fríggjadagur 25. februar 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 24 · 25. februar 2011
15
VIKUSKIFTI
Sosialurin 341800
Vinnandi venjari
Jan Pytlick veit, hvat tað er at vinna – á hægsta stigi. Hann hevur ført danskan
kvinnu hondbólt upp á tindarnar í Olympiskum leikum og Euromeistaraskapi.
Hann er heiðraður fyri at duga væl at menna spælarar, at coacha og at samskifta.
Vit fáa vitjan av Jan Pytlick og spyrja hann um, hvat skal til fyri at blíva heimsins best,
hvat hann krevur av sær sjálvum og sínum spælarum, og hvussu hann motiverar
spælarar til at avrika nakað heilt serligt umaftur og umaftur.
Breckmann og Tobbi
Teir hava stríðst á frontinum í hugsjónarliga kjakinum. Hvassir og eirindaleysir í kjaki í fleiri
áratíggjund. Óli Breckmann og Torbjørn Jacobsen tosa um at kjakast, um politiskt stríð
og um at samstarva sína millum. Og so spyrja vit, hvat teir halda um hvønn annan
Leygarkvøldið
26. februar 2011 kl. 20.00
Terji spælir Føstufressar
Terji Rasmussen spælir live í sendingini hesaferð. Terji trívur í
nakrar sangir hjá Føstufressum, sum fingu heiðursløn fyri bestu
tónleikaútgávu í fjør á Planet Awards. Eisini verður tosað
við Terja um lívið sum tónleikari.
Tær tora
Tær ger tað, sum nógvar kvinnur blíva flóvar av bara at hugsa um.
Tær ummæla sexleikur á føroyskari heimasíðu. Vit tosa við Maluna
Eyðunsdóttir, Súsannu í Stórustovu og Elin í Stórustovu um, hví
tær tora at ummæla sexleikur, og hvat fólk halda um tað.