fríggjadagur 25. februar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 24 · 25. februar 2011
14
VIKUSKIFTI
Frá banka til skúla
Allir fjølmiðlar við sunn
ari virðing fyri sær
sjálv um, men ikki fyri
lesarumlurtarumhyggjarum,
leggja stóran dent á allar møgu
ligar og ikki minst ómøguligar
vegleiðingar um, hvussu tú
varð veitir tína góðu heilsu,
hevur tú hana, ella vinnur hana
aftur, hevur tú mist hana í lívs
stílssæluni, ella hvussu tú fært
hana, hevur tú ongantíð havt
hana, ta góðu heilsuna.
Soleiðis grava fjølmiðlarnir
sína egnu djúpu og køldu og
avgjørt ikki heilsufremjandi
grøv, tí hvørjum skulu teir
liva av, eru eingi sjúk, brekað,
klikkað, hálvdeyð, steindeyð at
siga søgurnar um?
Fjølmiðlarnir liva av neyð og
elendigheit og kæra sína neyð.
Eingin vandi á ferð. Fyri
byrging og góð heilsuráð rína
ikki við hjá teimum, sum hava
brúk fyri teimum. Og arbeiðsleys
ella óarbeiðsfør hava annað at
hugsa um enn at gera fimleik og
kóka havragreyt allan dagin.
Tí hvørja ferð, eg lesi ella
hoyri um alt hetta nógva,
sum skal vera so øgiliga gott
fyri heilsuna, er mín einfalda,
mentalt heilsugóða, niðurstøða,
at hatta er ikki fyri fólk, sum
arbeiða. Nær skulu fólk, sum
arbeiða, hava stundir til at fáa
sær ein blund mitt um dagin,
gera 700 venjingar klokkan 10.00
og 800 klokkan 15.00? Renna
fjórðings maraton fyrrapart
og hálvt seinnapart? Leita eftir
matvørum, sum ikki eru eitraðar
ella stytta lívið, í tveir dagar fyri
hvønn dag, tú etur tær?
Og hví skal eingin gleði vera í
frítíðini heldur. Drekka grønt te,
sum smakkar sum súrhoyggj, og
eta brokkoli, sum smakkar sum
ein køstarenna luktar?
Havi onga staðni lisið ella
hoyrt, at tað er heilsugott at
arbeiða. Tvørturímóti gerast vit
sjúk av arbeiðinum. Hetta er eitt
dilemma, sum ikki krevur nakað
svar.
Nú er allur hasin heilsu
gleði boðskapurin ikki nakar
næstrakærleiki, men bisniss, big
bisniss.
Okkara lívstílssjúkur eru ein
ófør inntøkukelda hjá teimum,
sum selja heimaráðini. Ella
eina bøn ella báðar tvær. Fyri
eina tíggjund frá tær biðja vit
krabban hjá tær í hel.
Ella kom á skeið. Lær at
hugsa positivt fyri 4.000 kr. um
dagin. Heilsan verður avroknað
í krónum.
Hatta við, at ein snapsur um
dagin er góður fyri heilsuna og
tveir eru dupult so góðir, telur
ikki rættiliga við her, hóast tey
eru heimaráðini, sum virka
best. Men tey kosta eisini eina
hundans rúgvu, uttan so at
snapsurin er heimagjørdur ella
smuglaður.
Ella tvey gløs av reyðvíni
um dagin. Segði nakar, hvussu
stór, gløsini skulu vera? Hetta
heilsufremjandi er jú so
ekstremt.
Sjálvur havi eg eitt ástøði,
eina teori, sum eg ikki hava sæð
í nøkrum fjølmiðli fyrr enn nú.
Men eg havi roynt hana sjálvur
við góðum úrsliti.
Eg sigi, at tað er gott fyri
heilsuna, ta fysisku, at fáa
karm, hvørja ferð eg fari út í
postkassan, gangi til arbeiðis ella
heim frá arbeiði, ja, fari út fyri
dyr yvirhøvur.
Brokkoli eitur spergilkál á
føroyskum.
Og tað skal vera so øgiliga
gott fyri heilsuna, at ótu vit
øll spergilkál fimm ferðir um
dagin, so var ikki brúk fyri
sjúkrahúsunum, heldur ikki tí í
Klaksvík.
Kanska nýggi finans minist
arin strikar meirvirðisgjaldið
á brokkoli, nú vit hava kostár,
og meðan vit bíða eftir nýggja
politiska grindatilmælinum.
Kostár merkir ikki, at alt
tað heilsugóða kostar minni.
Tvørturímóti verður reyðvínið
bara dýrari og dýrari.
Brokkoliblues
Kókaði mær eitt spergilkál
smakkurin hevði onga sál
men árini 110 eru mítt mál
gjørdi tí eitt rimmar vitaminhál.
Brokkoliblues
UmaftUrafturum
høgni djurhuus
Ruddið forsíðuna!
Gaddafi: - Eg eri í Libya
Portal.fo
Kontór í Kringvarpinum?
Bárður Enni, sum skal yvir-
taka uppgávurnar hjá Arbeiðs-
eftir litinum, her í Studio 5.
Eygsjón í KvF
Kundi neyvan verið øvugt
Bilur rendi á lyktarpela
Portal.fo
Posi við kenning
Posin er dýrandi fullur av brøvum
Upp á tá í KvF
Framleiðslan steðgað!
Sodavatn í føroyska fólkaskúlanum
nærum útruddað
Grams.fo
Vónandi fær hann svar
Bill spyr tvær ferðir
Vágaportalurin
Skulu tey upp á land?
Nýggju Maersk-skipini ov stór til USA
Dimma
Detta uppeftir?
Nýggjur leiðari skal
venda fría fallinum
Dímma
Cand. Stýr!
Skjótt verða maskinmeistarar
og skipsførarar bachelorar
Portal.fo
Hondbóltsdystur?
Samband 10-Tjóðveldi 9
Dimma
ranga
í
strúpan
Hendan kettan í Vest
manna ger einki hálvt.
Hon hevur fingið eyguni
á nakrar fuglar á einari
tekju, og so letur hon
seg ikki noyða við at
stara og físa. Nei, hon
leggur til brots og fer
upp á tekjuna at leggja
seg upp á lúr. Søgan
sig ur einki um, hvussu
ketta kom av tekjuni
aftur.
Heilhjartaður kærleiki
Her er eingin ivi – tað snýr seg um bilar, og bara
bilar. Skeltið á hesum bilinum er ein endaleys
kærleiksfráboðan til akførini! Soleiðis skal tað
gerast!
Tá ið Norðlýsið í farnu
viku skrivaði eina grein
á heimasíðuni, kom
tað helst óvart á fólk,
at ein av leiðarunum
í Bank Nordik nú var
fluttur í Ósáskúlan í
Klaksvík. Víst gekk
Johnny í Grótinum,
íløguleiðari, í skúlanum
har sum yngri, men at
fara frá banka til skúla
virkaði hóast tað sum
eitt óvæntað stig. Tá
ið vit lósu nærri, vísti
tað seg, at tað var ein
fyrilestur hjá Johnny
í Grótinum ,sum var
fluttur í Ósáskúlan – og
ikki Jonny í Grótinum
sjálvur.
Eirindaleys jagstran
Rættar kvinnur og menn
Kvinnur nú á døgum hava falskar boppur, falskar negl, falska
eygnavippur, hárextensions, botox í andlitinum, push-up bh, og
so liggja tær í solarium fyri at broyta lit.