Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 24 · 25. februar 2011 18 VIKUSKIFTI tað er tíðIn lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein eitt granskaralið á North Carolina State University heldur seg hava funnið fram til, at børn, har annað av foreldrunum er heimagangandi, eru minni sjúk og fáa færri skaðar. Kanningin er gjørd av 89.000 børnum yvir 20 ár. Millum annað vísur gransk­ ingin, at børn, har bæði for eldrini arbeiða úti, hava 200 prosent størri møguleika fyri at fáa astma, at bróta bein ella at verða eitrað. – tað er umráðandi, at vit eru tilvitað um fyrimunir og vansar við, at bæði foreldrini hava arbeiði, og tað er tørvur á at stuðla arbeiðandi mammum meira og at skilja teira støðu, sigur Dr. Melina Morrill við Daily Mail. Gransking í USa hevur annars eisini víst, at tað eru fyrimunir við, at bæði foreldrini arbeiða. tey vinna meira pengar, og sjálvsáltið verður størri. Ófriður í oljuframleiðandi londum hevur við sær, at prísurin á olju hækkar. Breiðir ófriðurin seg til Saudi arabia, so kann tað fáa álvarsamar avleiðingar fyri oljuprísin. Saudi arabia stendur fyri 10 prosentum av oljuframleiðsluni í heiminum. ­ avleiðingin av ófriði í Saudi arabia kann verða, at oljuprísurin hækkar til 150 dollarar fyri fatið. So kunnu vit fáa bensinprísir á 14­15 krónur fyri liturin, sigur Christian tuxen, greinari hjá Danske Bank, við ritzau. Metprísurin fyri fatið av olju er frá 2008, tá ið fatið kostaði umleið 145 dollarar í styttri tíð. Síðani 2008 hevur verið kravt av matstovum í New York, at tær skulu vísa kaloriutalið á øllum matarlepum. Hetta skuldi gerast fyri, at fólk kundu síggja, hvussu nógvar kaloriur vóru í ymsu rættunum, og har við velja teir lættaru rættirnar. Men soleiðis hevur tað ikki gingið. ein kanning hjá New York University School of Medicine vísur, at fólk eta eins nógvar kaloriur á matstovum nú, sum tey gjørdu fyri 2008. Kaloriutabellirnar hava einki broytt, og prísurin á matvørum spælir eftir øllum at døma størri leiklut inn kaloriuinnihaldið. 2. mars verður fyrsti partur av amerikansku útgávuni av sjónvarpsrøðini Brotsgerðin sýnd í USa. ein av stóru amerikansku sjónvarpsstøðunum hevur keypt røðina, sum vit kenna væl her á okkara leið. Sofie Gråbøl er í donsku upprunaútgávuni í leiklutinum sum Sarah Lund, og hon var støðugt í troyggju frá Guðrun & Guðrun. Nú fáa amerikumenn so eina nýggja innspæling av røðini, og haryviri hevur røðin fingið heitið the Killing við undirheitnum Who killed rosie Larsen? Í nýggju røðini er Sarah Lund blivin til Sarah Linden, og Keypmannahavn er skift út við Seattle. Ræðslan er 15 krónur fyri liturin av bensini Brotsgerðin í USA Heimsins populerast fartelefon tað er ikki ein iPhone, ein HtC smartphone ella ein Blackberry. Heimsins populerasta fartelefon er ein gomul, kend Nokia telefon. Nokia 1100 er ikki tann flottasta og best útgjørda fartelefonin, men hon hevur selt 250 milliónir kring heimin. tað er serliga í afrika og Fjareystri, at telefonin hevur verið væl umtókt, og ummælini frá brúkarum hava verið sera positiv. Serliga verður fegnast um, at fartelefonin hevur langa livitíð, og at hon heldur tað, sum hon lovar – at hon kann ringja og senda sms­boð. Nokia 1100 fartelefonin kom á marknaðin í 2003. Kaloriutabellir onga ávirkan Burgarabrúdleyp Í Hong Kong eru tey farin at halda brúd leyps veitslur á burgara barrum. tað er McDonalds ketan, sum nú bjóðar nýgiftum at halda veitsl­ una á teirra matstovu, og tað ber til at hava upp í hundrað gestir á onkrari av matstov unum. Prísurin fyri burgarar til tey er bert 2000 krónur. Síðani januar hava fleiri valt at halda sínar brúdleyps veitslur á McDonalds í Hong Kong. Heimagangandi hava sunnari børn