fríggjadagur 1. mars 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 42 - 1. mars 2002
Nr. 42 - 1. mars 2002
19
Tað er umráðandi við
sterkum vinnulívi,
sum kann bera rest-
ina av virkseminum í
kommununi uppi,
sigur borgarstjórin í
Eiðis Kommunu
KOMMUNUTÍÐINDI
Edvard Joensen
Eiði: Tað er umráðandi
framhaldandi
at
skapa
góðar karmar hjá vinnulív-
inum at virka í, sigur Tord-
ur Niclasen, borgarstjóri í
Eiðis Kommunu. Tí tað er
jú frá hesi somu vinnu, at
inntøkurnar hjá kommun-
uni stava, sigur hann.
Vinnan hevur givið væl í
kommunukassan á Eiði
seinnu árini, letur borgar-
stjórin at.
Tríggjar bygdir eru í
Eiðis Kommunu. Eiði, við
Ljósá og Svínáir. Men tað
er á Eiði tær stóru ut-
byggingarnar verða, og tað
er eisini her, komandi
útstykkingin í kommununi
verður gjørd, sigur borgar-
stjórin. 24 grundstykki er
talan um.
Um tær báðar smærru
bygdirnar sigur hann, at har
verða eisini ávís kommunal
arbeiði gjørd í summar.
Við Ljósá verður farið
undir at breiðka vegin
oman til lendingina, tí hann
er ikki nóg tryggur at
ferðast eftir, sum er.
Í Svínáum treingir til at
verða bøtt upp á kloakk-
skipanina, og tað arbeiðið
verður farið undir nakað
skjótt, sigur Tordur Nicla-
sen.
Fíggjarkarmur
Eiðis Kommuna hevur lagt
fíggjarkarmin fyri árið í ár.
Roknað verður við sløkum
14 milliónum í vanligari
skattainntøku í ár, sigur
borgarstjórin.
Umframt
kemur so partafelagsskattur
og annað, so samlaða
skattainntøkan er sett til at
verða 15,8 milliónir krónur.
Íløgukarmurin hjá Eiðis
Kommunu er trengri, enn
ynskiligt kundi verið. Hann
er settur til 2,5 milliónir
krónur.
Men nakað fæst so gjørt
fyri tann peningin kortini.
Eitt nú skal fyllast út Suð-
uri undir Gerði, har nýggja
virkið, sum skal taka í móti
sjúkum
alislógvi,
skal
liggja.
Umstøðurnar á havnar-
lagnum skulu eisini betrast
í aðrar mátar, sigur borg-
arstjórin.
Umstøðurnar á nýggja
havnarlagnum innan fyri
syðra grótkastið hava ikki
verið nóg góðar. Myrkt
hevur verið framvið, og
atløgupláss
mangla
til
smærru bátarnar.
Ljós verða nú sett upp, so
tryggari gerst at ferðast har.
Men hvussu gerast skal við
bátaplássini er enn ikki
avgjørt. Tankar hava verið
frammi um ymsar loysnir,
men eingin avgerð er tikin.
Hinvegin er greitt, at
verandi flótibrúgv skal
styrkjast, tí mett verður
ikki, at hon klárar trýstið,
sum er á henni, tá allir
bátarnir, sum rógva út um
várið, liggja við hana.
– Alt kann tó ikki gerast í
ár. Tí forðar íløgukarmurin
fyri, sigur borgarstjórin.
Men ytri á havnarlag-
num, uttan fyri flakavirkið,
stendur ein tóm høll, sum
bygdarráðið fegið vil hava
virksemi í. Arbeitt verður
við ymsum møguleikum,
sigur Tordur Niclasen, sum
vónar, at okkurt fer at koma
í gongd har nakað skjótt.
Oman
fyri
nýggja
havnarlagið, Uppi á Grind,
er høgt berg, har fólk
regluliga gongur. Trygdin
har hevur ikki verið nóg
góð, men tað verður bøtt
munandi um tað nú. Har
verður hegnað av allan
vegin fram við klettinum.
Av øðrum trygdartiltøk-
um nevnir Tordur Niclasen
vegbungur, sum lagdar eru
í vegirnar fyri at økja
ferðslutrygdina á Eiði.
Skúli og útstykking
Skúlaútbyggingin,
sum
gjørd varð saman við ítrótt-
arhøllini, er við at vera
komin undir land, sigur
Tordur Niclasen.
Umleið 700 fermetrar
eru bygdir afturat. Talan er
um ymsar serstovur, sum
kravdar eru eftir nýggju
skúlalógini. Eisini er ein
aula gjørd í nyggja bygn-
inginum, sigur hann.
Arbeiðið upp á ítróttar-
høllina hevur ligið stilt eina
tíð, men verður nú tikið
uppaftur. Har manglar ikki
tað heilt stóra soleiðis,
greiðir borgarstjórin frá.
Settar eru tvær milliónir av
til høllina í ár, og Tordur
Niclasen roknar við, at hon
verður liðug í hesum
árinum. Tað fer at hjálpa
væl upp á trivnaðin í
bygdini, heldur hann.
Annars er ymisk at taka
til í frítíðini. Eiðis Bólt-
felag hevur virkið felagslív.
Kristiligar samkomur hava
ymiskt at fara til, eins og
kvøldskúli eisini er.
– Og so eru tað vit
gomlu, »motionistarnir«,
sum brúka fimleikarhøllina
í skúlanum til eitt nú
badminton og tílíkt, greiðir
borgarstjórin á Eiði frá.
Eisini á Eiði er eftir-
spurningur eftir grund-
stykkjum, og kommunan
hevur eisini ætlanir tann
vegin.
Uppi á Kollshjøllum,
oman fyri Hotel Eiði, eru
fýra stykki framvegis tøk.
Men nýggj útstykking við
20 grundstykkjum er á-
vegis Úti á Horni frá sving-
inum
beint
uttan
fyri
ítróttarhøllina og út gjøg-
num Gerði.
Hóast fleiri fyrispurn-
ingar og eisini onkur bein-
leiðis umsókn er komin, er
eingin avgerð tikin um, nær
spakin verður settur í, sigur
Tordur Niclasen, borgar-
stjóri.
– Samráðinganar við eig-
ararnar skulu vera fyrst, og
tær hava ikki verið enn,
sigur hann.
Umráðandi við
sterkum vinnulívi
Skúlin er liðugur, og ítróttarhøllin skal gerast liðug í ár. Síðan skulu eini 20 grundstykki fáast til vega vestan fyri ítróttarhøllina,
sigur borgarstjórin í Eiðis kommunu
Borgarstjórin i
Eiðis Kommunu
heldur tað vera
positivt, at Sosial-
urin letur upp
redaktión í Eystur-
oynni. Á tann hátt
fer blaðið at koma
nærri lesarunum,
metir hann
SOSIALURIN Í
EYSTUROY
Edvard Joensen
Eiði: Tað fer ivaleyst at
skapa meira áhuga fyri
blaðnum, tá fólk sær, at
farið verður út um høv-
uðsstaðarøkið,
sigur
Tordur Niclasen, borgar-
stjóri í Eiðis Kommunu.
Eisini í norðara enda
av
Eysturoy
fegnast
kommunalpolitikarar
um, at Sosialurin letur
upp eina Eysturoyar-
redaktión.
– Tað skal undra meg,
um vit ikki fara at
merkja, at blaðið er
komið nærri okkum,
sigur Tordur Niclasen.
Tað býr nógv fólk í
Eysturoynni, og tey fara
at kenna tað meira við-
komandi, tá tey vita, at
ein partur av blaðnum
heldur til í teirra egna
umhvørvi, væntar hann.
So løgið tað ljóðar,
sigur hann, so er tað ikki
fyrr enn nú, blaðið flytir
í Eysturoynna, at ein
veruliga leggur merki
til, at tað í grundini
hevur manglað. Fólk
hava mestsum vant seg
við, at tað bara hevur
verið í høvuðsstaðar-
umráðnum, at alt blað-
virksemið hevur verið.
Tá fólk síggja, at
blaðið hevur ómakað
sær at koma til teirra,
fara tey at kenna tað
meira viðkomandi. Tað
átti so aftur at gjørt, at
tey ivaleyst fara at taka
tað til sín, metir borgar-
stjórin á Eiði.
– At eitt blað flytir
part av virkseminum
higar, merkir samstund-
is,
at
sjónarringurin
verður víðkaður. Og tað
eigur at skapa áhuga í
fólkinum fyri tí, sum
blaðið fer at fáast við,
heldur hann.
Positivt at fáa
blaðið í oynna
Tordur Niclasen,
borgarstjóri í Eiðis
Kommunu, metir tað at
vera positivt, at
Sosialurin letur upp í
Eysturoy
Mynd: Jens Kristian Vang
Sjóvar Kommuna er
við at stinga fram-
tíðar býarætlan fyri
Strendur út í kortið.
Pláss skal vera fyri
bæði barnagarði,
ítróttarøki og eldra-
býli, sigur borgar-
stjórin
KOMMUNUMÁL
Edvard Joensen
Strondum: Nýggj byggi-
ætlan verður í hesum døgm
gjørd á Strondum. Hon
verður væntandi liðug fyri
summarfrítíðina,
sigur
Eivind Jacobsen, borgar-
stjóri í Sjóvar Kommunu.
Alt skal takast við, sigur
borgarstjórin. Frá barna-
garðinum til hin endan, har
eldrabýlið er. Og so alt tað,
sum liggur í millum eisini.
Bæði bústaður, frítíðarøki
og vinnuøki.
Hóast endalig støða ikki
er tikin til, hvar útstykking
skal vera, er greitt, at tað
økið við Bygdarhúsið, sum
í síni tíð varð slættað til
ítróttarøki, eisini í komandi
býarætlan skal brúkast til
ítróttar- og frítíðarendamál.
Endaliga er heldur ikki
avgjørt, hvar barnagarðurin
skal vera, men so mikið er
hann komin áleiðis, at
avtala er gjørd um at tekna
hann, sigur borgarstjórin.
Útstykking er neyðug, tí
bert nøkur fá grundstykki
eru eftir, og áhugin fyri at
byggja á Strondum er
vaksandi. So tað verður eitt
tað fyrsta, sum gjørt verður.
Eisini eldraøkið skal nakað
gerast við, sigur Eivind
Jacobsen.
Ídnaðarøki vil Sjóvan
Kommuna eisini hava. Tað
er ætlanin at fáa innasta
økið á Raktanga, tað, sum
liggur næst vegum, til
ídnaðarøki, sigur hann.
– Trupulleikin har úti er
bara tann, at økið er friðað,
so har gerst einki, sum er.
Men vit ætla at fáa frið-
ingina broytta, sigur Eivind
Jacobsen.
Hvør
nágreiniliga
grundin til friðingina er,
veit borgarstjórin ikki at
siga. Har er eitt fiskastykki,
sigur hann. Og so stendur
eisini, at umráðið:
».....er
af
rekreativ
værdi.«
Hvat tað heilt nágreiniiga
skal merkja, duga tey ikki
at siga í dag, sigur Eivind
Jacobsen, sum ongan iva
letur vera um, at hann fegin
vil hava friðingina broytta.
Friðingin er eisini í vegin
fyri útskifting, vísir hann á.
Hóast økið har úti er um-
leið 20 prosent av samlaða
bønum á Strondum, vil
eingin hava tað í eini
útstykking. Júst tí tað er
friðað.
Borgarstjórin í Sjóvar
Kommunu hevur eisini
ætlanir longri fram í tíðina.
Nógv longri fram. Hann
droymir um ein undir-
sjóvartunnil
millum
Strendur og Saltnes.
— Tað ber væl til, sigur
hann. Tað eru bara 800
metrar millum Langanes og
Saltnes, so tað hindrar ikki.
Men tað hevði gjørt tað
nógv liviligari her við
fjørðin,
vísir
hann
á.
Samstarv av ymsum slagi
hevði verið meira, og fólk
hevði havt nógv lættari at
ferðast til arbeiðis alla-
staðni kring fjørðin.
Tað er ein langsiktað ætl-
an, vísir Eivind Jacobsen á.
Tí fyrst skal undirsjóvar-
tunnil gerast til Norðoyar.
Síðan skal tunnil gerast í
Suðuroy millum Hov og
Øravík. Ein skal gerast úr
Gøtudali, sum skal koma út
aftur Millum Fjarða, áðr-
enn vit eiga tørn, ásannar
Eivind Jacobsen.
– Men tað er realistiskt at
hugsa so, heldur hann. Bara
arbeitt verður langsiktað,
og málið regluliga verður
tikið upp, fara fólk at venja
seg við tankan og skilja, at
tað ber til og at tað er skil í
tí, er borgarstjórin í Sjóvar
Kommunu ivaleysur í.
Býarplanur er á veg
á Strondum
Tað er skilagott av
Sosialinum at lata
upp redaktión í
Eysturoynni. Tað
fer at gagna bæði
blaðnum og vinnu-
og handilslívinum í
oynni, heldur
borgarstjórin í
Sjóvar Kommunu
SOSIALURIN Í
EYSTUROY
Edvard Joensen
Strondum: Tað verður
vinningur
fyri
bæði
Eysturoynna og Sosial-
in, at redaktión verður
latin upp í Eysturoy,
heldur borgarstjórin í
Sjóvar Kommunu. Tætt-
ari samband millum blað
og lesara kann bara
gagna báðum pørtum,
sigur hann.
– Tað er greitt, at
nærri tíðindamaðurin er
okkum, betri verða vit
lýst. Skjótari tað er at
koma til tíðindini, skjót-
ari verða tey skrivað,
sigur Eivind Jacobsen,
borgarstjóri í Sjóvar
Kommunu, sum býður
Sosialinum
vælkom-
num, nú hann flytur inn í
Eysturoynna.
Vit hava mangan hug
at halda, at øll tíðindi
koma úr Havn. Tað er
partvís eisini rætt, sigur
Eivind Jacobsen, sum
ikki ivast í, at einfalda
grundin er, at har eru
tíðindastovurnar,
og
haðani verður arbeitt.
Tá eitt blað skal skriv-
ast, skal tað gerast
skjótt, vísir hann á.
Helst upp á ein fyrra-
part. Og tá er skjótast at
fara eftir tí, sum næst er.
Tað vil í fleiri førum
siga í og rundan um
Havnina.
Nú
tíðindasktovan
letur uppí Eysturoynni,
fer at vera líka skjótt at
koma til tey tíðindi, sum
eru at fáa her, vísir hann
á, og so verða tey eisini
skrivað upp á hendan
sama
fyrrapartin
og
prentað
seinnapartin.
Soleiðis koma eisini tey
lokalu tíðindini í press-
una.
Vit síggja heilt greitt,
at har sum blaðfólkini
dagliga
eru,
tykjast
flestu tíðindini vera at
frætta, sigur borgar-
stjórin í Sjóvar Komm-
unu. Tað kemur so aftur
umráðnum til góðar. Tí
hvørja ferð eitt stað
verður nevnt í tíðinda-
flutningi, minnast fólk
til, at tað er har. Sam-
stundis koma tey eisini í
tankar um, at einhvør
fyritøka, sum selur tað
ella tað, eisini er har, og
kanska skuldu vit roynt
at fingið tað, vit mangl-
aðu í seinastu viku, hað-
ani.
Upplýsingin um økið
verður betri, og fólk fáa
eina breiðari heildar-
mynd. Uppfatanin av, at
alt hendir á einum stað,
fer at broytast, meira
tíðindini verða spjadd úr
landinum, heldur borg-
arstjórin
í
Sjóvar
Kommunu.
Blaðnum kemur tað til
góðar á tann hátt, at
verður onkur lokalur
nevndur, er heilt víst, at
fleiri fólk fara at keypa
blaðið fyri at síggja, hvat
nú verður skrivað.
– Tað eru í grundini
tær smáu søgurnar, sum
bera tíðindaflutningin,
sigur Eivind Jacobsen.
Tí stórtíðindini eru bara
ein partur av samlaða
tíðindaflutninginum, og
tey eru í grundini rætti-
liga sjáldsom, tá alt
kemur til alt.
Umráðandi við
tøttum
sambandi
Eivind Jacobsen, borgarstjóri
í Sjóvar Kommunu, hevur
vón um, at einaferð verður
undirsjóvarrtunnil undir
Skálfirði millum Strendur og
Saltnes
–Tá blaðið kemur út í
ymsu økini, veksur
áhugin hjá vanliga
lesaranum eisini, tí
tíðindaflutningurin
verður breiðari. Fleiri
lesarar geva fleiri lýsarar,
og á tann hátt vinnur
blaðið íløgurnar aftur,
sigur borgarstjórin í
Sjóvar Kommunu, Eivind
Jacobsen á Strondum
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
19
18