúla í hálvt ár og fáa undirvísing
í teknisku lærugreinunum. Eftir próvtøku í teknisku
lærugreinunum verða neyðug skeið tikin og hetta tekur
umleið 3 mánaðir.
Útbúgvingin gevur førleika til at sigla við rang upp til
2. maskinmeistara á øllum skipum, og sum maskinstjóri
við skipum, ið hava eina framtøkumegi á 2999 kW. Til
hetta krevst tó neyðuga starvsvenjingin.
skipari og skipsførari:
Skúlagongdin til skipara tekur hálvtannað ár. Upptøku-
kravið til skipara er, at tú hevur minst 12 mánaða saml-
aða siglingstíð við skipum yvir 20 BT. Harafturat krevst
góðkend sjón- og hoyrnarroynd (bláabók), sum er yngri
enn trý ár, og fráfaringarroynd fólkaskúlans, har við-
komandi lærugreinar skulu hava próvtalið 6 í minsta lagi.
Upptøkukravið til skipsførara er, at tú hevur staðið
útbúgvingina til skipara. Skúlagongdin til skipsførara
tekur hálvtannað ár, umframt skipara útbúgvingina, tað
vil siga trý ár tilsamans. Fyri at fáa vinnubræv sum
skipari krevst tilsamans 24 mðr siglingartíð og til
skipsførara tilsamans 36 mðr siglingartíð. Eisini krevst
góðkend sjón- og hoyrnarroynd (bláa bók), sum er yngri
enn trý ár.
Skúlin lýkur STWC-krøv, og tað merkir, at útbúgv-
ingarnar eru á altjóða støði og geva atgongd til
arbeiðspláss um allan heim. Í dag ganga yvir 270
næmingar á skúlanum.
skeið:
Vinnuháskúlin stendur eisini fyri nógvum skeiðsvirksemi,
t.d. eru skeið fyri sjófólki, til dømis eftirútbúgving í heilsu-
læru, flutningur við vandamiklum farmi, radioskeið, ARPA
og onnur.
Eisini verða brandsløkkingarskeið hildin við Áir. Har
verður skipað fyri eldsløkkingarskeiðum bæði fyri sjófólki,
sløkkiliðsfólki og fyri virkjum, stovnum og einstaklingum.
Umframt føstu skeiðini ber eisini til at fáa tillagað serlig
skeið eftir tørvi.
www.vinnuhaskulin.fo
Heilsuskúlin
Á Heilsuskúla Føroya kanst tú útbúgva
teg til heilsuhjálpara og heilsurøktara.
Útbúgvingin til heilsuhjálpara tekur 1 ár og 3 mánaðir, har
skift verður ímillum at vera í skúla og úti í starvslæru á stovnum
og røktarheimum. Til heilsuhjálpara krevst 9. flokkur + eitt ára
starvsroyndir ella prógv frá 10. flokki. Sum útbúgvin heilsuhjálpari
kanst tú útbúgva teg víðari til heilsurøktara. Starvspláss hjá
heilsuhjálparum eru til dømis Nærverkið, Ellis- og røktarheim, sambýli
ella starv sum stuðul.
Í Heilsurøktaraútbúgvingini, sum tekur 1 ár og 10 mánaðir, er
helvtin ástøði og helvtin starvsvenjing. Til heilsurøktara krevst
heilsuhjálparaútbúgving ella onnur útbúgving og arbeiðsroyndir,
ið svara til heilsuhjálparaútbúgvingina í longd. Sum heilsurøktari
kanst tú fara víðari til fysioterapeut, ergoterapeut, sosialráðgeva
ella námsfrøðing. Eisini ber til at fara víðari til sjúkrarøktarfrøðing í
Danmark. Enn ber ikki til at fara beinleiðis víðari til sjúkrarøktarfrøðing
í Føroyum. Hetta kemst av, at sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin í
Føroyum er á hægri støði (bachelor of science) enn tann í Danmark
(proffensiónsbachelor). Starvspláss hjá heilsurøktarum eru t.d.
Nærverkið, ellis- og røktarheim, sambýli, sjúkrahúsverkið og
psykiatriska økið.
Tað eru bæði kvinnur og menn, ið ganga á Heilsuskúlanum. Býtið
millum kynini er soleiðis, at flest kvinnur taka útbúgvingarnar. Tò
eru alsamt fleiri menn, ið søkja.
Heilsuskúlin húsast í nýggja skúladeplinum í Hovi, har eisini
studentaskúlin í Suðuroy heldur til.
www.heilsuskulin.fo
Húsarhaldsskúli
Føroya
Húsarhaldsskúlin hevur hvørt heyst eitt langt
húsarhaldsskeið, sum varar 26 vikur. Har er frálæra
í lærugreinum sum praktisk matgerð, føðslulæra,
vørukunning, orkurokning, kostsamanseting og dygd,
brúkaralæra, reinføri, samfelagslæra, fyrstahjálp,
brandskeið og eisini verður kunnað um onnur evni í
samráð við næmingarnar. Frálæra er eisini í aerobic
og drama, og arbeitt verður tvørfakliga við ymsum
verkætlanum.
Á hondarbeiðsøkinum eru fjølbroyttar lærugreinar,
eitt nú seyming, leður- og skinnarbeiði, brodering,
føroysk bond, silkimáling og patchwork.
Næmingarnir skulu vera fyltir 16 ár, áðrenn skúlin
byrjar, og næmingarnir búgva á skúlanum. Skúlin hevur
búpláss fyri 21 næmingum.
Í frítíðini er virksemi ein týðandi partur av
uppihaldinum, og skipað verður fyri hugnakvøldum
einaferð um mánaðin. Tá skúlagongdin er liðug verður
endað við eini stórari framsýning.
skeiðsvirkseMi:
Í várhálvuni bjóðar skúlin ymisk styttri skeið. Til dømis
er skeið í heilsugóðum mati og hondarbeiðsskeið, har
undirvíst verður í seyming av vesti, koti og buksum og
brodering til føroyska búnan.
Styttru skeiðini eru skipað bæði sum
vikuskiftiskskeið og sum vikuskeið. Skeiðini eru
afturvendandi, og skeiðsluttakararnir koma úr øllum
landinum.
www.husarhaldsskulin.fo
Lagt til rættis: Eydna Skaale