Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24 4 Sosialurin Áki Bertholdsen - Enn er langur vegur eftir á mál og vit hava ikki givið skarvin yvir enn. Tað sigur Steen Juul Ped er sen, sum hevur verið tals mað ur hjá teimum, sum hava mótmælt, at bygt verð ur á fríøkinum ímillum Sandá og Støðlagøtu. Hann leggur dent á, at tað er als ikki eini nýggjari kirk ju, at tey eru ímóti. - Vit eru hørm um, at fólk hava fingið ta fatan, at vit eru ímóti kirkjuni,sigur hann. Men hann leggur afturat, at tað er ein misskiljing. - Vit eru ímóti, at nakað verð ur bygt yvirhøvur á stykki num og vit høvdu mót mælt, sama hvønn bygn ing, talan var um at bygg ja á økinum. Ikki tapt enn Hinvegin er hann sann førd- ur um, at stríðið um hendan blettin við Sandá, er ikki tapt enn, hóast Tórshavnar Býráð í gjárkvøldið samtykti at gera eina serstaka byggi- sam tykt, so at slóðast kann fyri, at kirkja kann byggjast á stykkinum. - Tað hevði bara verðið so nógv lættari, hevði Býráðið felt málið sjálvt, sigur hann. Nú skal málið so fyri í fri ð ing ar nevndini og har ivast hann ikki í, at tey, sum hava mótmælt, verða mett at vera hoyringspartur og verða innkallað at siga okk- ara hugsan. - Og verður tað neyðugt, verður málið eisini lagt fyri kærunevndina í lendi s mál- um, saman við teimum mót- mæl u m, sum eru latin inn. Ikki so einfalt Steen Juul Pedersen er sann førdur um, at tað er til teirra fyrimun, at tað er so tep ur meiriluti í býráðnum fyri at gera eina serstaka byggi sam tykt, so at byggj- ast kann á stykkinum. - At býráðið er so ósamt um málið, hevur uttan iva eisini sína ávirkan, tá ið avgerðin skal takast í friðingarnevndini og kæru- nevnd ini, tí tað ger tað ikki so lætt at taka støðu, sigur tals mað urin. Nú hevur onkuntíð verð- ið ført fram, at tað er ikki frí økið, tit eru so eym um, men at veruliga orsøkin til mót mæl ið er bara tann, at sum mi av tykkum fara at missa útsýnið? - Tað er ikki rætt, í øllum før um ikki hjá mær, tí eg mis si onki útsýni. Men tað er uttan iva rætt, at summi av teimum húsunum, sum koma at standa næst kirkj- u ni , fara helst at fella nakað í virði. - Høvuðsorsøkin til mót- mælið er, at vit vilja varð- veita hetta friðaða økið, sig- ur Steen Juul Pedersen. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Býráðslimir í Havn vórðu lagd ir undir trýst, tá ið teir í gjárkvøldið skuldu taka støðu til at broyta byggi sam- tykt ina fyri eitt stykki ímill- um Sandá og Støðlagøtu, so at ein nýggj kirkja kann byggj ast á stykkinum. Eini 30 mótmælisfólk møt- tu upp á býráðsfundinum við skeltum um at bjarga Sandá í eini roynd at ávirka bý ráðs- limir nir. Men tað gekk ikki heilt eftir vild, tí eftir at hava kjak ast í ein tíma um máli, samtykt ibýráðið sam tykti kortini at broyta byggi sam- tykt ina, so at ein kirkja kann byggj ast á tí 4000 fermetra stóra stykkinum. Býráðslimir, sum at kvød- du fyri, løgdu dent á, at ein nýggj kirkja á stykkinum fer ikki at nerva Sandá, tí hon skal byggjast minst 20 metr- ar frá sjálvari ánni. Tvørtur ímóti hildu teir, at ein kirkja kann verða eitt prýði fyri økið. Hetta merkir kortini ikki, at tað er klárt a byggja kirkju na, tí tað gevur býráðið ikki byggiloyvi til, fyrrenn allar tekningar fyriliggja og umsókn er komin um byggi- loyvi. Býráðslimir skinkla Ein av teimum, sum varð heit ur talsmaður fyri at broy ta byggisamtyktina, var Jan Christiansen, sum vísti á, at hetta er eitt gamalt mál í bý ráð num og at bæði byggi- og býar skipan ar- nevnd in, fíggj ar nevnd in og alt býráðið, sum tað er, hava óteljandi ferðir tikið ein mælt undir við málinum og tí harmaðist hann um, at bý ráðs limir nú vóru farnir at skinkla, hóast ikki eitt kom- ma var broytt í ætlanini. Hetta stykkið, sum æt lan- in nú er at byggja kirkjuna á, er eitt stykki, sum Býráðið sjálvt einmælt hev ur sam- tykt at vísa kirkju ráð num á Argjum á til nýggja kirkju. Lurta eftir fólkinum Tann býráðslimurin, sum var ídnastur fyri at varðveita frí- øk ið, var Jógvan Arge. Hann dugdi ikki at síggja nakað sum helst skeivt í at býráðs limir lurtaðu eftir fólki num. Hann vísti á, at 245 mót- mæli eru komin býráðnum í hen di og hann dugdi ikki at sígg ja, at tað skuldi leggjast býráðs limum til last, at teir lurt aðu eftir hesum mót- mæl u m. Hann vísti á, at Tórs havn- ar Býráð hevur lagt stóran dent á at varðveita tær stóru áir nar og hevur ikki vilja giv ið loyvi til bygin nærri enn 50 metrar frá teimum og hann helt, at tað hevði stóran týdn ing at halda fast um tað. - Fyri trivnaðin í kommun uni hevur tað al- stór an týdning, at luftin og grø nu økini kring hesar áir verða varðveiddar, segði Jógv an Arge. Levi Mørk, sum eisini hev ur atkvøtt fyri at broyta byggi sam tyktina, so at kirkja kann byggjast, viðgekk, at hann hevði sovið í tímanum, men hann helt ikki at nakað for gjørt var í at lurta eftir fólki num. Eisini Marin Katrin Frý- dal viðgekk, at tá ið hon hev- ur atkvøtt fyri ætlanini áð ur, visti hon ikki, at kirkjan skul- di standa so nær ánni. Eisini Elin Lindenskov hev ur tikið undir við at bygg ja krkjuna, men nú hev- ur hon broytt støðu, tí tað ør- kyml ar hana, at kirkjan skal standa bara 20 metrar frá án ni, tí áður hevur býráðið hild ið fast um eitt mark upp á 50 metrar. aki@sosialurin.fo Stríðið er ikki tapt enn ARGJA KIRKJA Tey, sum vilja varðveita fríøkið, har ætlanin er at byggja nýggja kirkju á Argjum, stríðast víðari Løgdu trýst á býráðslimir MÓTMÆLI Fólk, sum vilja varðveita fríøkið við Sandá, har ætlanin er at byggja nýggja kirkju, møttu fjølment upp í býráðnum í gjárkvøldið við skeltum fyri at leggja býráðslimir undir trýst, men tað gekk ikki eftir vild Meiri um sama evni á síðu 22-23 Hevði Býráðið felt málið, hevði tað verðið so nógv lættari FARA ALLAN VEGIN Tey, sum mótmæla, at fríøkið við Sandá, verður tikið til nýggja kirkju og til bygging yvirhøvur, geva ikki skarvin yvir, men eru til reiðar at fara so langt, tey sleppa fyri at bjarga Sandá, sum tey siga