Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tá Poul Hansen, advo kat­ ur, varð valdur til nevnd­ ar formann í nýggja sam­ tak in um, sum hevur keypt fýra fiska virkir og seks skip úr trota búnum eftir Faroe Seafood­sam takið, var tað ikki, tí, at felagið hjá honum átti so stóran part í nýggja felag num. – Tá eg varð spurdur um at gerast nevndarformaður, áttu vit nevniliga einki í felagnum, sigur hann. Í dag eigur Bacalao í Havn, sum Poul Hansen, advo­ katur, umboðar, 5% í nýggja samtakinum, sum nú eig ur ein stóran part av virknu ogn unum, sum vóru í trota­ búnum eftir Faroe Seafood­ samtakið. – Býtið millum partarnar er nú skipað soleiðis, at Baca lao nú eigur 5%, sum saman við teimum 45% hjá Varðanum í Gøtu geva 50% ­ og hini 50% eiga ávikavist Framherji á Toftum við 25% og Samherji í Íslandi við øðrum 25%. Poul Hansen sigur, at eig araskapurin á ein hátt er tvíbýttur, har Bacalao gongur inn í partin saman við gøtumonnum, soleiðis at hesin tilsamans eisini er 50%. Samstarv við Varðan Spurdur, hvussu tað hongur saman, at Bacalao soleiðis gongur inn saman við gøtu­ monnum, sigur hann, at samstarvið, sum serliga hevur verið við gøtumenninar, er, at makkarin hjá honum á advokatvirkinum hevur arbeitt fyri Varðan í Gøtu. Nú Bacalao gjørdist partur av nýggja samtakinum við Poul Hansen sum nevnd ar­ formanni, kunnu vit siga, at maðurin við tí minsta part­ inum fekk hendan álitis­ sess í nýggja føroyska fiski­ vinnurisanum, sum nýggja samtakið hevur verið rópt. Poul Hansen sigur, at hans ara lutur sum nevndar­ formaður fevnir bæði um virkir og skip, sum felagið hevur keypt. Stjórar í nýggja samtak­ inum eru, sum Sosialurin áður hevur nevnt, Anfinnur Olsen, umboðandi Framherja og Jógvan Dávid Jacobsen, umboðandi Varðan. Hini í nevndini eru Tor­ steinn Már Baldvinsson, stjóri í Samherja í Íslandi, Elisabeth Ditleifsdóttir Eldevig Olsen, sum umboðar Framherja og Tummas Thomsen í Gøtu, sum umboðar Varðan. Vinnulívsmaður Sosialurin spurdi eisini Poul Hansen, um eigararnir munnu hava víst honum so stórt álit, tí hann er advokatur – ella tí, at hann hevur røtur í reiðaravirksemi og sjálvur hevur staðið á odda fyri virkseminum hjá Kimbli og Bacalao í fleiri ár. Pápi Poul er Aksel Hansen, sum flestu kenna frá sínum vinnulívsvirksemi gjøgnum mong ár. Hann er í dag 86 ára gamalur og er sum so ikki virkin longur í hesum virk­ semi. – Tað, at eg eri spurd­ ur um at gerast nevndar­ for maður, trúgvi eg eri ein samantvinning av báð um, bæði mínum vinnu lívs virk­ semi og mínum dagliga leik­ luti sum advokatur. Og so er tað eisini tilknýti, sum okkara advokatvirksemi hevur til eitt nú Varðan í Gøtu. Sosialurin kann leggja aftrat, at Poul Hansen eisini hevur verið í nevndini í Føroya Reiðarafelag. Hann hevur bara fingist við fiski­ vinnu, og er tað onkur, sum heldur, at maðurin eisini hevur fingist við farma­ skipavinnu, er tað hin advo­ katurin, Anfinnur V. Hansen, sum er tann maðurin. Poul Hansen hevur um feløgini, sum hann og páp­ in hava staðið aftanfyri, sein astu árini rikið fýra ís­ fiskatrolarar. Men hesir eru allir seldir í Vágar. Enn eigur felagið í Havn tó part í hesum skipum, ein lítlan part í øðrum parinum – og umleið 20% í hinum. – Eg havi soleiðis í eini 15 ár staðið við ábyrgdini av skiparakstrinum hjá okkum, sigur Poul Hansen, sum so leiðis ikki er óroyndur í vinnu lívi. Advokaturin og vinnu lívs­ maðurin, sum nú er vorðin nevndarformaður í nýggja og stóra samtakinum – ella nýggja fiskivinnurisanum í Føroyum – fekk soleiðis í boði at gerast nevndarformaður, áðrenn felagið, sum hann hevur rikið, kom við peng­ um. Spennandi uppgáva – Eg eri ógvuliga spentur upp á hesa uppgávu, og høvdu vit ikki trúð upp á hana, høvdu vit heldur ikki farið undir hetta, sigur Poul Hansen, sum Sosialurin tosaði við í gjárkvøldið. vilmund@sosialurin.fo Minsti parturin fekk nevndarformannin Advokaturin og vinnulívsmaðurin, sum nú er vorðin nevndarformaður í nýggja og stóra samtakinum – nýggja fiskivinnurisanum í Føroyum – fekk í boði at gerast nevndarformaður, áðrenn felagið, sum hann hevur rikið, kom við pengum. Í dag eigur Bacalao 5% í nýggja samtakinum Tað fall Poul Hansen, advokati og vinnulívsmanni í lut at gerast nevndarformaður í nýggja og stóra samtakinum Tað er í hesum umhvørvi úti á gamla Bacalao í Havn, at Aksel Hansen og seinni sonurin Poul Hansen hava sínar røtur sum vinnulívsmenn