fríggjadagur 1. mars 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 42 - 1. mars 2002
Nærum allan februar mán-
að, hava limirnir í Shalder
Geo ferðast í Argentna. Teir
fóru úr Føroyum síðst í jan-
uar og komu aftur fríggja-
dagin.
Føroyski bólkurin hevur
luttikið á festivalinum í
fjarskotna landinum Argen-
tina, sum vit í løtuni hoyra
so nógv um, tí búskapar-
kreppa herjar landið.
Men føroysku tónleikar-
arnir høvdi eina góða ferð
og vórðu væl fagnaðir.
Nógvar konsertir
Limirnir í Shalder eru Kris-
tian Blak, klaver, Heðin
Ziska Davidsen, guitar, Mi-
kael Blak, bass og Brandur
Jacobsen, trummur.
Saman við við Shalder
leiktu eisini Ricardo Villar,
saxofon og Miguel Niet-
zhe, alt klarinet og saxofon.
Eisini leiktu føroyingarnir á
ferðini við mongum argen-
tinskum tónleikarum ymsu
støðini, spælt varð.
Tifarið,
ið
Shalder
spældi, var eftir Kristian
Blak
og
Heðin
Ziska
Davidsen. Tilfarið tekur
støði í norðurlendskum
tónleiki, serliga føroyskum.
Ferðin hjá Shalder í
Argentina varð fyriskipað
av Society of Musicians in
North Patagonia. Ferðin var
væl fyrireikað og gjørdist tí
væl eydnað hjá føroysku
tónleikarunum.
Konsertirnar vóru nógvar
í tali. Tann 1. februar í Tre-
bol saman við mongum
lokalum tónleikarum. Tann
2. og 3. februar í San Mar-
tin de los Andes. Tann 4.
februar í Junin de los
Andes. Tann 5. februar í
Villa La Angostura. Tann 8.
februar í Bariloche Jazz
Festival. Tann 10. februar í
Bariloche Jazz Festival.
Tann 15. februar í Esquel.
Tann 16. og 17. februar í El
Bolsón. Tann 19. fébruar í
Buenos Aires.
Umframt sjálvar konsert-
framførslurnar, so søgdu
bløð frá konsertunum og
festivalunum, eins og út-
vørp og sjónvørp varpaðu
frá tiltøkunum.
Tosa um teir enn
Fleiri enn 1500 fólk hoyrdu
Shalder á ferðini. Konsert-
irnar vóru ókeypis. Hetta
avgjørdu fyrireikararnir, tí
fíggjarligu vánirnar eru
vánaligar í Argentina í løtu-
ni og fólk hava ongan pen-
ing um hendi. Hildið varð
eisini, at sum tónleikari er
betri at hava nógv fólk til
konsertirnar, enn at hava
ein møguligan og lítlan
vinning í huga.
Trupult er at skipa fyri
konsertum í Argentina,
vegna fíggjarstøðuna. Tón-
leikarar og fyrireikarar
vóna tí, at stuðul fæst, so til
ber at halda fram við slík-
um virksemi, ið eisini inni-
ber skiftistónleikarar, um
ein kann kalla hetta so.
Bólkar og tónleikarar hitt-
ast og vitja hjá hvør øðrum.
Hetta er til gagn og gleði
fyri tónleikin og tónleikar-
ar, men eisini fyri fólkini í
ymsu heimspørtunum.
Limirnir í Shalder eru
glaðir og væl nøgdir við
ferðina. Og tað skilst, at tað
sama er galdandi í Argen-
tina, har enn verður tosað
um tónleikararnar úr Før-
oyum. Og møguliga fær
Shalder vitjan úr Argentina
í næstum. Júst ein slík vitj-
an var eisini orsøk til, at
Shalder nú nú var á væl
eydnaðari ferð handan hav.
Tey tosa um føroyskan
tónleik í Argentina
Ferðin hjá Kristian Blak
og Shalder, er partur av
áralangum samstarvi við
tónleikarar úti í heimi. Í
1991 vitjaði Hernan Lu-
gano
Kvartet
Havnar
Jazzfelag. Í 1993 vitjaðu
Kristian Blak, Sharon
Weiss, Leivur Thomsen,
Jóhannus á Rógvu Joen-
sen, Rógvi á Rógvu í
Buenos Aires.
Hernan Lugano býr í
dag uttanfyri Bariloche.
Hann hevur danska konu.
Tey skipa fyri – við íblás-
tri frá arbeiðinum í Havn-
ar Jazzfelag – fleiri kon-
sertum í økinum, har tey
búgva.
Shaldur hevur samstarv
við nógvar útlendskar
tónleikarar. Hesaferð leik-
tu
so
saxleikararnir
Ricardi Villar og Nietzhe.
Limirnir í Shalder eru
glaðir fyri ferðina. Kris-
tian Blak sigur:
–Vit hava havt tað gott
og tónleikaliga sæð fingið
at vita – í orðum og reak-
tión – at vit kunnu røra
kenslur hjá lurtarum..
Tónleikur er løgið mál.
Vit kundu ikki samskifta
við so nógv fólk, tí so fá
tosa enskt, men t.d. lupu
eina 200 fólk úr stólunum
í Villa de Angostura og
klappaðu “umaftur” – vit
høvdu just spælt eitt
stuttligt “fuglalag” Ad-
deq. So spældu vit sum
eykalag kingolagið Som
den gyldne Sol, og so
klappaðu tey enn meira.
Humor og innarligheit
kann
kommunikerast
beint inn til publikum!
Fáa vitjan í ár
Í juni kemur Ricardo
Villar at vitja og leika í
Føroyum. Seinni, í sep-
tember, kemur Hernan
Lugano. Hann skal tá
leika í trio við Mikael
Blak og Brandi Jacobsen.
Orsøk til ferðina
Kristian Blak, og bólkur hansara Shalder, hava
verið á ferð í Argentina í eina góðan mánað.
Landið er plágað av kreppu, men fyri tónleik-
ararnar gjørdist ferðin væl eydnað við nógv-
um spælingum og við framførslum saman við
lokalum tónleikarum
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
C
M
Y
K
30
Nr. 42 - 1. mars 2002
31
Húsið, har Norðoya
Heimavirkið heldur
til, skal nú hýsa
Netkafé-ini hjá Allani
Joensen. Framman-
undan húsast Bridge-
felagið og tveir
tónleikabólkar har.
Hetta var greitt eftir
at Mentanarnevndin í
Klaksvíkar Býráð
týskvøldið samtykti,
at Allan Joensen kann
leiga aðra helvtina av
hølinum í erva
NETKAFÉ
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Tónleikabólk-
arnir I am og Countrybólk-
urin hava annars nýtt alt
hølið í erva til at venja í,
men nú er gjørdur ein vegg-
ur, so at onnur helvtin kann
nýtast til Net kafé. Tað eru
limirnir í I am ikki so fegnir
um, tí teir eru bangnir fyri
at verða koyrdir út um ikki
so langa tíð. Teir eru eisini
misnøgdir við, at kommun-
an leigar hetta hølið út til
eitt virki, sum hevur vinn-
ing fyri eyga, serliga tá
hugsað verður um, at
kommunan noktar at leiga
hølið út til dans til tey ungu
undir átjan ár. Haraftur at
vísa teir á, at Steinbjørn
Jacobsen, borgarstjóri, á
kunnandi fundinum um at
stovna
Tónleikafelag
í
Klaksvík, segði, at alt um-
talaða hølið kundi nýtast til
tónleik.
Ongin venjing, meðan
spælt verður bridge
Klaksvíkar
Bridgefelag
heldur sum sagt til í tí norð-
ara endanum av húsinum.
Bólkarnir og Bridgefelagið
hava gjørt avtalu um, at
bólkarnir ikki venja, tá
spælt verður bridge.
– Hvussu við teim ungu,
sum nú koma at halda til
har? spyrja teir í I am.
Órógva tey ikki?
Formaðurin í Klaksvíkar
Bridgefelag, Odd Fjalsbak,
sigur, at tað kann hann ikki
úttala seg um longu nú,
áðrenn Netkafé-in er byrj-
að.
– Hetta skal sleppa at
standa sína roynd, sigur
hann. Bridgefelagið hevur
hildið til í hesum hølinum í
skjótt trý ár, og Odd Fjals-
bak sigur, at samstarvið við
báðar
tónleikabólkarnar
hevur verið avbera gott.
– Og so má man bert
vóna, at hitt eisini fer at
ganga líka væl, sigur for-
maðurin
í
Klaksvíkar
Bridgefelag at enda.
Ikki eitt savningsstað
Allan Joensen, sum rekur
Netkafé-ina, sigur at ætlan-
in er ikki, at kafé-in skal
verða eitt stað, sum tey
ungu skulu savnast inni í.
Tað var ein trupulleiki, har
kafé-in helt til áður. Eisini
kom tað fyri, at onkur
gjørdi seg inn á hølið.
– Men nú mugu vit gera
ungdóminum tað greitt, at
tað eisini verður upp til tey,
um kafé-ini skal verða lív
laga. Tí tað er vist, at um
nakar ger seg inn á hølið og
tað verður ein trupulleiki,
so verða vit útkoyrdir upp á
standandi fót, sigur Allan
Joensen.
– So tað verður knívskor-
ið, um onkur ikki dugir at
uppføra seg, heldur Allan
fram.
Upp á spurningin um
prísin, svarar Allan, at tað
fer at kosta 35 krónur um
tíman. Orsøkin til tað er, at
internetsambandið er so
dýrt. Tey spæla um netið,
og tað kostar per MB.
– Nú alt fleiri internet-
útbjóðarar eru, royna vit at
finna tann bíligasta. Ella at
fáa eitt fast gjald, tí at tað er
ikki til at rokna út, hvussu
nógv skal gjaldast. Tað er jú
sera ójavnt, hvussu nógv og
ofta netið verður nýtt, sigur
Allan.
– Tað verður helst eitt
sindur av gangi, men tað
skuldi ikki verið nakar stór-
ur trupulleiki, tí tey koma
fyri at spæla teldu. Vit ætla
okkum sjálvandi at hava
nakrar fastar reglur um at-
burð og annað, men vit
mugu hava í huga, at hetta
eru børn, og tí nyttar onki at
gera seg tvøran og ómøgu-
ligan. Vit skulu heldur gera
greitt, at hetta er til fyri
teirra skuld, og harvið geva
brúkarunum eitt sindur av
ábyrgdarkenslu fyri kafé-
ini, sigur Allan Joensen at
enda.
Netkafé-in letur vænt-
andi upp síðst í komandi
viku, og fer at verða opin
frá klokkan fýra til ellivu á
kvøldi.
Ongin verður
útkoyrdur
– Hóast vit ikki hava nakra
beinleiðis skrivliga avtalu
við
tónleikarabólkarnar,
sum halda til í hølinum, so
er avgjørt ikki ætlanin at
koyra nakran út, sigur
Steinbjørn Jacobsen, borg-
arstjóri í Klaksvík.
– Vit gjørdu av, at leiga
Allani hetta hølið, inntil
hann finnur eitt annað.
Hann var til reiðar at leggja
kafé-ina niður av tí sama,
og tað hevði jú bara gjørt
verandi støðu verri. Tí Net-
kaféin er eisini eitt tilhalds-
stað hjá ungdóminum í
kommununi.
– Eg var sjálvur og hugdi
at hølinum, og metti, at tað
er so mikið stórt, at tað
saktans kann nýtast til bæði
venjingarhøli og Netkafé,
sigur Steinbjørn.
Steinbjørn
sigur
at,
henda avgerðin varð eisini
tikin við brúkarunum í
huga. Har, sum Netkafé-in
helt til áður, var prísurin 45
krónur um tíman, men tað
vil kommunan ikki ganga
við til. Ein treyt er, at prís-
urin verður settur munandi
niður, so at tað kann koma
brúkaranum til góðar, sigur
Steinbjørn Jacobsen.
Aðrar treytir eru eisini,
so sum, at tað skal havast
fyrilit fyri hinum, sum hús-
ast har. Og so sjálvandi
vanligan hússið. – Eisini
hava vit tryggjað okkum, at
vit kunnu siga hann upp við
stuttum varskó, um vit
skulu nýta hølið til okkurt
annað, sigur Steinbjørn
Jacobsen, sum tó ikki vísir
aftur, at henda avgerðin
kom í kjalarvørrinum av
rokinum á Føstulávint.
Í viðmerking til tað, at
kommunan leigar hølið út
til Net kafé og ikki til dans,
sigur Steinbjørn, at tað eru
heilt aðrar og strangari
reglur galdandi viðvíkjandi
brunaumsjón, tá talan er
um eitt høli, sum skal nýt-
ast til fleiri enn fimti fólk,
sum millum annað eitt
dansistað.
– So høvdu vit skulað
gjørt nógvar broytingar í
hølinum fyri at tað skal
lúka galdandi reglur, sigur
Steinbjørn
Jacobsen
at
enda.
Netkafé nýtt høli
Hetta húsið skal nú eisini
hýsa Netkafé-ini hjá Allan
Joensen
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri
Allan Joensen rekur Netkafé-
ina í Klaksvík
31