fríggjadagur 25. februar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 24 · 25. februar 2011
4
VIKUSKIFTI
– Fólk unna mær væl, at eg eri klænkað, og tað er ein góð kensla. eg
Fái nógvar Fittar viðmerkingar, og tað eri eg glað Fyri. men eg skal
eisini ansa eFtir, at eg ikki verði forstýrað av uppmerksomheitini, sigur
guðrun við rættará, sum seinasta árið hevur klænkað seg 50 kilo
Guðrun
50 kilo
lættari
IntervIew
eyðun klakstein
eydun@sosialurin.fo
– Tað er einki problem, men so má for
síðan ruddast.
Guðrun við Rættará svarar fyri
spurn inginum frá okkum um at gera
eitt prát, nú hon hevur tapt seg 50 kilo,
og vit kunnu í øllum førum staðfesta, at
góða lagið er ikki farið sama veg sum
vektin.
Fyri fyrstu ferð í sínum lívi hevur
Guðrun við Rættará eina vanliga vekt.
Hon hevur annars altíð vigað ov nógv,
hon hevur ferð eftir ferð stríðst ímóti
yvirvektini og yvirmaktini, roynt at
tapa seg, men tað hevur ikki givið úrslit
– fyrr enn nú.
Í februar mánaði í fjør fekk Guðrun
eina gastric bypass skurðviðgerð, og
síðani hevur hon tapt seg 50 kilo. At
tveita 50 kilo krevur stórt offur, men
fyri mun irnir eru so nógvir, at Guðrun
hev ur megnað at liva uttan nógv av
tí, sum var ein partur av hennara lívi
áðrenn skurðviðgerðina.
– Eg havi altíð verið yvirvektig, og
eg havi prøvað einar 800 kurar fyri at
tapa meg. Pulvur, tablettir, motión, eg
havi roynt alt, men tað hevur ikki rigg
að, sigur Guðrun.
Mest bangin fyri at flúgva
Fyri einum góðum ári síðani tók hon
eina avgerð, sum síðani hevur sent
hann 50 kilo niður í vekt.
– Eg tímdi simpelten ikki at viga so
nógv meira. Eg hevði hoyrt um gastric
bypass skurðviðgerðina, sum hevði
riggað væl hjá nógvum øðrum, so eg fór
á eina heimasíðu at lesa nærri um hana.
Mín niðurstøða var, at eg vildi royna
tað. Um eg tapti 50 kilo og kanska tók
helvtina upp á aftur, so hevði eg fram
vegis vunnið 25 kilo, og tað kláraði eg
ikki at tapa meg annars.
Fáar vikur eftir at hon hevði lisið um
gastric bypass og tikið avgerðina um,
at tað vildi hon royna, varð Guðrun
skurð viðgjørd í Belgia.
– Eg var kanska mest bangin fyri at
flúgva, men tankarnir áðrenn opera
tiónina vóru ræðuligir. Eg fyrireikaði
meg upp á tað ringasta, men legði alt í
Harrans hendur.
– Viðgerðin á sjúkrahúsinum í
Belgia var sera góð. Tað einasta, sum
ræddi meg, og tað kann eg flenna eftir
aftaná, var tá ið ein portørur kom eftir
mær, tí eg skuldi skurðviðgerðast. Hann
snakk aði og snakkaði, men eg skilti ikki
eitt orð, og eg royndi at tosa enskt við
hann, men tað hjálpti einki. Tá trúði eg,
at tað fór at ganga heilt galið, at teir
fóru at amputera eitt bein hjá mær ella
okkurt. Men so kom læknin og heilsaði
upp á meg, og so kendi eg meg tryggari
við tað heila.
Alt snúði seg um mat
Skurðviðgerðin í Belgia gekk væl, men
viðgerðin krevur nógv av fólki í tíðini
eftir. Magin er blivin ein lítil partur av
tí, sum hann var, og tí er tað ógjørligt
hjá fólki at eta tað sama og eins nógv,
sum tey gjørdu frammanundan. Mat
van arnir skulu leggjast fullkomiliga
um.
– Fyrstu tríggjar, fýra mánaðirnar
eftir operatiónina snúði alt seg um mat.
Eg mátti ansa eftir, at eg át tað rætta til
rætta tíð. Mátti hava mat við mær og
mátti planleggja matin og mattíðirnar
fyri at kenna meg trygga. Men eftir eina
tíð, gjørdist tað meira natúrligt aftur,
eg lærdi kroppin hjá mær at kenna og
fann út av, hvat eg kundi og ikki kundi,
sigur Guðrun.
Hesa tíðina kunnu krem-eggini verða freistandi,
og einaferð skuldi eg royna at eta eitt krem-egg,
men tað gekk ikki. Eg blívi ótilpass av at eta sovorðið,
og tí sakni eg tað ikki. Tað er sum fólk, sum ikki kunnu
eta skelja djór, tey sakna tað ikki