Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 24 · 25. februar 2011 25 VIKUSKIFTI Høvdu staðið intelligensprøvan Torbjørn Jacobsen løgtingsmaður fyri Tjóðveldi Tveir av politisku røktingarmonnunum í danska heimastýrinum hava nú pensionerað seg sjálvar. Eg havi virkað saman við báðum meira og minni í 13 ár. Verið landsstýrismaður hjá báðum og hevði ongar trupulleikar í so máta, samstarvaði væl við báðum tveimum, hóast teir eru ógvuliga ymiskir. Eitt løgtingsval er ongin intelligensprøvi, plagdi mín góði gamli vinur Martin í Grund, sáli, at taka til. Anfinn og Jóanes høvdu nú ikki fallið fyri royndini, var hon veruleiki, og tað man vera partur av orsøkini til, at teir so leingi hava myndað føroyska gerandisdagin sum løgmenn og floksformenn. Teir eru bæði líkir og ólíkir. Menniskjað er sum kameliónurin. Báðir koma úr hvør sínum nýbyggjaraøki. Úr hvør sínari arbeiðslegu, har fólk úr øllum heraðshornum fluttu til. Anfinn er modeleraður av kredduni um, at eirindaleysa privatkapitalisman skipar alt á besta hátt, meðan Jóanes er eitt barn av einasta sosialistiska eksperimentinum í landinum. Hevði alt verið øðrvísi var støðan kanska hin øvuta, tí báðir eru meira valdsmenniskju enn ideologiskir politiskir oddvitar. Vit hava verið ósamdir politiskt, onkuntíð persónliga við, men tað hevur ongantíð forðað fyri góðum samstarvi. Tað fall ongantíð øvut orð millum okkum báðar Jóanes, ta tíðina eg var landsstýrismaður hansara í fiskivinnumálum, - í tí málinum drógu vit eina línu. Tað var í hvussu er ikki orsøkin til fallið hjá CHE-samgonguni. Øll kenna rembingarnar, sum hava verið ímillum meg og Anfinn, men miðlarúmið hevur ikki givið góða samstarvinum okkara millum sama gætur. Seinastu árini í fíggjarnevndini, tá nevndin fet fyri fet tók sær tað politiska vald, sum hon eigur at hava, eru prógvið um, at Anfinn var ein góður formaður, væl stuðlaður av øllum hinum limunum. Evnini at peila av, vunnin ígjøgnum tríati ára royndir, hvussu semja kundi fáast um málini, tvørtur um floksmørkini, vóru ótrúðliga væl ment. Andstøðan var ikki í útgangspunktinum skvisað av vøllinum, og tí hava vit sum "minniluti" hesi árini ávirkað gongdina meira enn nakrantíð áður í heimastýrissøguni. Soðið verður tynri nú hesir báðir giraffarnir hava pakkað sær politiska klæðssekkin. Tvey politisk menninskju, sum tímdu politiska handverki, eru givin. Hóast teir ikki koma undir hugtakið ideologiskir politikarar, so ber heldur ikki til at siga, at teir hava verið breyðpolitikarar burturav. Teir settu seg inn í málini, og tí var tað altíð áhugavert at samstarva við teir. Fari til endans at ynskja teimum bestu eydnu fram á leið, og takka fyri famúrskarandi samstarv í 13 ár. Hava vónandi dugað at sett fólk við Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin Tað at verða leiðari í einum flokki snýr seg eisini um at duga at seta fólk við, at byggja nakað upp, sum kann førast víðari, hóast onkur gevst. Tí haldi eg, at stóri spurningurin nú er, hvussu Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kallsberg hava dugað at sett fólk, og tað fer tíðina at vísa. Sjálvandi verður tað eitt tómrúm eftir, at tveir leiðarar sum teir gevast, men um tað er eitt stutt og natúrligt tómrúm, sum er tað eingin trupulleiki, men eru onnur fólk ikki til reiðar at taka við leiðsluni eftir eina tíð, so hava teir ikki megnað sína uppgávu til fulnar. Eg skal ikki meta um, hvussu støðan er við hesum í Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum, tað kunnu onnur ger, men tíðin fer at svara spurninginum. Trupult at fylla tómrúmið Jákup Mikkelsen løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin Anfinn Kallsberg er tann politikarin, sum hevur havt størstu ávirkan á føroyskan politikk í nýggjari tíð. Hann hevur dugað handverkið sera væl, og hann hevur verið kanska best umtókti politikarin nakrantíð. Hann hevur altíð verið siðiligur í orðaskifti, hann hevur eitt minni sum ein elefantur og hevur altíð havt skil í málunum, sum hann hevur umsitið. Tað verður ein trupul uppgáva at fylla tómrúmið eftir Anfinn Kallsberg, og tað verður stórur saknur í honum – bæði í flokkinum og í politiska heiminum annars. Jóannes Eidesgaard kenni eg ikki eins væl, men hann hevur verið góður at samstarva við, og tað verður trupult hjá Javnaðarflokkinum at finna ein avloysara, sum hevur sama pondus sum hann. Ynskir sær meira sosialan Javnaðarflokk Jenis av Rana formaður fyri Miðflokkin Miðflokkurin hevur verið í samgongu við bæði Anfinni Kallsberg og Jóannesi Eidesgaard, og okkara royndir við teimum sum leiðarum eru góðar. Teir dugdu væl at skipa samstarvið. Nú teir gevast er spurningurin, hvussu flokkarnir hjá teimum fara at broytast. Eg vóni, at Javnaðarflokkurin verður meira stabilur sum flokkur, og at hann finnur aftur á slóðina sum ein sosialur flokkur. Jóannes Eidesgaard hevur orðið í síni makt, og hann hevur pondus, men tann sosiali profilurin hjá flokkinum hevur verið burtur í nógv ár, og onkuntíð hava vit ivast í, um Eidesgaard hevur verið í rætta flokki. Á tí økinum hevur hann ikki verið góður fyri Javnaðarflokkin, og eg vóni, at flokkurin við nýggjari leiðslu aftur verður ein sosialur flokkur, sum Miðflokkurin kundi havt nógv natúrligt samstarv við. Fólkaflokkurin við Anfinni Kallsberg hevur hinvegin verið ein sera stabilur flokkur. Hóast tey stundum liggja langt frá okkara politikki, so hava tey havt ein greiðan politikk, sum tey hava hildið fast um, og tí vita vit, hvar vit hava havt Fólkaflokkin. Avbjóðingin hjá Fólkaflokkinum verður at halda fast um tann stabilitetin. Tað verður eisini ein avbjóðing fyri Jørgen Niclasen veruliga at finna síni bein sum formaður. Tað hevur verið ov nógv fjant og fjas, og eg sakni nakrar ordiliga politiskar røður á løgtingi, so vit vita, hvørjar ætlaninar hjá Fólkaflokkinum eru. Teir hava verið í serstøðu Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur Anfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard hava verið í serstøðu í nógv ár. Ikki einans í sínum flokkum, men í føroyskum landspolitikki sum heild. Virðingin fyri teirra politiska arbeiði varð staðfest væl og virðiligt, áðrenn teir tóku við sum løgmenn. Tað vóru heili 48 prosent av veljarunum, sum ynsktu Anfinn Kallsberg til løgmann í 1998. Tað eru væl fleiri atkvøður enn Fólkaflokkurin klárar at mynstra. Hann hevði stóra undirtøku millum veljararnar úr øðrum flokkum. Ein triðingur av veljarunum stuðlaðu Jóannes Eidesgaard sum løgmanni, og tað er væl oman fyri atkvøðurnar, sum Javnaðarflokkurin fekk. Tað er greið ábending um, at teir hava dugað politiska handverkið sera væl. Evnini at finna semjur, eisini tvørtur um floksmørkini, vóru sera góð. Fólk hava havt stórt álit á teimum. Tú kann siga, at teir skuldu havt takkað fyri seg fyri tíð síðan, men eg vil seta spurnartekin við, um teir eru slopnir. Politisku flokkarnir hava stórar avbjóðingar, og krøvini eru stór, serliga eftir, at Føroyar vóru skipaðar í eitt valdømi. Trýstið á flokkarnar er stórt, og tá er torført hjá teimum mest garvaðu at rýma. Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hava trupulleikar at dragast við. Flokkurin, sum Jóannes Eidesgaard hevur staðið á odda fyri, hevur lítið samband við sínar trúføstu veljarar, og tað sæst á veljarakanningunum. Fólkaflokkurin fekk ein undir vangan, tá Poul Michelsen fór úr flokkinum. Flokkurin virðir ikki grundsjónarmiðini, var hansara seinasta heilsan. Onkursvegna leita flokkarnir eftir sínum samleika, tá Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kallsberg gevast. Spurningurin er hinvegin altíð, nær lagaliga løtan er at takka fyri seg. Tað verður ikki fyrr enn um nøkur ár, at tú sær ítøkiliga, um tað var rætt av teimum at gevast júst nú. Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hava, sambært veljarakanningunum, mist undirtøku, og spurningurin er, hvør teirra leiklutur hevur verið, og hvussu tað er fer at merkjast, at tveir markantir høvdingar ikki eru í politikki longur. At tveir stórir politikkarar, sum hava átt virkan leiklut í føroyskum politikki í nógv ár, og sum hava dugað politiska handverkið sera væl, er tað helst eingin, sum ivast í.