fríggjadagur 25. februar 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24
24
Sosialurin
Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskapar-
setrinum er eitt granskingar- og undirvísing-
arstarv í søgu leyst at søkja. Tann, ið sett/ur
verður, skal serliga virka fyri at menna
gransking og útbúgving í søgu á Fróðskap-
arsetrinum.
Starvsøki
Granskingarparturin verður knýttur at serøki
umsøkjarans, men umsøkjarin skal eisini
vera sinnaður at granska í føroyskari søgu.
Samstarv við aðrar mentanarstovnar og
onnur fakøki innan- og uttanseturs er týdn-
ingarmikið í starvinum.
Undirvísingarparturin fevnir um ábyrgd av
søgupartinum í útbúgvingum á setrinum,
eisini teimum sum útbúgva seg sum lærarar
og teimum sum fáa sær eftirútbúgving.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu umframt kandidatútbúgv-
ing í søgu helst hava granskingarførleika á
lektarastigi og hollar undirvísingarroyndir.
Umsøkjarar, sum hava Ph.D.- ella lektara-
førleika og sum hava granskað í føroyskari
søgu, hava fyrimun. Umsøkjarin skal hava
góð samstarvsevnir.
Við umsóknini skulu, umframt CV og lýsing
av egnum granskingarprofili og framtíðar
ætlanum umsøkjarans við starvinum, eisini
fylgja yvirlit yvir øll vísindalig avrik um-
søkjarans. Tey bestu 10 vísindaligu avrik
umsøkjarans skulu leggjast við umsóknini í
fýra eintøkum.
Starvið verður sett í samsvar við førleika-
meting hjá metingarnevnd og ein setanar-
nevnd gevur rektaranum tilmæli um, hvør
setast skal.
Umsókn
Umsóknarfreist er 7. mars 2011.
Starvið verður sett 1. mai 2011 ella skjótast
til ber.
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til dekanin Hans Andrias Sølvará,
tlf. 352583/292581, hansas@setur.fo ella til
rektaran, Jóan Pauli Joensen jopajo@setur.
fo 352503/292503.
Umsóknir við avriti av prógvum, ævisøgu
(CV), vísindaligum avrikum og lýsing av
granskingaprofili og framtíðarætlanum v.m.
skulu sendast til:
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan
J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo
Vísindastarvsfólk í søgu á
Fróðskaparsetri Føroya
TUNNILSDAGUR!
Dr. Jacobsensgøta 21, tel. 315 315
Sosialurin 341800
LEYGARDAGIN ER OPIÐ TIL KL. 16
-75%
KOM & GER
KVETTIÐ
VEGNA BROYTING
SKULU ALLAR
GARDINUR ÚT