fríggjadagur 25. februar 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24
26
Sosialurin
Ítróttur
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 Mjølnir
17
15
2
48
10
38
18
2 Fleyr
17
14
3
45
17
28
17
3 SÍ
17
13
4
42
21
21
15
4 ÍF
17
9
8
32
29
3
10
5 TB
17
8
9
30
35
-5
9
6 Ternan
17
4
13
17
43
-26
5
7 Dráttur
17
2
15
21
47
-26
3
8 KÍF
17
3
14
14
47
-33
3
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 ÍF
17
15
2
47
14
33
20
2 Mjølnir
17
10
7
35
27
8
13
3 SÍ
17
10
7
39
24
15
12
4 Fleyr
16
7
9
24
33
-9
9
5 TB
17
0
17
4
51
-47
0
Hilmar Jan Hansen
Sunnudagin verður spældur ein
av mest avgerandi dystunum í
Eik-liguni hjá kvinnum hetta
kappingarárið. Tað er dyst urin
í Sørvági millum SÍ og Fleyr,
sum bæði – í harðari kapp ing
við oddaliðið, Mjølnir – liggja
framvið at sleppa í FM-final-
una.
Serliga heimaliðið er undir
trýsti undan dystinum, tí
vinn ur Fleyr, fer Fleyr fýra
stig fram um SÍ, samstundis
sum ein Mjølnir-útisigur á TB
merk ir, at Mjølnir verður fimm
stig framm an fyri SÍ.
Fleyr tolir hinvegin eitt
tap, tí liðið verður framvegis
framm an fyri SÍ, tó at stigatalið
hjá lið unum báðum tá verður
tað sama. Tískil verður hetta
ein av teimum dystunum, har
liðini bókstaviliga vilja gera alt
fyri at vinna.
Tvær ferðir Mjølnir
Hjá monnunum skal Mjølnir
tvær ferðir í eldin, fyrru ferð
í kvøld suðuri í Trongisvági
ímóti TB. Hóast TB hevur
vunn ið tvey sett ímóti Mjølni
í vetur, eru klaksvíkingarnir
stór favorittar.
Ikki minni týdning fær hin-
vegin dysturin sunnudagin,
tá Mjølnir tekur ímóti Fleyr.
Hóast Fleyr sær út til at vera
fokið í oddastríðnum, kunnu
havnar menn framvegis bíta
frá sær og gera kappingina um
annað plássið spennandi.
SÍ, sum er hitt liðið, ið eins
og Mjølnir møguleika at møta
ÍF í FM-finaluni, skal á útivølli
spæla ímóti júst ÍF, og tað má
tí metast sum ein serstakliga
torførur dystur hjá sørvingum.
Vinna teir hann, mugu teir tó
framvegis roknast sum eitt
sera gott finaluboð.
Avgerandi
kvinnudystur
Flogbóltur Dysturin í Sørvági
sunnudagin millum SÍ og Fleyr
kann gerast avgerandi fyri,
hvussu FM-finalan hjá kvinnunum
verður mannað hesa ferð
AVgErANDI
Dysturin sunnudagin millum
SÍ og Fleyr er ein, hvørki
av liðunum – og slett ikki
SÍ – hevur ráð at tapa
Mynd: Álvur Haraldsen
26/02 15.00
Ternan-KÍF
26/02 16.30
Dráttur-ÍF
27/02 14.30
TB-Mjølnir
27/02 15.00
SÍ-Fleyr
25/02 21.30
TB-Mjølnir
27/02 15.00
ÍF-SÍ
27/02 15.00
Mjølnir-Fleyr
Hilmar Jan Hansen
Talan er um forkunnuga vitjan, tí
Jan Pytlick hevur drúgvar royndir
sum kvinnulandsliðsvenjari hjá
Dan mark í eini 12 ár tilsamans, har
hann hevur leitt liðið ígjøgnum
bæði EM- og HM-endaspøl og OL.
Eitt nú hevur hann við donsku
hond bólts kvinnunum vunnið OL-
gull í 2000 og 2004 og EM-gull í 2002,
um framt EM-silvur í 1998 og 2004.
Leygardagin verður hann við í
KÍ-høllini í Klaksvík, tá føroyska
manslandsliðið venur. Fyrrapartin
fylgir við venjingunum hjá Dia
Midjord,
landsliðsvenjara,
og
seinna partin venur Pytlick sjálvur
menn inar í ein tíma.
Eftir venjingina fer hann klokkan
16 at hava fyrilestur í Ósáskúlanum,
har evnini verða uppbygging av
einum landsliði og vinnaratoymi,
umframt at Jan Pytlick tosar um
olymp iskar leikir og fortelur søgur
frá síni landsliðsvenjaratíð.
Fyri at fáa sum mest burt ur úr
vitjanini, hevur Hondbólts sam-
bandið sent venjarum og hond-
bólts fólki innbjóðing til at fylgja
venjingini, sum verður í Klaks vík,
og somuleiðis at vera við til fyri-
lesturin, ið uttan iva hevur stóran
áhuga millum spælarar, venjarar
og hond bóltsáhugaðar føroyingar
annars.
hilmarjan@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Verkætlanarbólkurin, ið arbeiðir
við svimjihylinum í Vági, væntar at
fáa játtaðar fýra milliónir krónur
í stuðli frá løgtinginum. Tað er
umleið triðingurin av samlaða
kostnaðinum, sum er 12,2 milliónir
krónur, uttan meirvirðisgjald.
Eftir fundin við løgtingsfólkini
vóru stigtakararnir bjartskygdir: –
Politikarnir vóru sera positivir, og
sum eg skilji, so stendur hylurin
klárur í heyst, sigur Jón Bjarnason,
sum væntar, at hann og Pál Joensen
fyrireika seg til olympisku leikirnar
í London í 2012 við at venja í egnum
50 metra hyli í Vági.
Ein
slíkur
svimjihylur
skal
fyrst og fremst gagna føroyskari
svimjing, men flestu føroysku
svimjarar
høvdu
havt
lættari
atgongd til hansara, um hann var í
miðstaðarøkinum. Hesum tekur Jón
Bjarnason undir við, men vísir á, at
verkætlanin í Vági er bílig, tí hylurin
fær hita frá SEV-verkinum.
– Ein 50 metra kappingarhylur
í Vági útilokar ikki ein 50 metra
kappingarhyl í miðstaðarøkinum,
sigur hann.
uni@sosialurin.fo
Forkunnug
hondbóltsvitjan
gullVINNArI
Jan Pytlick hevur sum venjari vunnið tvær ferðir OL-gull og hevur eina ferð
verið europameistari við danska kvinnulandsliðnum í hondbólti
Mynd: Gorm Kallestad/Scanpix
HoNDbóltur Venjarin hjá danska kvinnulandsliðnum, Jan Pytlick,
er um vikuskiftið gestur hjá Hondbóltssambandinum. Hann fer at
hava venjing við manslandsliðnum og fyrilestur um landsliðsarbeiði
Hylurin klárur í heyst
SVImjINg Nógv bendir á, at 50
metra kappingarhylurin í Vági verður
tikin í brúk í heyst. Í vikuni høvdu
stigtakarar og verkætlanarbólkur
framløgu fyri løgtingsfólkum