Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24 16 Sosialurin Lítið vardi tað meg, góði Poul, at tað næstseinasta vikuskifti fyri jól skuldi verða seinastu ferð, vit báðir tosaðu saman, og at eg bert fáar dagar seinni skuldi vera við til at bera teg í kistu úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum og inn í Vesturkirkjuna. Tú, sum framvegis var í bestu árum, so lættur, stutt ligur og trúgvur, sum nak ar kundi hugsa sær. Ótalligar eru tær løturnar, har vit báðir einsamallir ella saman við øðrum góðum fólki hava sitið og hugnað okkum saman. Haldi ikki, at eg havi flent meira saman við nøkrum øðrum persóni, enn við tær, góði Poul. Við tínum lætta suðuroyarlyndi og smittandi látri var tú altíð eitt natúrligt miðpunkt, har tú var. Altíð visti tú um onkra stuttliga hending ella eina góða søgu, sum vit kundu liggja skerflatir av í látri. Serliga var tað tíðin, tá vit báðir sum blaðungir stóðu í ávikavist skrivstovu- og bankalæru og kvøldini gingu við handilsskúla. Ein tíð, sum var ómetaliga stuttlig og gev- andi, hóast hon helst gav meira á tí menniskjansliga enn á fakliga økinum. Nakað, sum serliga tú vendi aftur og aftur til, tá vit hugnaðu okkum og tosaðu um gamlar dagar. Tað var jú her vit komu at kennast og saman við øðrum vinfólkum høvdu mangar ógloymandi løtur. Í nógv ár var tú ein nærlagdur og góður familju- maður, og eg veit, at tað nívdi teg nógv, tá hjúnalagið fór fyri bakka fyri nøkrum árum síðani. Haldi ikki, at tú nakrantíð komst teg yvir tað. Men slíkt hendir fyri so nógv, og er sum so onki at gera við. Tú gekst høgt upp í at halda sambandið so gott sum møguligt við tíni trý væl undankomnu og dámligu børn, og eg veit, at tey vóru altíð fremst í tínum huga. Tú var arbeiðssamur, dugna ligur og virkaði í nógv ár sum tollari við longum arbeiðsdøgum. Við síðuna av hesum hevði tú bókhald fyri fleiri fyritøkur og ein- mannsvirki. Seinnu árini gear aði tú niður við at koyra hýruvogn og hava eitt sindur av bókhaldi við síðuna av. Tú hevur verið sera trú- fastur ímóti tínum vinfólkum, sum tú hevði nógv av, eins og tú var familjukærur mót vegis systkjum og teirra børn um. Serliga tætt var sam band títt við eitt ár yngra bróðir tín, Egil, sum eg veit saknar teg ómetaliga nógv, eins og hini systkini og familjan gera. Tit upplivdu at missa pápa tykkara sum smádreingir í Vági, og hetta hevur uttan iva havt stóra ávirkan á uppvøksturin og lívið seinni. Pápi tykkara doyði longu sum 49 ára gamal, og í síðstu viku 17. februar hevði tú sjálvur fylt 49 ár, men soleiðis skuldi tíverri ikki verða. Góði Poul, saknurin hjá mær og øllum teimum, sum stóðu tær nær, er stórur, nú tú ikki longur ert okkara millum. Ein minni at ringja til og práta við í góðum sum minni góðum løtum. At tú var væl umtóktur sást á tí stóra fylginum, sum var komið at siga tær eitt seinasta farvæl leygardagin 18. desember. Eg kundi skrivað so nógv meir um mínar góðu upp- livingar saman við tær, góði Poul, men vejli at goyma hes- ar í minninum. Sum troyst í sorgini hjá tykkum Rannvu, Rana, Randi, Sigvør og systkini við familju, kann eg vissa tykk- um um, at tit høvdu alt at týða fyri hann. Æra verið minnið um mín góða vinmann, Poul Beder. -Kári Ein vinmaður færri Nøvn – til minnis um Poul Beder 1962 - 2010 Føðingar 18. februar fekk Tóki ein lítlabeiggja. Hann var 54 cm langur og vigaði 4294 gr. Foreldrini eru Elin Djur huus Joensen, Tórshavn, og Finn Bjarni Hentze Samuel sen, Tórshavn, búsitandi í Keyp mannahavn. Á mynd ini er lítlibeiggin 5 dagar gamal. 9. februar fingu Karin Simonsen og Djóni Højgaard, Toftum, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3305 gr. 15. februar fingu Guðrið Reinert Petersen og Mourits Joensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 3125 gr. 16. februar fingu Jeanette E. Blåsvær og Heini Hátún, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3300 gr. 16. februar fingu Inga Mareta og Andreas Roel Joensen, Argjum, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3300 gr. 16. februar fingu Gunnhild Dahl Niclasen og Kári Klettskarð í Kongsstovu, Haraldssundi, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3200 gr. 18. februar fingu Mariann D. og Pól Jákup Poulsen, Strondum, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3730 gr. 21. februar fingu Sølva Petersen, Viðareiði, og Heðin Jacobsen, Norðoyri, eina dóttur. Hon vigaði 3430 gr og var 52 cm long. Dótturin er navngivin Rebecca Jacobsen. 21. februar fingu Diana Dahl og Dan Djurhuus, Vági, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3300 gr. 22. februar fingu Irdi Debes og Sjúrður Johansen, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3885 gr. Ein megnar kvinna rundaði tey sjeyti tann 14. februar 2011. Føðingardagurin varð hild in á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin leygardagin 19. februar, har uml. 360 fólk vóru samankomin. Har var nógvur góður matur, góður sangur og nógvar góðar tal- ur. Ymiskt kom fram, eisini at Birgit í mong ár hevur vitjað fólk, sum á ein ella annan hátt vóru illa fyri. Birgit hevur sungið, lisið Guds orð, biðið og harvið veitt troyst og gleði til mong. Tað var rørandi at hoyra sonin, Petur, sum spældi eina standandi á klaverið og sang sangin ”Góða mamma tú, ið lívið gav mær”. Nógv vóru rósandi orðini um Birgit sum góð kona, mamma og omma. Birgit viðmerkir: ”Eingin æra til mín; øll æra til Harr- an!”. Av tí at talurnar vóru so nógvar, fekk eg ikki sagt tað, sum lá mær á hjartað. Eg fari við hesi heilsan at takka tykkum, Birgit og Svenning, fyri tann stóra leiklut tit hava í Føroyum viðvíkjandi Ísrael. Svenning sigur, at tað hevði ikki verið gjørligt hjá honum at útint Harrans verk, bæði at ferðast runt í Føroyum og allar túrarnar til Ísrael (uml 40 í tali) um ikki Birgit stóð so trúgv saman við sær í bøn og í tí praktiska. Hugsi um allar tær ferðir, ið telefonin ringir um eitthvørt. Ymiskar vitjanir úr Ísrael, sum Birgit hevur tikið hond um og víst blíðskap. Síggi teg fyri mær, við kaffikannuni og onkrum góðum á borðinum til ymisku fundirnar í tykkara stovu. Í 1. Mós. 12:3a stendur, at tann, sum signar Ísrael skal Harrin signa. Tit bæði, Birgit og Svenning, hava signað Ísrael og eru signað av Harranum. Eisini hava vit sæð hvussu signingin hevur spreitt seg sum ringar í sjónum, við at tit hava signa føroyingar og jødar við tykkara kærleika. Enn einaferð hjartaliga tillukku við føðingardegnum Birgit. Vit eru mong sum ynskja tær og Svenning Guds ríku signing framyvir. Shalom Ása Lützen Ein heilsan til Birgit av Lofti