Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 42 - 1. mars 2002 Nr. 42 - 1. mars 2002 23 Ingrid Bjarnastein Alma Rustin, sum býr í eldrasambýlinum Vestur- stova í Fuglafirði, er elsti eysturoyingur í løtuni. Hon er 101 ára gomul, fødd 27.11.1900. Hon var gift við Poul Rustin, og Alma hevur búð í Fuglafirði alt sítt lív. Saman eiga hon og Poul trý børn – tríggjar gentur. Og hon er vorðin bæði omma og langomma, men tó ikki olduromma enn, hóast sín høga aldur. 11 eru ommubørnini og langommubørnini eru 10 í tali. Frá einum av døtrunum hjá Almu, Hildigarð, frætta vit, at hon hevur tað gott. Alma er frammi hvønn dag og hon er púra klár. Elsti eysturoyingur 101 ár Henda myndin varð tikin, tá Alma Rustin fylti 100 ár Mynd: Jens K. Vang Skýming á Skálafirði Hóast keðilig veðurlíkindi seinnu dagarnar, kunnu vetrarkvøldini eisini vera vøkur í Føroyum. Myndamaðurin var staddur Inni á Bakka á Glyvrum nakað her fyri og tók tá hesa skýmingarmyndina út eftir firðinum Mynd: Edvard Joensen Undirritaði teknar seg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Navn: Bústaður: Postnr.: Bygd/býur: Telefon nr: Undirskrift: Arbeiðsleysur: Jákup er liðugur í Herfølge Ítróttur, s. 13–28 Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00 Dansurin gekk so lystiliga í Havn síða 4 Fyrstur við tí seinasta 5 ferðir um vikuna Ja! Sjálvandi vil eg halda Sosialin, fyri einans 400,- kr. ársfjóðringin og sparið 380,- í mun til leysasøluprísin. Ókeypis Verður sent ópostað Sosialurin rindar postgjaldið 64 Postsmoga 76 110 Tórshavn C M Y K 23 22 Móttøka Fríggjadagin 1. mars kl. 15–18 Sosialurin letur upp blaðdeild í Eysturoynni Í sambandi við at Sosialurin letur upp blaðdeild í Eysturoynni, verður almenn móttøka í blaðhølunum, í bygninginum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará,