fríggjadagur 25. februar 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24
8
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Poul
Hansen,
advokatur
og vinnulívsmaður, er sera
spentur upp á stóru avbjóð
ingina sum nevndarformaður
í nýggja og stóra samtakinum,
sum nú hevur lagt til brots í
føroyskari fiskivinnu, bæði á
sjógvi og landi.
Tað er gleðiligt, at tey
seks skipini, sum eru í sam
takinum, nú hava loyst, og tað
næsta verður at lata nøkur
av virkjunum uppaftur.
Poul Hansen sigur seg
hava góðar vónir um rakst
urin, men hann ásannar, at
tað mangan hevur verið trup
ult hjá heimaflotanum, eins
tað eisini hevur verið trupult
at fáa góðan raksturin í fiska
virkini á landi.
Men vit trúgva upp á,
at hetta fer at lata seg gera,
leggur hann aftrat.
Spark í beinið
Nevndarformaðurin ásann ar,
at tað er eitt spark í skinna
beinið fyri skipa raksturin,
at bunkringarprísirnir á olju
eru so høgir í løtuni, men
hetta er nakað, sum fiskifloti
noyðist at liva við.
– Seinnu árini hava vit sæð
rættiliga høgar oljuprísir, og
síðan eru teir lækkaðir aftur.
Beint í løtuni er ivaleyst
rætti liga trupult at spáa um,
hvør gongdin verður, men vit
vóna sjálvandi, at prísirnir
ikki gerast hægri enn, at teir
verða at liva við.
Poul Hansen ásannar, at
nýggju sáttmálarnir, sum
gjørdir eru millum mann
ingarfeløg og reiðarar hála
í rætta endan, soleiðis at
nakrar krónur minni skulu
gjaldast út, nú hýrurnar
eru lækkaðar eitt vet, sam
stundis
sum
manningin
luttekur í oljuútreiðslum, tá
bunkringarliturin á olju fer
upp um eitt ávíst krónutal.
Jú, alt ger mun, og tað
ger hetta eisini, leggur hann
aftrat.
Nevndarformaðurin
fegn ast tó um, at upsaveiðan
tykist vera góð í løtuni, og
hetta er eisini besta tíð.
Eg fegnist eisini um góðu
upsaprísirnar, sum vit helst
ongantíð hava sæð betri
áður. So, vit kunnu siga, at
her eru bæði døpur skýggj,
men eisini glottar.
Ein trúgv
Spurdur, um nýggja samtakið
væntar, at alt virksemið fer at
geva avlop longu hetta fyrsta
árið, sigur Poul Hansen, at tað
sjálvsagt er torført at meta
um, men sjálvandi verður
stílað fram ímóti hesum.
Um eingin fór í holt við
nakað í Føroyum, sum hevur
við fiskivinnu at gera uttan
so, at vissa frammanundan
var fyri, at raksturin í somu
løtu fekst at hanga saman,
høvdu vit onga fiskivinnu
havt í Føroyum í dag. So
einfalt er tað, sigur hann.
Hann vísir á, at føroysk
skipavinna í heimasjógvi
og føroysk fiskaframleiðsla
mangan hevur hingið tungt
í sjónum.
Hinvegin eigur eingin at
ivast í, at hóast hesa gongd,
skapar henda vinna nógvar
ringvirkningar
og
leggur
soleiðis nógv eftir seg í kring
um í landinum. Avleiddu
vinnurnar av fiskivinnuni
skriva sínar rokningar fyri
sína tænastu, um vit kunnu
siga, meðan bæði skip og
virkir mugu fyrihalda seg
til marknaðin, sigur Poul
Hansen.
Í blóðinum
Tá pápin er Aksel Hansen, sum
í mong ár fekst við vinnulív,
hevur tað upp gjøgnum
árini eisini verið luturin hjá
nýggja formanninum í stóra
samtakinum, at ferðast eftir
bryggjukantinum.
Mær hevur altíð dámað
hetta umhvørvið væl, og
haldi, at tað er ein serligur
hugni
at
ferðast
eftir
bryggju kantinum og síggja
menn stákast umborð og á
bryggjuni við sítt virksemi.
Poul Hansen ásannar, at
hesin parturin av føroyskum
vinnulívi meiri og minni er
komin inn við móðurmjólkini
– ella liggur í blóðinum, sum
vit eisini plaga at siga.
Fiskivinnan er okkara
høvuðsvinna, og vit ætla
okkum í nýggja felagnum at
trimma alt so væl, sum til ber,
og so vóna vit eisini, at tíðin
verður við okkum, soleiðis at
vit fáa eina góða og sunna
fyritøku, sigur hann.
Runavík og Toftir
Nú tey seks skipini hava
loyst, fer nýggja samtakið
at hyggja upp á virkini, sum
felagið hevur í Runavík,
Toftum og Vestmanna.
Sambært Poul Hansen
bendir alt á, at felagið í fyrsta
lagi fer at lata fiskavirkið
í Runavík og fiskavirkið á
Toftum uppaftur, og tað
ganga ikki nógvar virkur,
áðrenn hesi virkir eru komin
upp at koyra aftur.
Eg vænti, at hesi bæði
virkini eru opin aftur, áðrenn
ein mánaði er umliðin, sigur
nevndarformaðurin.
vilmund@sosialurin.fo
Oljuprísirnir eru eitt
spark í skinnabeinið
- Um eingin fór í holt við nakað í Føroyum, sum hevur við fiskivinnu at gera uttan so, at vissa
frammanundan var fyri, at raksturin í somu løtu fekst at hanga saman, høvdu vit onga fiskivinnu havt
í Føroyum í dag. So einfalt er tað, sigur Poul Hansen, nevndarformaður í nýggja samtakinum
- Tað er gleðiligt, at tey seks skipini, sum eru í samtakinum, nú hava loyst, og tað
næsta verður at lata nøkur av virkjunum uppaftur, sigur Poul Hansen