Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2002síða 17

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 42 - 1. mars 2002 Nr. 42 - 1. mars 2002 33 FISKIVINNA Ragnhild Ellingsgaard Reportasja, Klaksvík: Rami lukturin hongur sum eitt teppi í luftini, og er tað fyrsta, ein leggur merki til, tá ein trínur inn um dyrnar. Komin upp trappurnar verður lukturin skiftur um við ein lukt av máling. Ì eini skrivstovu standa tveir menn í arbeiðsklæðum og mála, og í einum øðrum rúmi hava tvey sett seg við einum kaffimunni og lag- køku. Vit eru komin inn í landingarmiðstøðina hjá Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík. Leiðarin, Kristjan Fríðrik Olsen, býður mær inn á hansara skrivstovu. – Her er eitt sindur rokaligt í dag; men soleiðis er, tá nógv er at gera, smíl- ist hann. Eitt konufólk Umleið 35 fólk starvast dagliga á Fiskamarknaðin- um, men er nógv at gera, koma fleiri fólk til arbeiðis. Út av hesum 35 er bara eitt konufólk, men hóast hon er einsamøll, so trívist hon óføra væl. – Hetta kemst ikki av, at vit ikki vilja hava konufólk her, flennir Kristjan Fríðrik. – Tað er óført at hava nógv konufólk til arbeiðis, men tíanverri eru tað alt ov fáar, ið tíma hetta arbeiðið. Møguliga, tí tað kann verða í so hart, tá nógv er at gera. Men konufólk arbeiða nógv skjótari enn mannfólk, so tað hevði verið gott at havt fleiri, og tær skulu vera hjartaliga vælkomnar, sigur Kristjan Fríðrik. Tvær uppboðssølur Fiskamarknaður Føroya er ein landingarmiðstøð, har fiskur verður landaður og síðan skildur til antin upp- boðssølu ella aðrar fyritøk- ur. – Vit hava tvey sløg av uppboðssølum hvønn dag, greiðir Kristjan Fríðrik frá. – Tann primera sølan er gólvsølan, sum vit hava tvær ferðir um dagin. Har selja vit fiskin hjá smábát- unum, ið eru komnir inn at landa. Fiskurin verður landaður og skildur, og síðan settur fram á gólvið, so hann er tøkur hjá keyp- arunum. Ein listi verður so út- skrivaður ein tíma, áðrenn sjálv sølan byrjar, og verður listin sendur út til keypar- arnar. Her síggja keypar- arnir, hvønn fisk vit hava, og keypa teir so út frá hes- um. Teir flestu keypararnir koma sjálvir inn á gólvið fyri at keypa, men annars er eisini møguligt at vera við gjøgnum telefon ella á alnótini. Hin sølan er ein telefon- søla, sum vit hava einaferð um dagin. Hetta er fiskur frá teim størru bátunum, sum hava verið úti í fleiri dagar. Nakrar dagar áðrenn báturin kemur í land, sigur hann okkum, hvussu nógv- an fisk hann væntandi kem- ur at hava, og út frá hesum bjóða vit fiskin víðari, greiðir leiðarin frá. Prísurin lækkaður Nærum allir bátarnir í Norðoyggjum landa hjá Fiskamarknaðinum, og av tí sama taka tey ímóti fleiri sløgum av fiski. – Men um vit hyggja at tølunum, so síggja vit, at um 40 % av øllum er tosk- ur, 20 % er hýsa og restin ymiskt annað, sigur Kristj- an Fríðrik. Á jólum varð nógv tosað um tann høga prísin, ið bát- arnir fingu fyri fiskin. Men hetta er broytt í dag, sigur leiðarin á Fiskamarknað- inum. – Prísurin var heilt óvan- liga høgur fyri tveimum mánaðum síðan. Tá kundu bátarnir fáa heilt upp í 30 krónur fyri hvørt kilo av toski 1, meðan hann nú liggur heilt niðri á teim 21 krónunum. Men hann er spakuliga á veg uppaftur, greiðir Kristjan Fríðrik frá. Skulu betra umstøðurnar Í novembur í 2000 keypti Fiskamarknaður Føroya bygningin, ið tey húsast í, frá P/f Kósini, sum tey heilt frá byrjan av hava havt sera gott samstarv við. Og beinanvegin varð løgd ein miðvís ætlan, hvørs endamál skal verða at betra um arbeiðsumstøð- urnar hjá arbeiðsfólkunum. Tá nógv er at gera, merk- ist tað eisini aftur á arbeiðs- døgunum hjá fólkunum. Í løtuni arbeiða tey ikki í vaktum, og tí kunnu dag- arnir lættliga gerast strævn- ir og langir. – Men soleiðis er við øll- um fiskaarbeiði. Tá nógvur fiskur er, so arbeiða vit ómetaliga nógv og hart. Tá so eingin fiskur er, so er heldur einki arbeiði, greiðir Kristjan Fríðrik frá. – Av tí sama vilja vit, at arbeiðsfólkið skal hava góðar umstøður rundan um seg. Tey skulu trívast, með- an tey eru til arbeiðis, sigur Kristjan Fríðrik. Hetta hevur ført við sær, at arbeitt verður við at fáa sum mest sjálvvirkna út- gerð inn í hølini. – Endamálið er, at fáa alt tað tunga arbeiðið at verða sjálvvirkandi, og ætlanin er so eisini at fáa nakrar skilji- linjur inn, sigur Kristjan Fríðrik. – Hetta skuldi gjørt, at vit betri kunnu gagnnýta tíð- ina, og harvið eisini fáa ein meiri skipaðan gerandis- dag. Á hendan hátt skuldi ar- beiðið gingið skjótari, og tí kunnu vit bjóða kundunum eina betri tænastu, sigur Kristjan Fríðrik at enda. Fiskamarknaðurin í Klaksvík: Leingist eftir konufólki Kristjan Fríðrik Olsen, leiðari á Fiskamaknaðinum í Klaksvík Alexandra Kjærbo er fyrilbils einasta konufólkið, sum starvast á Fiskamarknaðinum. Uppgávurnar hjá henni eru fleiri í tali, og mannfólkið sigur flennandi, at hon nærum stýrir øllum í húsinum. – Eg havi verið her, líka síðani Fiskamarknaðurin byrjaði her norðuri, og mær dámar heilt ótrúliga væl. – Viðhvørt kundi eg tó hugsað mær, at okkurt annað konufólk eisini var á staðnum. Men samanhaldið er gott og lønin góð, so eg kundi ikki hugsað mær at verið nakra aðrastaðni enn her Fiskamarknaðurin keypti í 2000 hølini frá Kósini Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3324 Navn: Sp/f Ásur Adressa: 520 Leirvík Kommuna: Leirvíkar Kommuna Stovningardato: 01.01.2002 Viðtøkudato: 01.01.2002 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnari: Jósleiv Joensen, 520 Leirvík. Stjórn: Jósleiv Joensen, 520 Leirvík. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Grannskoðari: : Sp/f Eysturoyar Bókhaldsstova, Gerðisvegur, 600 Saltangará. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.01.2002 - 31.12.2002 Endamál: Endamál felagsins er at reka handil, handverk o.a. í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 26. februar 2002 Kristin Balle _____________________ Í Sosialinum 13. mars verðu s ó legg um fiskivinnuna. Tað fer at snúgva óvinnu, bæði á sjógvi og landi. Umframt vanligu útbreiðsluna verður Sosialurin hendan dagin eisini sendur øllum reiðaríum og skipsmanningum umframt at blaðið verður ókeypis at f a á Fiskivinnuráðstevnuni "Kappingarf ri og lønsemi hjá fiskivinnuni" sum Farec skipar fyri á Hotel Föroyum 15. mars. So útbreiðslan 13. mars verður nógv størri enn vanligt. Tí heita vit á ð ú ð og útgerð til sj í hesum blaðnum, so hendan útgávan gerst uppaftur meira áhugaverd. e s y a áa e a ýs g ð e mánadagin 4. mars. Hetta er eitt gott høvi at kunna við- skiftafó ð, tit selja/ umboða og tær tænastur, tit veita innan høvuðsvinnuna. Tæ ø ða við, æ og fá ærri upplýsingar. Ringið til Sosialin 311820 og tosi við Finnbjørg Nattestad Marknaðardeildin finnbjorg@sosialurin.fo Lesið Sosialin -tað loysir seg! C M Y K 33 32