fríggjadagur 1. mars 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 42 - 1. mars 2002
Nr. 42 - 1. mars 2002
21
Vit eru kúgað av
skuld, og hana tekur
eingin frá okkum.
Men vit royna at
knógva undan. Alt,
sum gjørt verður,
verður goldið so
hvørt, tí vit ræðast
lán, sigur Árni
Joensen, borgarstjóri
í Oyndarfirði
KOMMUNUMÁL
Edvard Joensen
Oyndarfirði:
Oyndfirð-
ingar stríðast ein harðan
dyst móti gamlari komm-
unuskuld.
Kommunala
skuldin er umleið hálvtriðja
álíkning, sigur Árni Joen-
sen, borgarrstjóri í Oyndar-
fjarðar Kommunu.
Kommunalu arbeiðini,
sum gjørd verða í Oyndar-
firði komandi árini, verða
øll slík, sum neyðugt er at
gera. Viðlíkahald, sum ikki
slepst uttan um, sigur hann.
Men hann hevur vónir
um, at tað fer at verða livi-
ligari í bygdini, tí sum er
verður goldið niður av
skuldini. Eisini er hann
sannførdur um, at skatta-
prosentið má lækkast nak-
að, eins og hann heldur, at
barnafrádrátturin væl kundi
verið hægri uttan tó at lova,
at so verður.
Ymisk virksemi
Hóast stóru skuldina, er
ymiskt kommunal virksemi
í Oyndarfjarðar Kommunu.
Tað er spjatt, sigur borgar-
stjórin, og verður í fleiri
førum gjørt í smáum. Men
slíkar eru treytirnar, sigur
hann.
Samlaða skattainntøkan í
Oyndarfjarðar Kommunu
liggur um góðar fýra milli-
ónur krónur, meðan skuldin
er 1,4 millión.
– Tað sigur seg sjálvt,
sigur Árni Joensen, at tá tú
skal gjalda ein fjórðing av
so lítlari inntøku fyri skuld,
verður lítið eftir at gera
annað fyri.
Men treyðugt so. Rusk-
pláss verður gjørt, Kloakkir
verða lagdar, havnin verður
reinsað, vegir asfalteraðir,
brandstøð og brandlið hava
oyndfirðingar fingið, út-
stykking er á veg, eins og
skúlin skal byggjast út.
– Hygg, hatta ljóðar øgi-
liga nógv. Men sannleikin
er, at vit taka tað í smáum,
sigur borgarstjórin.
Eins og so nógva aðra-
staðni er eisini útstykking á
veg í Oyndarfirði, greiðir
borgarstjórin frá. Ein út-
stykking við sjey grund-
stykkjum. Eitt er longu selt,
meðan eitt annað er um-
biðið.
Skúlarnir
Tveir skúlar eru í Oynd-
arfirði, og báðir standa fyri
umvælingum og útbygging.
Nú er tað sjálvandi ikki
so, at báðir verða brúktir til
vanliga skúlagongd. Gamli
Skúli, tey kalla, hýsir í
løtuni læknaviðtaluhølun-
um hjá kommununi.
Men haðani skal læknin
helst flyta nakað skjótt í
onnur høli í nýggja skúlan-
um, sigur Árni Joensen.
Grundin er, at Gamli
Skúli er friðaður, og gjørt
er av at seta hann í sama
stand, hann var í, tá hann
varð bygdur í 1876.
Millum annað skal skúla-
stovan gerast aftur, sum
hon var var, og flag leggjast
aftur á takið.
Eisini nýggi skúlin skal
hava ábøtur. Byggjast skal
upp í hann, greiðir borgar-
stjórin frá.
Tað arbeiðið, vónar hann,
kann farast undir einaferð
eftir summarfrítíðina.
Annars verður kloakk-
skipanin gjørd av nýggjum
í Oyndarfiðri, eins og um-
hvørvisplássið, sum rusk-
økið nú verður nevnt, eisini
skal gerast av nýggjum.
Tað varð planerað í fjør.
Dekkið verður stoypt í ár.
Og so verður tað helst gjørt
liðugt komandi ár.
– Soleiðis arbeiða vit, tí
tað eru vit noyddir til, sigur
Árni Joensen borgastjóri í
Oyndarfjarðar Kommunu,
sum
soleiðis
vil
lýsa
fíggjarligu støðuna, sum
hon er.
Vegirnir í bygdini skulu
eisini
asfalterast,
sigur
hann og leggur afturat, at
tað treingir eisini til.
Oyndfirðingar
hava
fingið brandatøð og sløkki-
útgerð. Teir hava so lænt
ein brandjeep, sum borgar-
stjórin tekur til, frá Fugla-
fjarðar Kommunu.
Árni Joensen fegnast um
tað góða samstarvið, ið er
við Fuglafjarðar Komm-
unu, sum letur oyndfirðing-
um bæði skrivarahjálp, eins
og góða hjálp á tekniska
økinum.
Havnin
Beinleiðis grundin til stóru
kommunuskuldina í Oynd-
arfirði eru havnin og salt-
fiskahúsið hjá kommununi,
sigur borgarstjórin.
Oyndarfjørður
hevur
góða havn, og kommunan
eigur eitt saltfiskahús á
havnarlagnum.
Húsið
verður í dag leigað út, men
best hevði verið at fingið
tað selt, um tað hevði borið
til, sigur Árni Joensen.
Í dag er steindeytt á
havnarlagnum, sigur hann.
Grundin er, at sóttreinsað er
eftir ILA sjúkuna, sum var í
alivnnuni á firðinum, og
økið liggur í karantenu í eitt
hálvt ár. So virksemi verður
einki fyrr enn í fyrsta lagi í
summar, væntar borgar-
stjórin.
Í sambandi við ILA
sjúkuna er øll havnin reins-
að, greiðir hann frá. Alt,
sum á botni lá, er grabbað
upp, eins og fortøjnings-
keturnar og botnketan eru
tiknar upp og skiftar út.
Sosialurin vælkomin
Eins og aðrir borgarstjórar í
Eysturoynni,
Sosialurin
hevur tosað við, fegnast
Árni Joensen um, at Sosial-
urin letur upp redaktión í
Eysturoynni.
– Tað haldi eg nógv um,
og eg eri sannførdur um, at
tað fer at gagna bæði
økinum og blaðnum.
– Vit, sum búgva í økin-
um, fara ivaleyst at kenna
tað sum ein part av økinum,
og fara uttan iva at støkka
inn á gólvið soleiðis av og
á, tá vit hava okkurt upp á
hjarta, væntar borgarstjórin
í Oyndarfirði, sum ynskir
Sosialinum vælkomnum til
teirra.
Oyndfirðingar stríðast við skuld
– Oyndarfjarðar Kommuna er kúgað av skuld. Men vit eru á veg upp undan aftur, og tað verður leingi, áðrenn nakað
kommunalt lán aftur verður tikið í Oyndarfirði, sigur Árni Joensen, borgarstjóri í Oyndarfjarðar Kommunu
Havnarlagið gjørdist dýrt fyri
Oyndarfjarðar Kommunu,
sum rindar umleið ein
fjórðin av skattainntøkuni til
rentur og avdráttir.
Í løtuni liggur alt virksemi á
havnarlagnum stilt orsakað
av ILA sjúku
Arbeiðarafeløgini í
Eysturoynni vilja
hava tryggingar-
viðurskiftini hjá
arbeiðsfólki viðgjørd
á aðalfundi hjá
Føroya Arbeiðara-
felag
TRYGGING
Áki Bertholdsen
– Tá ið arbeiðsfólk koma til
skaða, er tað altíð ógvuliga
trupult at fáa nakað frá
tryggingini.
Men tað vilja arbeiðara-
feløgini í Eysturoynni nú
hava skil á
Karla Einarsson, for-
maður í Arbeiðarafelagnum
Hæddini sigur, at arbeið-
arafeløgini í Eysturoynni
eru so ónøgd við trygging-
arviðurskiftini
hjá
ar-
beiðsfólki, at tey ætla at
reisa málið á aðalfundi hjá
Føroya
Arbeiðarafelag,
sum verður 15.ø og 15.
mars.
Uppundiur hvønn aðal-
fund í Føroya Arbeiðarafe-
lag, plaga øll arbeiðara-
feløgini í Eysturoynni hava
felags fund at tosa um við-
urskiftini og fyri at vita, um
tað eru mál, sum tey kunnu
leggja fyri fundin í felag.
Í hesum sambandi var
fundur í Gøtu mikukvøldið
og har vóru tryggingar-
viðurskiftini høvuðsmálið.
Tey siga, at hvørja ferð,
onkur meiðslar seg, er
tryggingin so trupul at
koma í holt við, at tað er
ótolandi.
– Tað vísir seg, at hvørja
ferð, tað er brúk fyri trygg-
ingini, fæst onku burturúr
henni, tí hvørja ferð er tað
okkurt, ið ikki er, sum tað
skal og sum ger, at tann,
sum kemur til skaða, dettur
niður ímillum.
– Tað vísir seg, at trygg-
ingin alla tíðina klárar at
venda málið ímóti tí, sum
kemur til skaða, og at tað er
hann sjálvur, sum hevur
skyldina av óhappinum.
Altíð eru tað lógfrøingar,
sum koma upp í málið og
teirra niðurstøða er altíð til
frama fyri tryggingina,
soleiðis tykist tað í øllum
førum, sigur formaðurin í
Hæddini.
– Viðhvørt eru tað eitt
orð, ella ein setningur í eini
langari frágreiðing, sum
tryggingin hongir seg í og
tað tykist sum um at
fremsta endamál hennara er
at royna at sleppa undan at
gjalda trygging.
Karla Einarsson sigur, at
hetta er eitt mál, sum ar-
beiðarafeløgini í Eysturoy
eru samd um at leggja fyri
aðalfundin í FA.
Enn hava tey onki boð
uppá, hvat kann gerast.
– Vit kunnu kanska ikki
ávirka tryggingina, men vit
vilja í øllum førum haav
spurningin til umrøðu á
aðalfundinum í Føroya
Arbeiðarafelag fyri at vita,
um FA kann arbeiða við
málinum, onkusvegna.
Stóran inntøkumiss
Annars umrøddi fundurin
eisini
viðurskiftini
hjá
teimum, sum reinsa tunl-
arnar hjá Landsverkfrøð-
inginum.
– So vitt,vit hava fingið
upplúst, standast nógvir
skaðar av hesum arbeiði,
kroystir fingrar, hendur,
skaða í ryggir o.s.fr..
– Men tá er arbeiðsgev-
arin bara skyldugur at
endurrinda arbeiðsmann-
inum 80% í endurgjaldi av
eini vanligari dagløn.
Hetta halda feløgini í
Eysturoy
kann
ikki
góðtakast,
tí
hetta
er
arbeiði, sum fer fram um
næturnar, tá ið arbeiðsfólk
fáa yvirtíð.
Feløgini í Eysturoy halda
avgjørt, at arbeiðarin eigur
at fáa endurgjald eftir tí
veruligi tímaløni, tvs. við
yvirtíð og viðbótum og ikki
bara eftir eini vanligari
dagløn, su mteir fáa nú.
Eysturoyingar vilja hava
arbeiðsfólk betur tryggjað
Men tað verður ikki
leingi aftrat, tí FJM
hevur keypt nýggjan
og stóran bygning á
Rytuvíkshálsi
Vilmund Jacobsen
Á syðra havnaøkinum í
Runavík er stórt virksemi.
Har eru tveir maskinverk-
staðir, Mekanik og FJM,
har er AWI Boats, sum
byggir bátar, bæði til
heimamarknaðin og út-
lendska marknaðin, og har
er VVS-virkið hjá Zacha-
riasi Leitisstein. Harum-
framt er Højgaards Timbur-
handil og Eysturoyar Heil-
søla. Somuleiðis er sand-
søla á økinum.
Meðan Mekanik serliga
tekur sær av maskinumvæl-
ingum, íseting av maskin-
um og øðrum viðlíkahaldi
og nýgerð umborð á skip-
um, hevur FJM serliga lagt
seg eftir at arbeiða við
rustfríum stáli.
Mekanik og FJM eru so
gott sum grannar; har er
bert eitt stórt hanagleiv
ímillum bygningarnar.
Men tað verður ikki
leingi aftrat, at FJM verður
verandi við Fjørðuvegin,
tífelagið hevur keypt ein
nýggjan og stóran bygning
á ídnaðarøkinum á Rytu-
víkshálsi.
Hetta er ein bygningur,
sum Símun Mittún hevur
latið byggja og nú hevur
seltFJM. Yvirtøkudagurin
er 1. mars.
So, nú fer FJM í smáum
at flyta sítt virksemi yvir í
bygningin, sum er nógv
størri enn tann verandi.
Gamli
bygningurin
í
Runavík er 510 fermetrar,
meðan tann nýggi er 900
fermetrar og hevur møgu-
leikar til skrivstovur í ovari
hæddini, tí bygningurin er
hægri enn tann gamli.
Nakað av lofti er gjørt í
nýgga bygninginum, men
hann verður ikki yvirtikin
við skrivstovum á loftinum.
Tó kann hann takast í
nýtslu beinanvegin, tí skriv-
stovur eru eisini í niðaru
hæddini.
Frithleif
Olsen,
sum
eigur og rekur FJM, sigur,
at ivasamt er, nær alt virk-
semið, sum nú er í bygning-
inum
við
Fjørðuvegin,
verður flutt í nýggju hølini,
tí fyritøkan hevur so ómeta-
liga nógv at gera í løtuni.
- Men hetta verður gjørt
so við og við, sigur hann.
FJM er nú liðugt við ar-
beiði, teir hava gjørt um-
borð á Ennibergi. Megin-
parturin av verksmiðju-
dekkinum er gjørt av
nýggjum, og nýggj tól og
maskinur eru sett upp.
Tað næsta stóra arbeiði
hjá FJM er umborð á
rækjuskipinum,
Ocean
Castle, har teir eisini skulu
broyta verksmiðjuna um-
borð, so hon verður meira
rationell.
- Vit vænta, at megin-
parturin av hesum arbeiði
fer fram, meðan skipið
liggurí Saltangará, sigur
Frithleif Olsen.
Men FJM hevur eisini
onnur jørn í eldinum. Teir
skulu t.d. niður til Spaniu at
seta upp arbeiðsdekkini
umborð á nýggju trolarun-
um, sum P/F Beta byggir
har niðri. Hetta arbeiði
verður gjørt til í Føroyum;
síðan fara fólk frá niður til
Spaniu at seta upp.
Á FJM eru 35 væl
kvalifiserað fólk til arbeiðis
hvønn dag, og tey hava
ríkiligt at takast við.
Fyritøkan umhugsar at
selja verandi bygning við
Fjørðuvegin, tá ið virk-
semið í Runavík er flutt
yvir í nýggja bygningin á
Rytuvíkshálsi. FJM arbeið-
ir mest við rustfríum stáli
og hevur Føroya størstu
goymslu av hesum. Málið
er at veita eina góða og
skjóta tænastu í tøttum
samstarvi við viðskiftafólk
hjá fyritøkuni.
Hetta er ein privat fyri-
tøka, og maðurin aftanfyri
er Frithleif Olsen.
FJM er stovnað í 1986 og
hevur verið í støðugum
vøkstri. Við hollum roynd-
um innan menning og
framleiðslu av matvøru-
framleiðslutólum, er fyri-
tøkan før fyri at veita heild-
arloysnir, líka frá tekni-
borði til liðug framleiðslu-
tól.
– Tað tykist sum um tryggingin altíð klárar at fáa tað til, at
tað eru arbeiðsfólk sjálvi, ið hava skyldina av, at tey koma til
skaða, men hetta er eitt mál, sum vit vilja hava Føroya
Arbeiðarafelag at gera nakað við, sigur Karla Einarsson,
formaður í arbeiðarafelagnum Hæddini í Runavík
Mekanik og FJM eru grannar
Nýggi bygningurin hjá FJM á Rytuvíkshálsi
Og her síggja vit maskinverkstaðin, Mekanik, sum vit fara at
gera meira burtur úr í blaðnum í morgin
C
M
Y
K
21
20