fríggjadagur 25. februar 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 24 · 25. februar 2011
6
VIKUSKIFTI
– Gastric bypass opera
tiónin ger, at tað er fysiskt
ógjørligt at stappa mat í seg.
Tú verður illa fyri, maturin
fer bara beint ígjøgnum
kroppin, tú kanst fara at
spýggja, og tí loysir tað
seg ikki at eta nógv av
nøkrum. Tú verður bara
illa fyri av tí, sigur hon.
Hóast hon plagdi at
eta nógv, gekk tað væl at
laga seg til nýggju tíð ir
nar – uttan mat, tá ið hon
hevði hug.
– Eg havi ikki kent á
mær, at eg havi gingið
svong, men onkuntíð er
tað komið fyri, at eg eri
blivin svimbul út á dagin,
tí eg havi ikki etið nakað í
longri tíð.
Alt bleiv ov stórt
Tað, sum Guðrun hinvegin
kundi fegn ast um fyrstu tíðina,
var, at kiloini rapaðu av henni.
Frá februar til mai í fjør tapti
hon seg 30 kilo. Síðani hevur tað
gingið eitt sindur spakuligari, men
hon hevur tapt seg 20 kilo afturat
síðani tá.
– Eg mátti skifta øll klæðini
hjá mær út. Eg kundi passa okkurt
nøkun lunda, men eina ella tvær vikur
seinni var tað ov stórt. Og soleiðis var
við øllum. Alt bleiv ov stórt, og tí havi
eg verið noydd at keypa mær nýggj
klæði. Eisini giftiringurin bleiv ov
stórur.
– At eg eri blivin lættari hevur eisini
gjørt, eg eri full av orku og kann venja
nógv. Eg var byrjað at fáa trupulleikar
í øðr um knænum, tí eg var so tung. Tað
merkti eg, tá eg hevði ar beitt ein heilan
dag. Tað er alt burtur nú, sigur hon.
Hóast Guðrun við operatiónini
noyddist at siga farvæl til nógv av tí,
sum hevði verið ein partur av henn
ara lívi, saknar hon einki.
– Eg kann onkuntíð munga
eftir onkrum, men eg veit
eisini, at tað nyttar einki.
Hesa tíðina kunnu krem
eggini verða freistandi, og
einaferð skuldi eg royna at
eta eitt kremegg, men tað
gekk ikki. Eg blívi ótilpass av
at eta sovorðið, og tí sakni eg
tað ikki. Tað er sum fólk, sum
ikki kunnu eta skelja djór, tey sakna
tað ikki.
– Hóast eg havi verið noydd at
ansa væl eftir, hvat eg eti, havi
eg verið tilvitað um, at eg skal
ikki blíva fanatisk. Tað skal ikki
ganga út yvir familj una hjá mær,
at eg eti minni og nógv sunnari,
enn eg gjørdi. Tí fáa vit eis ini
góðar sunnudagsdøgurðar við
øllum tí, sum hoyrir til tað, men
eg kann so bara eta minni og lata
verða við at fáa mær sós, sigur
hon.
Ikki lættari at liva
Guðrun við Rættará hevði tað
gott, hóast hon var stór og vigaði
nógv. Kanningar, sum vóru
gjørdar áðrenn skurðviðgerðina
vístu eisini, at hon var væl fyri,
hóast kiloini vóru alt ov nógv.
– At blíva lættari í vekt ger teg
ikki lukkuligari í sær sjálvum, og
tað verður ikki endiliga lættari at
liva fyri tað. Tað eru onnur ting,
sum gera tað av. Tá tú upplivir
sorg, so hugsar tú eisini, hvat hetta
hevur at siga. Men eg eri glað fyri,
at eg tók hetta stigið, og eg havi
ikki angrað tað eina løtu. Eg skuldi
bara havt gjørt tað fyri langari tíð
síðani, og nú skilji eg ikki, hví eg ikki
gjørdi tað, sigur hon.
– Fólk unna mær eisini væl, at eg eri
klænkað, og tað er ein góð kensla. Eg
fái nógvar fittar við merkingar, og tað
eri eg glað fyri. Men eg skal eisini ansa
eftir, at eg ikki verði forstýrað av upp
merk somheitini. Tað kann verða farligt
at venja seg við tað, so eg royni at
varðveita mína realistiska sans. Høvdið
skal verða við í hesum, sigur hon.
– Eg havi eisini roynt at verið púra
opin um mítt vekttap. Fólk spyrja sera
nógv, og eg havi bara valt at verða opin
um tað. Eg havi eisini tikið myndir av
mær, sum eg havi lagt á Facebook. Men
nú eri eg við at koma har, at eg skal
víðari.
Summi fólk upplivað, at eftir at tey
hava tapt seg nógv, so vendir gongdin,
og tey taka upp á aftur.
– Eg veit, at nógv stúra fyri tí, men
eg eri ikki bangin fyri, at eg fari at
taka nøkur kilo upp á aftur. Men eg
skal ongantíð aftur viga 119 kilo, sigur
Guðrun avgjørd.
– Eg havi nú tapt meg 50 kilo, og
eg eri á leið har, sum eg skal verða. Eg
rokni við, at eg fari nøkur kilo niður
afturat, men nú skal eg hugsa um at
stabili sera vektina hjá mær, sigur
hon.
Og so var tað líka hatta við forsíðuni
– jú, hon bleiv ruddað.
Ongar
feitar
sakir
Gastric bypass skurðviðgerðin hevur við sær,
at fólk kunnu eta nógv minni. Eisini verða
fólk noydd at broyta sínar kostvanar. Tað
hevur Guðrun við Rættará eisini gjørt.
– Tá ið eg nú kann eta nógv minni, enn
eg kundi, ansi eg væl eftir at eta góðan og
sunnan kost. Men eg eri ikki fantatisk, tá ið
eg til dømis fari út til okkurt. Eg ætli mær
ikki at ganga runt við einum stórum skelti,
har tað stendur gastric bypass á, sigur hon.
Nú etur Guðrun lítið og einki av eplum,
pasta, rísi, feitum sósum, góðgæti, fast food,
køkum, mati við fløta, sjokulátu og føroyskum
mati sum riv, røstum kjøti og skerpikjøti.
Hinvegin etur hon nógv meira frukt
og grøn meti, enn hon plagdi.
– Í dag havi eg til dømis eina ananas við til
arbeiðis, og tað er mín matpakki í dag, sigur hon.
Guðrun etur nógv grovt breyð –
Havnabreyð, tey kalla – ymisk sløg av
grønmeti, frukt, ljóst kjøt og skal hon loyva
sær okkurt góðgæti, er valið lakres.
Eg eri á leið har, sum eg skal verða. Eg rokni við, at eg fari nøkur kilo
niður afturat, men nú skal eg hugsa um at stabili sera vektina hjá mær
Eg eri ikki bangin fyri, at eg fari at taka
nøkur kilo upp á aftur. Men eg skal ongantíð
aftur viga 119 kilo
mynd: KáRi við RæTTaRá
Tá ið Guðrun vigaði mest,
nærkaðist hon 120 kilo