fríggjadagur 25. februar 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24
18
Sosialurin
Føroyskur AWI-bátur
til grønlendska sjálvstýrið
Bygginummar 300 hjá bátaverksmiðjuni AWI Føroyar í Runavík
var ein 38 fót AWI Star til vaktartænastuna hjá Grønlands
Fiskerilicenskontrol í Grønlandi. Báturin er sergjørdur til at sigla í
arktiskum sjógvi, sigur Eyðun Anthoniussen, stjóri í AWI Føroyar
Magnus Gunnarsson
Tá Grønlands Fiskerilicenskontrol
(GFLK) skuldi hava nýggjan vaktar
bát, sendu teir útbjóðingartilfar
til 20 ymiskar framleiðarar um at
byggja bátin. Tað bleiv AWi Føroyar
í Runa vík, sum fekk ordran, og bát
ur in er nú liðugur og sjósettur. AWI
Boats hevur selt millum 65 og 70
bátar bátar til Grønlands, so teir
eru kendir og royndir í farvatninum
har.
Báturin er upprunaliga ein
AWI Star 35, sum er uppbygdur
eftir ynsk inum hjá grønlendsku
myndug leikunum við t.d. størri
kabinu og arbeiðsplattformi aftan
fyri húsið. Eyðun Anthoniussen
sigur, at tað eru serlig krøv til bátar,
sum skulu sigla í arktiskum um
hvørvi. Skrokkurin verður gjørd ur
úr serligum glastrevjatilfari, sum
t.d. tolir at sigla gjøgnum ís. Báturin
er ann ars sera væl bjálvaður við
termo rútum og hitablásarunm til
for rútarnar.
Báturin er bygdur og liðugt
gjørdur á verksmiðjuni hjá AWI
Før oyar í Runavík, sum eisini hevur
gjørt alt timburarbeiðið umborð. KJ
Hydraulik á Kambsdali hevur gjørt
hydrauliska arbeiðið og leverað og
monterað krana og spæl, BS Tøkni í
Saltangará hevur gjørt alt elarbeiði
og
monterað
eldsløkkianleggi,
Andersens Beding á Strondum
hev ur installerað motorin, HGV í
Runa vík hevur leverað og monter
að oljufýr, ketil, radiatorar og
installerað nógv ymiskt annað,
maskin verkstaðurin
UniVice
í
Runa vík hevur gjørt alt tað rustfría
ar beiðið, Radiobúðin í Runavík
hevur leverað og intstallerað og alla
nautisku útgerðina og onnur tól,
Sjótek á Strondum hevur arbeitt
við øllum góðkenningum og sam
bandinum við danska skipaeftirlitið,
Arni Carlsen á Toftum hevur gjørt
tekningar til bátin og annað sølu
tilfar, Reklamuvirkið SKELTIÐ í
Runavík hevur gjørt prentlutir og
navna og nummarskeltir.
Tað var Aðalstein Antoniussen,
sum byrjaði at byggja glas trevja
bátar í 1973 í Danmark. Í 1981 flutti
hann framleiðsluna til Føroya, og
fyri tøkan hevur síðan hildið til í
Runavík. Fyritøkan hevur hesi árini
framleitt 300 AWIbátar í ymiskum
støddum. AWI Føroyar, sum heldur
til í eini 800 fermetra stórari høll í
Runavík, er góðkend av Det Norske
Veritas og Skipaeftirlitinum til
framleiðslu og umvæling av glas
trevja bátum. Stjóri í AWI Føroyar
er Eyðun Anthoniussen.
maggi@sosialurin.fo
Hans Mølgaard skipari á
bátinum og Amalie Jessen frá
Grønlands Fiskerilicenskontrol
Bátaframleiðsla
Lýsingartilfar
AWI STAR 38
Navn: Tuukkaq
Heimstaður: Sisimiut
Stødd:
Longd: 11,60 m
Breidd: 3,45 m
Dýpd: 0,90 m
Motorur: Iveco 500 hk
Nautisk tól: Furuno
Krani: Palfinger Marine Crane
Ketil: HGV
Eigari:
Grønlands Fiskerilicenskontrol
Grønlands Selvstyre
Imaneq 4
GR 3900 Nuuk