Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 24 · 25. februar 2011 24 VIKUSKIFTI SeinaStu 20 árini hava teir verið tveir av sterkastu og meSt markantu politikarunum í Føroyum. nú hava anfinn kallsberg og Jóannes eidesgaard við stuttum millumbili boðað Frá, at teir gevast í politikki. vit hava spurt politikarar og viðmerkJarar, hvat tað merkir Fyri FøroySkan politikk Politiskar legendur fara heim Samanlagt hava teir verið løgtingsmenn í meira enn 50 ár, teir hava verið løg­ menn í 12 ár, og teir hava verið lands­ stýris menn í 12 ár. Teir hava í nógv ár havt leiðsluna í sínum flokkum, hava flutt týðandi brikkar í føroyska samfel­ ag num og hava havt stóra undirtøku mill um fólk. Men nú hava teir sett punktum fyri sínar politisku karrierur. Anfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard gevast nú í politikki. Fáir politikarar hava seinastu 20 árini havt vald, sum teir báðir hava havt, og nú teir takka fyri seg, skulu bæði flokkarnir hjá teimum og politiski heim urin venja seg við ein gerandisdag uttan tveir av sterkastu politikarunum í Føroyum í nýggjari tíð. Nú er nóg mikið Anfinn Kallsberg, sum er 63 ára gamal, var fyrstu ferð valdur í løgtingið 1980. – Einasti tinglimur, sum tá sat og sum enn er eftir, er Óli Breckmann. So hóast eg ikk meti meg sum gamlan, so eri eg gamal í politikki, sigur Anfinn Kallsberg. Hann segði, tá ið avgerðin um at gevast í politikki kom fram, at hann vildi gevast, meðan hann sjálvur kundi finna hurðina. Jóannes Eidesgaard rundar 60 í apríl mánaði, og hann var fyrstu ferð valdur í løgtingið í 1990. – Hetta er ein avgerð, sum hevur spøkt leingi, og nú var passaligur polit­ iskur friður til at boða frá, at eg gevist, segði Jóannes Eidesgaard á tíðindafundi fyri viku síðani. Harvið hava teir báðir politikararnir, sum vóru løgmenn í Føroyum frá 1996 til 2008, takkað fyri seg. kann broyta politikkin Kaj Leo Johannesen løgmaður Tað er ikki av ongum, at Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kallsberg hava fingið tað vald, sum teir hava havt. Teir hava dugað sítt politiska handverk, og teir hava eisini verið seriøsir. Eg veit ikki um, at teir eru farnir út við persónligum álopum, teir hava hildið seg til málini, og tí er stór virðing um teir. Eg eri uppvaksin við at lurta eftir teimum eldru, og í politikki havi eg eisini roynt at lært av teimum, sum hava meira royndir enn eg, og eg havi lært nógv av Jóannesi Eidesgaard og Anfinni Kallsberg. Eg havi eisini stóra virðing fyri teimum, tí teir hava sitið í stólinum, sum eg siti í, og eg veit, at hetta er ein trupul stólur at sita í. Nú teir gevast í politikki, verður størri rásarúm hjá yngri politikarunum, og tað fer helst at broyta politikkin nakað. Tað kann eisini broyta okkurt í samstarvinum millum flokkarnar, tí tá ið tveir politikarar hava sitið við valdið so leingi, so hava tað eisini verið onkrar gnidningar, og tað kann eitt skifti broyta. Tað er eitt sindur sorgblítt, at teir nú gevast, tí eg havi samstarvað nógv við teir og eri komin at kenna teir sum politikarar og menniskju. lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein og Uni Holm Johannesen Jóannes Eidesgaard Aldur: 59 ár Bústaður: tvøroyri Flokkur: Javnaðarflokkurin Løgmaður: 2004-2008 Landsstýrismaður: 1991-1996, 2008-2011 Løgtingsmaður: 1990-2011 anfinn kallsberg Aldur: 63 ár Bústaður: Viðareiði Flokkur: Fólkaflokkurin Løgmaður: 1996-2004 Landsstýrismaður: 1983-1985, januar-juni 1989 og 1996-1998 Løgtingsformaður: 1991-1993 Løgtingsmaður: 1980-2011