fríggjadagur 25. februar 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24
Sosialurin
Vilt tú vera við til at bera eitt
spennandi samtak framá?
Klárar tú at hava fleiri bóltar í
luftini í senn og halda høvdið kalt?
Ert tú analytisk/ur?
Dugir tú at orða teg væl í skrift
og talu?
So er eitt spennandi starv at
søkja í TF samtakinum.
Vit kunnu bjóða:
Eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum
spennandi samtaki, sum er í støðugari menn
ing. Eitt starv í einum samtaki við greiðum
málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum ar
beiðsumstøðum. Eitt samtak við fimm ítøkiligum
kjarnuvirðum. Har vit hava vilja til lønandi vøks
tur, virða heildina, eru ágrýtin og nærløgd, hava
eina langtíðarhugsjón og eru broytingarsinnað.
Til rætta fólkið hava vit eitt gott og avbjóðandi
starv við kappingarførari løn, góðum setanar
treytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum
møguleikum fyri støðugari førleikamenning,
har viðkomandi sjálv/ur verður við til at byggja
starvið upp og mynda tað frameftir.
Talan er um nýtt starv, so tillagingar kunnu
møguliga ávirka uppgávuinnhaldið. Tann, sum
verður settur, má tí kunna tola møguligar
broytingar/tillagingar í starvinum.
Stjórnarskrivarin arbeiðir tætt at stjóranum og
skal samskipa mál og ráðgeva stjórn og nevnd
í TF samtakinum. Stjórnarskrivarin hevur eisini
tætt samstarv við sekretariatið í Samtakinum.
Arbeiðið fevnir millum annað um at:
lýsa mál og gera frágreiðingar
gera innstillingar til nevnd og stjórn
fyrireika nevndarfundir
vera við í fyriskipan av tiltøkum og
átøkum rundanum stjórn og nevnd
Vit vænta, at tú:
hevur hóskandi hægri útbúgving,
t.d. kandidat ella master innan løgfrøði
og/ella búskap
hevur arbeiðsroyndir í minsta lagi svarandi
til fulltrúastøði í eini miðalstórari fyrisiting
hevur kunnleika til føroyskt vinnulív og
umsiting
dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
hevur góð samstarvsevnir og vilja
dugir væl at samskifta, bæði á føroyskum,
norðurlendskum og enskum
Lønar-og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Yrkisfelagið Trygdina og Arbeiðsgevarafelagið
fyri Fíggjarstovnar í Føroyum.
Lønin verður ásett í mun til royndir og førleika.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í
samband við Regin Hammer, stjóra, við telduposti
til rh@trygging.fo ella Mariu á Dul, deildarstjóra,
við telduposti til mad@trygging.fo.
Umsóknarfreistin er 11.marts 2011 kl. 12.00.
Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum
skal sendast til:
Tryggingarfelagið Føroyar
Starvsfólkadeildin
Postsmoga 329
FO110 Tórshavn
ella umvegis www.trygging.fo
Starvslýsing
STjóRnARSkRivARi
TiL TF SAMTAkið
700.000 krónur
til at marknaðarføra Føroyar
VisitFaroeIslands hevur sett av upp til 700.000 kr.
til serlig átøk at marknaðarføra Føroyar.
Føroysk virki/feløg kunnu nú søkja um stuðul til marknaðarverkætlanir eftir
„krónu fyri krónu“-leistinum.
Verkætlanir
Minsti stuðul, ið verður latin einstakari verkætlan, er 50.000 krónur. Mesti
stuðul er 250.000 krónur.
Verkætlanir hava fyrimun:
s ið eru nýskapandi
s ið eru eitt nýtt framtak
s ið eru á okkara fokusmarknaðum, sum eru lýstir í ætlanini
fyri marknaðarføring av Føroyum sum ferðafólkalandi
s har fleiri partar taka lut
Verkætlanir á danska marknaðinum skulu sum meginregla taka útgangsstøði í
sniðinum, sum er gjørt til konseptið „tæt på“.
Verkætlanir skulu ikki vera partur av vanligu marknaðarrøktini.
Marknaðarføringsætlan og stuðulstreytir fáast á www.mfa.fo og við at seta seg
í samband við Per Hansen á 30 61 00.
Umsóknarblað
Umsóknir skulu sendast til VisitFaroeIslands á serligum umsóknarblaði, ið
kann takast niður á www.mfa.fo.
Umsóknarfreistin er 4. mars 2011.
Tinganes · 110 Tórshavn
Tlf +298 30 61 00 · Fax +298 30 61 05 · www.mfa.fo