Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-25, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Føroysku fótbóltsfeløgini hava fingið fundarboð klokkan 13, men longu klokkan 12 borðreiðir Fót­ bólts sambandið við einum døgurða­ bita í FSF­húsinum, ið aftur hesa ferð hýsir aðalfundinum. Undan hesum, umleið klokkan trý korter til 12, verður tó ein lítil fundur millum formenninar í feløg­ unum, ið hevur til endamáls at tryggja, at allir halda fast við upp­ runa ligu semjuna um útskifting í starvs nevndini. Formenninir komu tann 31. oktober í 2009 av fyrstan tíð komu ásamt um, at øll starvsnevndin í FSF skuldi skiftast út í kjalarvørrinum av málinum um aðalskrivaran, Ísak Mikladal. Hetta var tað einasta, øll feløgini kundu semjast um á nógv umrødda fundinum á Hotel Hafnia, ið vardi tað nógva av einum leygardegi. Semjan fekk á aðalfundinum í fjør tær avleiðingar, at Høgni í Stóru stovu, Rúni Heinesen, Magnus á Stongum og Sveinur Tróndarson fóru úr starvsnevndini, og hesa ferð stendur so restin av »gomlu« nevndar limunum fyri tørni. Talan er um tríggjar nevndarlimir, ið standa fyri vali. Tveir stilla uppaftur Niklas á Líðarenda hevur ikki latið seg stillað uppaftur, men tað hava hinvegin Karl Vidtfeldt og Niclas Davidsen, ið hava fingið heim­ staðar feløg síni, ávikavist B71 og B68, at stilla seg upp. Hetta er ikki í tráð við semjuna millum feløgini, sum tey mestsum øll eru sinnað at halda, og tí stendur ein stórur meiriluti av feløgunum aftan fyri trý onnur valevni til starvs nevndina, sum eru Jógvan Páll Joensen, Heðin D. Poulsen og Trygvi Mortensen. Semjan frá 2009 var aftur á skránni, tá formenninir hittust til fundar fyrst í desember, og enn eina ferð tóku feløgini undir við, at haldast skuldi fast við útskiftingina í starvsnevndini. Hetta skal nú standa sína roynd, men frá væl vit andi keldum veit Sosialurin, at fundarboð eru farin út til allar for menninar um lítla undanfundin fyri miðdag. Á hesum fundi verður semjan enn eina ferð skorin út í papp, so helst øll feløgini kunnu fáast at standa við hana, tá atkvøðast skal. Fyri nógv tey flestu feløgini er hetta ein spurningur um trú virði, tí bert við at gjøgnumføra útskift ingina kunnu feløgini halda orð – ikki minst mótvegis teimum, ið noyddust út fyri einum ári síðani, tí treytin var, at øll starvsnevndin skuldi skiftast út. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Í fjør var eitt sindur ógreitt, hvør hevði atkvøðurætt á aðalfundinum, men nú er uppskot um broytingar í viðtøkunum, so hesin ivi kann verða beindur burtur eina ferð fyri allar. Sambært uppskotið hava øll limafeløg í FSF eina atkvøðu á aðal­ fundinum, uttan so at tey ikki hava fíggjarviðurskifti síni mótvegis Fótbóltssambandinum í lagi, tí tá hava tey ikki atkvøðurætt. Haraftrat fáa feløg, sum í farna kappingarári høvdu eitt vaksnamannalið og eitt ungdómslið eina atkvøðu aftrat. Her verða oldboys ella oldgirls ikki roknað upp í vaksnamannalið. Ein onnur broyting verður, at val skeiðið hjá bæði forseta og starvs nevndarlimum verður longt. Tó verður hesa ferð galdandi, at valskeiðið hjá sitandi starvs­ nevndar limum og forsetanum verður longt til 2013. Varaforsetin skal ikki veljast á aðalfundinum, men starvsnevndin skipar seg við varaforseta og limum í undir­ nevndum. Hilmar Jan Hansen Krøvini til fótbóltsfeløgini, skulu tey fáa luttøkuloyvi til kappingar hjá FSF, eru longu hørð í dag, men stendur tað til FC Suðuroy, skulu krøvini herðast enn meira. Felagið hevur til aðalfundin í morgin sent inn uppskot um, at feløg við fíggjarligum trupul­ leikum ikki skulu sleppa at gera sátt málar við spælarar, fyrr enn tey kunnu leggja fram ein nøktandi roknskap, og møgu­ liga skal slíkum feløg um eisini áleggjast at minka um lønar­ útreiðslurnar beinanvegin. Í viðmerkingunum til upp­ skotið sigur FC Suðuroy, at enda málið við tí er at fyribyrgja, at feløg gera sáttmálar fyri upp­ hæddir, tey ikki eru før fyri at gjalda. hilmarjan@sosialurin.fo FSF fær nýggjar nevndarlimir FÓTBÓLTURIN FUNDAST Á aðalfundinum í Fótbóltssambandinum í morgin fæst at síggja, um feløgini megna at standa saman og halda fast við semjuna um útskifting í starvsnevndini, ið tey gjørdu á heysti í 2009 Mynd: Álvur Haraldsen FÓTBÓLTUR Á aðalfundinum í Fótbóltssambandinum í morgin verður útskiftingin av »gomlu« starvsnevndarlimunum gjøgnumførd, sum avtalað varð fyri hálvumøðrum ári síðani Skil á atkvøðunum FÓTBÓLTUR Nú skal endaliga gerast greitt, hvørjar og hvussu nógvar atkvøður eru galdandi á aðalfundi í Fótbóltssambandinum Missa sáttmálarætt FÓTBÓLTUR FC Suðuroy vil hava, at feløg við fíggjarligum trupulleikum ikki skulu sleppa at skriva undir sáttmálar við spælarar