fríggjadagur 25. februar 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 24 · 25. februar 2011
27
VIKUSKIFTI
Teir eru støðugt á ferð, syngja framvegis um grannakonuna
alice og hugna sær sum tónleikarar á palli. Í oktober kann
bólkurin smokie aftur upplivast á føroyskum palli.
tónleikur
eyðun klakstein
eydun@sosialurin.fo
Teir hava áður spælt fyri stórum mann
fjøldum í Føroyum – einaferð so stórari
mannfjøld, at tað gjørdist politimál
burtur úr tí. Seinni í ár kunnu teir aftur
upplivast á føroyskum palli.
Fyrsta dagin í oktober fer Smokie at
spæla til dans í ítróttarhøllini á Hálsi
í Havn.
Tað var júst har, at ein tiltikin
konsert var fyri nógvum árum síðani.
Fólk tystu inn í ítróttarhøllina, og av
ym iskum orsøkum komu alt og nógv
fólk. Endin var, at politimál spurdist
burtur úr konsertini, tí ov nógv fólk
vóru inni.
Men hetta var bara prógvið um, at
bólkurin var serstakliga væl umtóktur
millum føroyingar. Sangir hjá Smokie
hava verið nógv at hoyrt í almenna
rúminum, og stóra hittið Living Next
Door To Alice er bert ein av sangunum,
sum hevur verið nógv at hoyrt.
Virknir tónleikarar
Smokie hevur í meira enn 35 ár verið
virkin við útgávum og konsertum, og
teir spæla framvegis víðahvar. Bak
grundin hjá bólkinum er í bretska
býnum Bradford, men teir hava í nógv
ár havt allan heimin sum ferðamál, tá
ið teir hava spælt.
Smokie hevur júst verið í Grønlandi
og spælt, í kvøld fara teir á pall í Zo
fingen í Sveis, og næstu tíðina hava teir
framførslur í Pólandi, Russlandi, Kekkia,
Suðurafrika, Týsklandi, Eysturríki,
Svøríki, Noregi og Danmark.
Teir trívast sum tónleikarar á ferð,
teir spæla framvegis øll tey stóru hittini
frá sjeytiárunum, og teir tríva eisini í
sangir, sum teir hava spælt inn síðani.
Smokie gav sína fyrstu fløgu út
miðskeiðis í sjeytiárunum, og teir hava
støðugt givið tónleik út síðani. Seinnu
árini hava teir gjørt nógvar endur
innspælingar av kendum sangum hjá
øðrum bólkum, men teir hava eisini
spælt egnar sangir inn. Í fjør góvu
teir fløgu út við nýggjum sangum,
og hendan fløgan stóð seg væl á hit
listanum í Danmark.
Smokie-treff
Manningin í Smokie er nógv broytt
síðani fyrstu framførslurnar í sjeyti
árunum. Í dag manna hesir bólkin: Mike
Craft (sangari og gittarspælari), Mick
McConnell (gittar og kór), Terry Uttley
(bass og kór), Steve Pinnell (trummur)
og Martin Bullard (ljómborð).
Skulu nakrir av kendu sangunum
hjá Smokie nevnast, kundu tað til
døm is verið Living Next Door To Alice,
Need les And Pins, Mexican Girl, Oh
Carol og Lay Back In The Arms of
Some one.
Tá ið Smokie nú vitjar aftur í Før
oyum, verður tað fyri at spæla til dans
í ítróttarhøllini á Hálsi. Tað er Rex, sum
hevur fingið bólkin hendan vegin, og
ætlanin er eisini at gera ein Smokietreff
á Hotel Hafnia, har fjepparar kunnu
keypa ein pakka við mati, uppihaldi og
møguleikanum at hitta tónleikararnar
í Smokie.
Smokie
vitjar sínar føroysku
FJePPARAR
Smokie hevur verið partur av tónleikavalinum
hjá føroyingum í 35 ár – seinni í ár
spæla teir aftur í Føroyum