fríggjadagur 25. februar 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 24 · 25. februar 2011
8
VIKUSKIFTI
– Eg havi fleiri ferðir upplivað í føroyum, at fólk hava broytt ásjón
á meg aftaná tey funnu útav, at eg ikki eri trúgvandi. tað var, sum
um eg knappliga var ein heilt annar persónur, bara tí eg ikki trúgvi
upp á tað sama sum tey, sigur jákup dahl, sum hevur lært nógv um
tolsEmi í BrEtlandi, har hann hevur búð sEinastu trý árini.
Eg hElt ikki tú
vart soleiðis
IntervIew
Barbara holm
barbara@sos.fo
- Í London hava fólk virðing fyri tær,
óansæð um tú ert føroyingur ella
afrikanari og um tú trýrt uppá Guð ella
ikki. Tað haldi eg, at nógvir føroyingar
kundu lært nógv av - hetta at virða,
at fólk kunnu halda og trúgva nakað
annað enn tú sjálvur.
Soleiðis sigur 26 ára gamli
fuglfirðingurin Jákup Dahl, sum hevur
búð í Bretlandi í yvir trý ár.
- Eg havi fleiri ferðir upplivað í
Føroyum, at fólk hava broytt ásjón á
meg aftaná tey funnu útav, at eg ikki eri
trúgvandi. Tað var, sum um tey hugdu
uppá meg og søgdu “Eg helt ikki tú vart
soleiðis” - sum um eg knappliga var
ein heilt annar persónur, bara tí eg ikki
trúgvi upp á tað sama sum tey.
Jákup Dahl hevur lokið útbúgvingina,
sum eitur Bachelor í Drama and Film
Studies á Anglia Ruskin University í
Cambridge. Hann hevur eisini verið í
starvsvenjing á Sendistovuni í London,
har hansara høvuðsuppgáva var at
marknaðarføra Føroyar sum “film
location”. Aftaná starvsvenjingina
hevur hann eisini gjørt konsulent
arbeiði fyri Sendistovuna - fram til
1. januar, tá ið hann flutti heim til
Føroya.
Føroyingar mugu
læra av øðrum
Fyri Jákup Dahl hevur tað verið
hugtakandi at uppliva eina øðrvísi
mentan, ein øðrvísi hugburð og eitt
øðrvísi tolsemi enn tað, sum hann
hevur upplivað í Føroyum.
- Eg eri uppvaksin á Kambsdali, har
tað kanska búðu 30 familjur. At flyta
til ein bý við meira enn 7 milliónum
íbúgvum er sjálvsagt ein heilt onnur
verð, sigur hann.
- Í byrjanini føldi eg meg ógvuliga
lítlan. Eg føldi meg, sum eitt lítið
insekt! Í Føroyum er man nógv meira
sjónligur í samfelagnum - man er
nakað. Í Føroyum eri eg hann sjálvur
Jákup har norðuri frá, sonur Jógvan.
Tey eldru spyrja eisini altíð: “Hvør
eigur teg?” Tað er, sum um tey spyrja
fyri at vita, hvat slag man er. “So tú ert
Dahl’ari úr Vági?”
- Tá fólk so vita ‘hvør eigur ein’ og
hvørjari ætt ein er av, so er tað ofta,
sum um at tey longu hava eina støðu
til, hvør man er. Hugsa tær at standa
í London og siga: “Hello Sam Green,
nice to meet you. Who owns you?” Tað
ber ikki ordiliga til, sigur ein skemtandi
Jákup Dahl.
Skuldu lært tolsemi
í London var Jákup anonymur. Hann
kundi byrja av nýggjum og læra fólk
at kenna, sum hann frammanundan
onga støðu hevði til, og størsti munurin
millum Føroyar og Bretland var fyri
Jákup, at fólk høvdu eitt øgiligt tolsemi
við hvørjum øðrum.
-Í London búgva fólk av øllum slagi,
mentananum og religiónum. Mong
siga í stuttleika, at har búgva eingir
onglendingar longur. Har livur tú lið
um lið við menniskju, sum eru myrk,
úr Fjareystri, eru muslimar, kristin,
samkynd, ateistar og so víðari.
Hann heldur, at nógvir føroyingar
høvdu havt gott av, at búð í einum
fleirmentaðum býi, har ein lærur nakað
um tolsemi mótvegis sínum næsta.
- Nógvir føroyingar eru alt, alt ov
snævurskygdir. Nógv høvdu havt gott
av at búð í einum multi-kulturellum býi
fyri at lært, at okkara húðarlitur, trúgv
ella seksuella sannføring ikki avger, um
vit eru eitt gott ella ringt menniskja.
- Tá eg hoyri um, at summi ikki fara
til konsert hjá Elton John, tí hann er
samkyndur, ella til borðs við íslendska
forsetanum, tí hon er lesbisk, so veit
eg ikki, um eg skal flenna ella gráta.
Í mínari verð er tað fullkomiliga langt
úti, og minnir mest um at eg sigi, at
eg kundi ikki funnið uppá at fari til
konsert hjá Robbie Williams, tí hann
heldur við Manchester United, og tað
er rótin til alt ónt her á jørðini, sigur
Jákup Dahl.
Vit syndarar brenna í helviti
Eftir hansara tíð í Bretlandi hevur
Jákup fingið eina øðrvísi áskoðan á
kristindómin og hansara ávirkan í
Føroyum. Jákup er uppvaksin við at
biðja Faðir Vár, at ganga í kirkju og
verða góður við sín næsta. Men hansara
uppvøkstur og hansara tíð í Bretlandi
hevur lært hann at hugsa fyri seg
sjálvan.
- Í mínari verð eigur trúgv at vera
nakað gott og ein boðskapur um
kærleika, men soleiðis havi eg slett
ikki fatan av, at tað verður brúkt í
Føroyum. Her kunnu samkynd ikki liva
í friði - tey eru sjúk og skulu grøðast.
Ikki-trúgvandi koma ikki í himmiríki
til síni kæru og skulu brenna í helviti
í allar ævir. Tey, ið ganga í býnum við
kenning, eru øll syndarar og mugu
umvendast til kristindómin, soleiðis at
tey kunnu møta Jesusi og blíva frelst,
sigur hann.
Jákup heldur, at kristindómurin í
Føroyum verður brúktur hóttandi og
dømandi mótvegis øðrum.
- Eg veit ikki, hvat hendi við, at man
bara skal vera góð við øll, líkamikið
hvørji tey eru, og at hjálpa hvørjum
øðrum. Í staðin fyri fáa lítil børn og
annars øll at vita, at man brennir í
helviti, um man ikki uppførir seg rætt.
Eg haldi ikki, at tað førir til nakað gott at
brúka trúgv at hótta við. Tað er alt í lagi
við at vera trúgvandi, og tað skal man
virða, men so skulu tey trúgvandi eisini
virða, at tað eru onnur menniskju til við
aðrari lívsáskoðan, sigur Jákup Dahl.
Nú skulu tabu-evnini
upp at venda
Jákup Dahl hevur seinastu árini tikið
eina útbúgving innan film og drama.
Hann hevur valt at flyta aftur til
Føroya, hóast tað neyvan eru nógv
størv innan hansara vinnu. Men Jákup
er ikki svartskygdur um hetta. Hann
sær tað sum ein stóran møguleika at
fara undir eina nýggja vinnu í Føroyum,
og samstundis taka føroyingar á bóli.
- Films- og dramaverðin í Føroyum
er eitt lítið og órørt øki, og tað hevur
við sær, at ein kann byrja upp á nógv
ting, ið ikki eru upplivað í Føroyum
fyrr. Eg eri blivin inspireraður av
nógvum tingum, meðan eg havi verið
uttanlands. Hetta kann eg næstan
kopiera, og soleiðis blíva ein slóðbrótari
í Føroyum, sigur Jákup Dahl.
Hann heldur, at í Føroyum eru góðir
møguleikar fyri at stápla eina films-
vinnu uppá beinini.
- Eg havi ein dreym um at fáa eina
ordiliga filmsvinnu á føtur í Føroyum.
Eg haldi, tað er eitt ótrúligt potentiali
í Føroyum sum filmsland - bæði við
at gera okkara egna og at nýta okkara
náttúru sum kulissu fyri útlendsk
filmsfeløg, sigur Jákup Dahl.
Men dreymarnir enda ikki her. Jákup
vil eisini gera sítt fyri at gera upp við
fordómarnir og tabumálini, sum eftir
hansara tykki eyðkenna Føroyar.
- Eg kundi hugsað mær at gjørt ung-
dóms-, dokumentar- ella kjak send ingar
í sjónvarpi ella útvarpi, sum kunnu
provokera á rætta hátt og taka upp
tey evni, sum vit ikki tora at tosa um í
Føroyum, sigur Jákup Dahl.